Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 9 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2001 15 gult cyan magenta svart 14 Nr. 35 - 20. februar 2001 gult cyan magenta svart Í hálvan tíma høvdu kyndilskvinnurnar Stjørnuna á knøun- um, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki setti Stjørnan alt upp á pláss HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tá Kyndil í fjør vitjaði í Klaksvík, var gullrómurin øgiligur. Stjørnan kundi tá við einum sigri taka eitt risafet móti gullmerkjun- um, sum felagið ikki hevði vunnið í fjórðings øld, og sigurssælan var stór, tá gullið eftir dystin var at kalla tryggjað. Sunnudagin hittust liðini aftur, men hesa ferð vóru fortreytirnar heldur øðrvísi. Stjørnan hevði framvegis tørv á einum sigri, men nú var hesin alneyðugur, til tess at halda fast um silvur- plássið, eftir at kvinnurnar hjá VÍF mest sum hava tryggjað sær gullmerkini. Harumframt mundi tað eisini hava alstóran sálar- ligan týdning fyri klaks- víksgenturnar at fáa ein sigur, nú Gestirnir bragdliga byrjan Tá dysturin byrjaði, skuldi ein tó ikki hildið, at tað var Stjørnan, sum hevði mest at stríðast fyri í dystinum. Kyndil fór beinan vegin at gera um seg, tað var eisini skjótt, at tær høvdu vunnið seg nøkur mál framum. Kyndil var annars fyri fyrstu ferð í langa tíð í nøkrum, sum líktist sterk- astu uppstillingini, og iva- leyst hevur hetta eisini gjørt sítt til, at tær veruliga rokn- aðu við, at tær kundu taka stig frá verandi meistarun- um. Allar hesar vónir vórðu tó gjørdar til einkis fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tá fór Stjørnan frá 13-16 upp á 19-18, og hóast Kyndil eina løtu eftir hetta fylgdi við, so fingu tær ongan tíð rættiligt samband við Stjørnuna aftur. Tóku seg saman Toppskjútti hjá Stjørnuni hendan dagin var Anna Kristina Samson, og eftir dystin duldi hon ikki fyri, at hon var fegin um sigurin. – Hatta var ein ótrúliga góður sigur fyri okkum. Eisini tí vit megnaðu at reisa okkum so væl. Ta einu løtunaí fyrra hálvleiki vóru vit eini seks mál aftanfyri, og tá mann megnar at vinna hetta aftur, so eri sjálvsagt nøgd. – Eg haldi tó, at vit áður hava víst, at vit hava viljan til at stríðast allan dystin. Fleiri ferður fyrr í ár hava vit verið aftan fyri við fleiri málum, og so kortini megn- að at fingið okkurt burtur úr dystinum. Spurd, hvat tað var, sum gjørdi, at tær megnaðu at venda øllum á høvdið fyrstu løtuna eftir steðgin, svaraði Anna Kristina, at tær stutt og greitt tóku seg saman. – Vit vórðu samdar um, at spæl okkara í fyrra hálvleiki so langt ífrá var nóg gott, og at vit hvør sum ein skuldu taka okkum saman, tá vit fóru út aftur til seinna hálvleik. Tá fingu vit eisini verjuna at rigga, soleiðis at Jórun Ludvig ikki slapp eins væl framat, og tá vit samstundis tóku Lotte Sørensen úr spælin- um, varð álopsspælið hjá teimum bremsað rættiliga væl. – Tá so verjan fæst at rigga, liggur sjálvandi betri fyri við skjótálopum, og alt í alt haldi eg, at vit spældu ein sera góðan seinna hálv- leik, segði Anna Kristina um dystin. Fara eftir silvurmerkjunum Um vónirnar fyri tað, sum eftir er av kappingarárin- um, noyðist Anna Kristina meira ella minni at ásanna, at gullmerkini eru mist. – Vit fáa so ikki gjørt nakað einsamallar fyri tað, og um ikki VB ella kanska onkur av hinum fær gjørt nakað við VÍF, so mugu vit ásanna, at vit ongan møgu- leika hava. Fyri fyrst fara vit so eftir silvurmerkj- unum, og tey gera vit alt fyri at fáa komandi dystir- nar, segði Anna Kristina Samson at enda. Hóast tað sostatt heldur ikki eydnaðist Kyndli at vinna hendan dystin, so mundi avrikið tó geva eina greiða ábending um, at liðið aftur er um at finna røttu kósina. Leikarar, sum hava verið burtur frá, eru nú flest allar komnar við aftur, so ivaleyst verður tað heldur hugaligari fyri teirra viðkomandi at spæla, tað sum eftir er av kappingar- árinum. Hóast møguleikin fyri heiðursmerkjum er horvin, so kunnu tær um ikki annað nýta árið til at fáa nakað av sjálvsálitið aftur á liðið, so- leiðis at liðið aftur komandi kappingarár kann verða við til at stríðast um heiðurs- merki. Dysturin í tølum Málskjúttar: Stjørnan: Anna Kristina Samson 11, Una Olsen 7, Simona Dziugyte 5, Sólvá Eystberg 3(2), Vesna Rado- vic 2, Annika Ljósstein 2 Kyndil: Lotte Sørensen 8(2), Jórun Ludvig 7, Erla H. Smith 3, Ann Hansen 2, Kristbjørg Petersen 2, Jensia Petersen 2 Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 4 Útvísingar: Stjørnan 5, Kyndil 6 Dómarar úr Tjaldri: Trýgvi Mortensen og Svenn Olsen Neistakvinnunum nýttust als ikki at spíla seg út til tess at tryggja sær væntaða sigurin á Sóljuni HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er einki at taka seg aftur í, at Neistakvinn- urnar vóru stórfavorittar at vinna dystin móti Sóljuni, sum varð leiktur í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn sunnudagin. Oddalið er Neistin ikki í ár, men hinvegin hava uppflytararnir úr Sóljuni alla tíðina hildið til í botninum av stiga- talvuni, og síðani Si- mona Dziugyte gjørdi av at fara til Klaksvíkar, eru sannlíkindini fyri sigrum so avgjørt ikki vorðin størri. Eingin spenningur Tað var eisini rættiliga skjótt greitt, at tað skuldi verða Neistin, sum fór avstað við stig- unum sunnudagin. Sóljan fekk fyrsta málið, og tær sluppu eis- ini at brenna eitt brots- kast, áðrenn Neistin byrjaði, men eftir hetta var ongantíð samband aftur millum liðini. Ístaðin øktu neista- kvinnurnar javnt og samt um leiðsluna, og tá avtormaði, høvdu tær ognað sær ein hampu- liga tryggan sigur. Løgdu lítið í dystin Liðskipari á Neistalið- num er Súna Mørk, og hon helt ikki, at talan hevði verið um tað stóra upplivilsi fyri áskoð- ararnar. – Nei. Har var sum so lítið at skriva heim um. Ferðin á dystinum var alla tíðna lág, og yvir- høvur tóktust spælarar- nir ikki at leggja so nógv í dystin. Nógvir mál- møguleikar vórðu mis- nýttir, og tað skulu so heilt aðrir bollar á supp- una, um vit skulu gera nakað sum helst við VÍF mikudagin, segði Súna um dystin. Sum nevnt, so skal Neistin mikukvøldið hitta VÍF kvinnurnar, og tað er púra vist, at lið- skiparin hevur rætt í, at talan tá verður um eina torføra uppgávu. Enn hava tær úr Vestmanna so ikki roynt at tapt, og spurningurin er helst, um nakað av hinum liðnum fer at skala tær hetta kappingarárið. Fyri Sóljuna var tapið enn eitt í longu røðini, sum hevur staðið við, og burtur sæð frá uppgerð- unum móti Tjaldri, hev- ur tað heldur ikki eydn- ast vágagentunum at fáa stig. Tað er allar helst eisini í júst teimum báð- um dystunum, sum tær enn eiga eftir móti runa- víkingunum, at Sóljan skal gera sær nakrar vónir um stig, soleiðis at tilveran í besta deildini kann tryggjast eitt ár afturat. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Súna Mørk 7(1), Birita Wardum 4, Katrin á Neystabø 4, Annika Thomsen 4(1), Bjørg Patursson 2 Sóljan: Marjun Jørgen- sen 5(5), Heidi Maria Akselsen 3, Elspa Egils- toft 1, Hertha Simonsen 1, Jóhanna í Horni 1, Fía Selma Nielsen 1 Brotskøst: Neistin 5, Sóljan 7 Útvísingar: Sóljan 5 Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Justinus Justinussen Stjørnan-Kyndil 30-24 (13-16) Stjørnan mundi snávað Kyndilskvinnurnar eru nú so smátt um at verða fullmannaðar, og hetta fer uttan iva eisini at síggjast aftur í betraðum úrslitum savnsmynd Neistin-Sóljan 21-12 (13-6) Avgreiðslu- spurningur Sóljan megnaði ikki at fáa stig við sær úr Havnini, men ivaleyst verða tað í uppgerðunum móti Tjaldri, at vónirnar um hetta skulu setast savnsmynd Fyrstu løtuna av dystinum skutu vestmenningar KÍF sundur og saman, og eftir hetta kom ongan tíð spenningur í aftur dystin HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kollfirðingar hava rættiliga havt viðvind seinastu dyst- irnar. Burtur úr dystum móti Kyndli og Neistanum eru komin trý stig, so einki er at siga til, um hond- bóltsvónirnar í Kollafirði eru betri nú, enn tær hava verið undanfarnu árini. Sunnudagin væntaðu flestu viðhaldsfólkini tó, at viðgongdin fyri eina tíð skuldi steðga. Mótstøðan kom nevnliga úr Vestmanna hesaferð, og havandi í huga nærum óhugnaligu styrkina hjá vestmenningum hetta kappingarárið, mundu stigavónirnar ikki vera av teimum bestu sunnudagin. VÍF bumbaði Tað skuldi eisini vísa seg at gerast meira enn torført hjá KÍF at nerta við vestmenn- ingar hendan dagin. Eftir níggju minuttum stóð 1-9 á stigatalvuni, og so var longu greitt, hvønn veg stigini skuldu fara. Eina somikið stóra leiðslu eru vestmenningar ikki vanir við at tveita burtur, og tað hendi so heldur ikki. Restina av dystinum hildu teir gulu eisini tørn, og hóast KÍF onkun tíð royndi at trýsta á, so kom sigurin hjá oddaliðnum ongan tíð í vanda. Tá mun- urin var minstur, skildu fýra mál partarnar, men tvey skjót mál seinastu løt- una syrgdu fyri, at sigurin eisini í tølum gjørdist sann- førandi. Ongan møguleika Tá vit eftir dystin spurdu liðskiparan hjá KÍF, Petur Martin Johansen, hvussu teir vóru nøgdir um dystin, var viðmerkingin heldur ikki meira enn tað, sum var væntandi eftir ein slíkan dyst. – Vit fáa einki at hanga saman fyrstu løtuna, og gevur tú VÍF eina slíka leiðslu, so er tað altso torført at gera nakað sum helst. – Eg haldi annars, at vit klára at pressa teir eitt sindur seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og eftir steðgin eri eg sum so væl nøgdur við tað, sum vit sýndu. Ikki minst spældi Eddie Joensen sera væl, tá hann kom á vøllin, men sum sagt, so hjálpir tað einki, tá mann fær eina somikið ringa byrjan, segði Petur Martin Johansen. Hugaligt Tá vit síðani spurdu lið- skiparan, hvussu hann var nøgdur við gongdina, sum hon hevur verið seinastu dystirnar hjá KÍF, var lagið heldur betri. – Tað kunnu vit so avgjørt ikki vera illa nøgdir um. Eg vildi sjálvandi ynskt, at hetta hevði rigga eitt sindur fyrr, men hin- vegin eru vónirnar til kom- andi kappingarárið nú sera góðar, um vit megna at halda fast við fólkið, sum vit hava í ár. – Tað kann ikki annað enn vera hugaligt, tá vit nú síggja, at tað, sum vit hava roynt undir venjing eisini riggar á vøllinum, so at vit eru nøgdir, er einki at ivast í, sigur Petur Martin at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Iljan Topic 8(2), Eddie Joensen 7, Petur Martin Poulsen 4, Durica Tomic 4(1), Jákup Dam 3(1), Kristian Madsen 2 VÍF: Johnny Joensen 7, John Zachariasen 6, Sámal Joensen 5(1), Áki Olsen 5, Martin Hummeland 4, Agnar Joensen 3, Ingi Olsen 2(2), Harald Bjørg- vin 1, Sjúrður Holm 1 Brotskøst: KÍF 7, VÍF 6 Útvísingar: KÍF 9, VÍF 5 Diskvalifikatión: KÍF 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen og Hjalmer Petersen H71 átti allar trumf- irnar til at avgera dystin móti Neistan- um, men teir spældu ikki kortini rætt, og tí kundi Neistin at enda taka stikkið heim HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað vóru tvey lið í kreppu, sum fóru á vøllin í Ítrótta- høllini á Hálsi sunundagin. Hvørki hjá Neistanum ella hjá H71 hevur riggað nakað serligt seinastu tíðina, og fyri bæði var tað tí avger- andi, at okkurt fekst burtur úr í dystinum sunnudagin. Eingin Jacob Umframt at Neistin hevur havt tað trupult seinastu tíðina, so var liðið eisini rættiliga skert undan hesi uppgávuni. Jacob Jónsson, sum í fleiri dystum hevur verið størsta álitið hjá lið- num, var sjúkur heima við hús, og tí skuldi Neistin klára seg uttan hansara hjálp í týdningarmikla dystinum. Tað var skjótt greitt, at tað heldur skuldi vera stríðsvilji enn vakurt spæl, sum skuldi tryggja øðrum liðinum sigurin, og fyrstu longu løtuna gekk sera javnt á. Seinastu løtuna undan steðginum fekk H71 tó togað seg nakað burtur frá, og vóru teir tvey mál framman fyri, tá farið varð til hálvleiks. Beinan vegin í seinna hálvleiki høvdu hoyvíking- arnir eisini møguleikan at økja enn meira um leiðsl- una, men onkursvegna megnaðu teir at misnýta tvey brotskøst, og ístaðin var tað nú neistaliðið, sum tók alt meira yvir. Teir bláu vunnu seg eisini fram um hoyvíkingarnar, og tá best stóð til hjá teim- um, var munurin niður upp á trý mál. Hoyvíkingar megnaðu tó enn einaferð at svara aftur, og fáar minuttir fyri leiklok eydnaðist teim- um aftur at fáa leiðsluna. Neistin svaraði enn eina- ferð aftur, og komu fram- um, men tá var líkt til, at H71 fekk ein avgerandi fyrimun. Tað eydnaðist tó ikki við seks móti fimm – seinni við fimm móti fýra – at skora hjá hoyvíkingun- um, og fegnir kundu neista- menninr ásanna, at teir høvdu fingið tvey stig burturúr, tá dómararnir høvdu floytað fyri seinastu ferð. Vónbrotin Eftir dystin var tað ein vónbrotin liðskipari hjá H71, sum vit fingu orðið á. – Eg haldi so avgjørt, at eg tosi fyri allar, tá eg sigi okkum vera ótrúliga vón- sviknar um, at tað ikki eydnaðist okkum at vinna dystin. Vit hava allar møgu- leikar, og ikki minst, tá vit brenna hasi brotskøstini tíðliga í seinna hálvleiki. Høvdu vit økt upp í fimm mál tá, soleiðis sum møgu- leikin var til, ivist eg ikki í, at teir høvdu knekkað. Ístaðin sleppa teir inn aftur í dystin, og fara fram um okkum. Vit megna tó eisini at koma aftur, men seinastu løtuna skulu vit gera okk- um dælt av yvirtalinum, men tað gekk so heldur ikki, sigur ein dapur Halgir Dahl Olesen. Tá sæð verður burtur frá sjálvum úrslitinum, so helt Halgir tó, at onkur ljós- punkt vóru í dystinum. – Í mun til seinast, eru vit nógv betri við, og allir leikararnir virkaðu eisini sera uppsettir í dag. Tað vísur seg bara ofta, at vit duga ikki at hava eina leiðslu, og tað hava vit so als ikki ráð til í einum slíkum dysti, sigur toppskjúttin í føroysku landskappingini at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Ári Rouch 8(2), Áki Mørk 7(1), Kári Mort- ensen 4, Helgi Justinussen 3, Rune Møller 2, Ræni Slættanes 2, Karl O. Ras- mussen H71: Halgir Dahl Olesen 13(5), Johnny Durhuus 3, Hallur Danielsen 3, Rene Dahl Olesen 2, Anfinn N. Debes 2, Agnar Højgaard 2, Olaf Vestergaard 2 Brotskøst: Neistin 3, H71 7 Útvísingar: Neistin 4, H71 7 Dómarar úr StÍF: Pole Han- sen og Justinus Justinussen KÍF-VÍF 28-34 (10-19) VÍF avgjørdu beinanvegin VÍF bumbaði kollfirðingar sundur og saman beint sum dysturin byrjaði, og eftir hetta komu stigini ongan tíð í vanda savnsmynd Neistin-H71 28-27 (13-15) Hoyvíkingar iðraðu seg Jacob Jónsson var sjúkur, og Neistin mátti tí vera sterka íslendingin fyri uttan í týdningarmikla dystinum móti H71 savnsmynd