Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 9 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 35 - 20. februar 2001 gult cyan magenta svart Alt oyggjafólki var møtt upp á keiini at heiðra Gunnleyg og hinum gentunum úr ÍBV, eftir at tær í eini sera spennandi steypafinalu høvdu bast oddaliðnum, Haukar STEYPAFINALA Jákup Mørk Tað var ein stórhending fyri føroyskan hondbólt, sum fór fram, tá íslendska steypafinalan hjá kvinnum varð leikt leygardagin. Annar parturin í finalu- dystinum vóru sonevndu eyjastúlkurnar, og millum leikararnar hjá hesum telist Gunnleyg Berg, sum hetta árið hevur roynt seg í bestu íslendsku deildini í liðnum hjá verandi meistarunum, ÍBV, úr Vestmannaeyjum. ÍBV vann finaludystin, og sostatt er Gunnleyg fyrsti føroyski hondbóltsleikarin, sum vinnur gull í eini steypafinalu uttan fyri landoddarnar. Einasti føroyingur, sum okkum kunnugt hevur verið nær við, er Svanna Hanus ardóttir, sum ta einu ferðina var við til at spæla finalu- dyst í Danmark. Ta ferðina taptu Svanna og tær tó við einum máli, og fram til leygardagin var hetta fremsta føroyska avriki í útlendskari steypakapping í hondbólti. Dysturin Vit føroyingar hava bæði hetta og undanfarna viku- skiftið verið vitni til nakrar sera spennandi steypa- finalur í bæði hond- og flogbólti, og sigast skal beinanvegin, at hvat spenn- ingi viðvíkur, so stóð finaludysturin í Íslandi einki aftan hesar finalu- dystir. Haukar eru í løtuni fremst í bestu íslendsku kvinnudeildini, og megin- partin av dystinum vóru tað eisini tær, sum høvdu steypið í eygsjón. Í hálv- leikinum vóru tær á odda 8- 6, og sambært íslendsku miðlunum, var tað einamest takk málverjanum, at ÍBV tá framhaldandi var inni í dystinum. Tá bert fá sekund vóru eftir at spæla, brendi ÍBV tað, sum helst mundi vera teirra seinasti møguleiki, og Haukur hevði ivaleyst steypið í huganum, tá tær skuldu fara í seinasta álopið. Vit lata Gunnleyg greiða frá, hvat tað var, sum tá hendi við dystinum: – Tað mundu vera eini 10-15 sekund eftir, tá Haukar kundi fara í álop. Venjarin hjá okkum hevði tá tikið Time-out, og hann bað okkum gera sum minst av mótstøðu hetta seinasta álopið. Ístaðin hildu vit tvær gentur frammi í álop- inum, og so royndu vit bara at lokka tær til at avslutta álopið sum skjótast. – Tær sluppu so at spæla seg púra leysar, men brendu møguleikan, og so fóru vit í mótálop. Hetta endaði við, at jugoslaviska Tamara Mandzic hjá okkum fekk brotskast, og hetta sendi hon í netið, soleiðis at vit vunnu rættin til longda leiktíð, sigur Gunnleyg um sera dramatiska dystin, sum varð spældur í Laugardals- høllini fyri gott 1.000 áskoðarunum. Í longdu leiktíðini vóru tær hjá ÍBV omaná, og endaliga úrslitið gjørdist, at ÍBV vann dystin 21-19. Úr- slitið eftir vanligu leiktíðina var 17-17. Stórfingin móttøka Tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Gunnleyg, var tað ein heldur moyr hondbólts- genta, sum kundi greiða frá, hvussu leygarkvøldið annars hevði verið hjá teimum. – Tað varð sjálvandi alt fyri eitt lagt upp til tað heilt stóru veitsluna, tá tað varð greitt, at vit høvdu vunnið finaludystin, sigur hon. – Fyrst ráddi tó um at koma aftur til Vestmanna- oyggjarnar, og tað var ein ótrúlig sjón, sum møtti okkum, tá ferjan kom inn móti landi. – Eg haldi, at alt, sum kundi grulva, var komið á keiina at taka ímóti okkum, umframt tey mongu við- haldsfólkini, sum høvdu verið í Reykjavík at stuðlað okkum í finaludystinum. – Síðani vórðu vit riknar niðan á ein pall, so øll kundu síggja okkum, og fyri at gera alt upp aftur betri, varð eisini skotið við fýrverki, og eg kann gott siga, at tað var nakað væl flottari enn tað, sum Býráðið í Havn skeyt, tá vit komu inn í 2000. – Síðani fóru vit allar á Pizzaria at eta, áðrenn vit fóru heim til formannin í hondbóltsfelagnum, og var so eisini meira fýrverkarí á skránni, greiður ein týði- ligar rørd Gunnleyg frá. Stór uppliving Meðan hon hevur leikt við Neistanum, hevur tað ong- antíð eydnast henni at vinna hvørki lands- ella steypa- kapping, og sunnukvøldið royndi hon heldur ikki at krógva, at hetta so avgjørt var tað størsta, sum hon hevði roynt higartil. – Hetta hevur bara verið heilt fantastiskt, men eg má viðganga, at eg eri full- komuliga útkoyrd í dag. Vit góvu alt tað, sum vit áttu í okkum í finaluni, og kroppurin er at kalla deyður í dag, so nú er bara hvíld á skránni fyri mítt viðkom- andi. Venjingin byrjar eisini longu mánadagin, so tað ræður um at verða klár til ta tíð. Fara eftir gullinum Enn er landskappingin so langt ífra liðug, og eisini her hevur ÍBV møguleika at gera seg galdandi. ÍBV er í løtuni á øðrum plássi, seks stig aftan fyri Haukar, men hóast mótstøðuliðið í finaluni vinnur deildina, so er ikki víst, at tær eru meistarar, tá avtornar. Í Íslandi er skipanin so- leiðis, at átta tey bestu liðini koma víðari í eitt endaspæl, sum verður leikt eftir cup-skipanini. Har spælir nr. eitt so móti nr. átta, og so verður funnið fram til finaluluttakararnar eftir ávíkavist fjórðings- og hálvfinalur. Spurd, um hetta eisini er nakað, sum tær hugsa um, nú gullið er komið til høldar í steypakappingini, sigur Gunnleyg, at tað er tað so avgjørt. Hvør veit, kanska er søguskrivingin hjá Gunn- leyg ikki liðug enn á hesum sinni. Møguleikin fyri greipuni er enn til staðar, og Gunnleyg og tær ætla sær so avgjørt at verja heitið, sum eyjastúlkurnar vunnu fyri knøppum ári síðani. gult cyan magenta svart Nr. 35 • týsdagur • 20. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Mjølnir vann eftir gysara Lesið miðsíðurnar Havnargentan, Gunnleyg Berg, er fyrsti føroyski hondbóltsleikarin, sum hevur vunnið eina steypafinalu uttan fyri føroysku landoddarnar Mynd: Morgunblaðið Gunnleyg er íslendskur steypavinnari IRIS er við fyri at royna seg – Vit stremba ikki eftir at koma víðari. Vit eru við fyri at spæla, sigur Oddur Olsen, ein av tónleik- arunum í IRIS Tónleikur IRIS, sum fyrr kallaðist 69, spældi fyrstu ferð í Logn- brá. Tá teir spældu í Lognbrá, høvdu teir ongan veruligan sangara, men tað gekk gott álíkavæl. Í 1999 gjørdu teir av at fara til Prix Føroyar, og fingu ein nýggjan sangara til hesa kappingina. Tað var Tróndur Johannessen. Tróndur fekk ungdómin at kóka, tá teir spældu til síðsta Prixið í Klaksvík. Teir spældu rock og grunge, og tað gjørdi, at alt gólvið í KÍ høllini var fult av fólkið alla tíðina, meðan teir spældu. Limirnir í IRIS eru teir somu, men hesaferð verður tað ikki Tróndur Johannes- sen, sum fer at undirhalda við sangum, men ein leir- víkingur, sum Oddur Olsen hevur fingið fatur í – Hann syngur fantasktist og fer heilt sikkurt at fáa gólvið at rocka líkasum Tróndur fyri tveimun árum síðani, heldur Oddur. Limirnir í IRIS eru ann- ars Oddur Olsen, gittar, Óli Joensen, bass, Leif Eg- holm, gittar og Jens Pauli Joensen, trummur. Prát við Oddur Fara tit at spæla Grunge líkasum tit gjørdu síðsta ár? – Vit fara at spæla eitt sindur av hvørjum. Frá poppballadum til jazz og kanska rock av tí villasta villa. Hvønn boðskap hava tit í ár? – Lívsroyndir – hvussu ein upplivir gerandisdagin. Programmið hjá tykkum? – Vit hava eitt ógvuliga fast program. Vit leggja hart út og fara síðani at spæla okkurt stillari lag og enda við einum braki. Hvaðani fáa tit tykkara inspiratión? – Inspiratiónin kemur frá okkum øllum. Vit fáa hana frá hvørjum øðrum. Frá einari hægri eind, sum út- gevur okkara egna útspæl. Hvat við einari útgávu? – Hevur hevur verið uppi og vent, men kanska mangla vit dirvi og ídni. Eitt sindur til øll Tit koma at hava 20 minutt- ir á palli. Hvussu nógvar sangir fara tit at spæla? – Fimm Navnið hjá orkestrinum var 69 fyrr, nú er tað broytt til IRIS. Hví? – IRIS er ein Litgudur. 69 vuksu vit frá. Og kanska kemur navni IRIS mest frá navninum sum tann gamli hjá Harley var róptur Iris. Ætla tit tykkum víðari? – Vit stremba ikki eftir tí. Vit eru við fyri at spæla. Hvør er málbólkurin hjá tykkum? – Vit spæla okkurt til øll vanlig fólk, faktist øll fólk. Tungan jazz til tey eldru. Baby-rock til tey 15-17 ára gomlu. JáH Oddur Olsen er ein av limunum í bólkinum IRIS, sum verður við innleiðandi Prix-kappingini í Klaksvík. Mynd: JáH Bilur fór út av Fýra fólk vórðu flutt á skaða-stov- una, tá persónbilur fór út av vegnum við bergholið í Leynum ÓHAPP Eyðun Klakstein Leygardagin um 9- tíðina fekk løgreglan í Havn fráboðan um eitt ferðsluóhapp við Leynabergholið. Ein persónbilur við fýra fólkum var farin út av, og tá boðini komu var illgruni um, at fólk sótu føst í bilinum. So álvarsamt vísti tað seg tó ikki at vera, men øll fýra fólkini vórðu flutt á skaðastovuna. Tey høvdu fingið smærri snuddir av óhappinum. Bilurin var á veg suð- ureftir, tá hann av eini ella aðrari orsøk fór út av vegnum. Løgreglan hevur bíðað við avhoyr- ingunum av bilføraran- um, tí hann var skelkað- ur av óhappinum. Millum fólkini í bilin- um var eitt smábarn. Vørubilur út av Eitt annað ferðsluóhapp hendi leygardagin norð- anfyri Kollafjørð. Ein vørubilur fór út av vegn- um, og førarin av hesum bilinum verður skuld- settur fyri at hava koyrt við kenning. Ein bilførari í høvuðs- staðnum varð um viku- skiftið tikin fyri at hava koyrt við kenning, men hesin var ikki úti fyri nøkrum óhappi. Í farnu viku vóru tríggir bilførarar tiknir í Havn, tí illgruni var um, at teir koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka. Handaliga arbeiðið hjá næmingunm á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík verður sýnt fram í dag Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða lið- ugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt. Framsýningin í ár er størri og fjølbroyttari enn vanligt, og hetta kemst av, at skeiðið nú eru longt við 6 vikum. Undirvíst hevur verið í hondarbeiðslærugreinunm, binding, tilskering, seym- ing, leður og skinn, patch- work, silkimáling, broder- ing, føroysk bond. Eisini café Í samband við eina evnis- viku, har evni var ”Neyta- konan ein horvin kvinnu- mynd”, tilevnaðu næming- arnir klæði til eina neyta- dukku. Hesar vøkru dukkur verða eisini við á framsýn- ingini. Á framsýningini verður eisini høvi hjá teimum vitj- andi at fara á cafe, fáa ein góðan køkubita, sum næm- ingarnir hava baka, afturvið einum góðum kaffimunni. Sum nakað nýtt verður opið hús har vitjandi – kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra – kunnu fáa meira at vita um skúlan. Framsýningin er opin týsdagin frá kl. 16:00 til 21:00, og Húsarhaldsskúli Føroya sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýning á Húsarhalds- skúlanum Fyrstu finalistarnir funnir Lognbrá í Klaksvík var seinasta leygarkvøldið karmur um tað fyrsta inn- leiðandi umfarið av ársins songrødd. Tiltakið var sera væl fyriskipað, og gjørdu fyriskiparnir av álvara sítt til at áhoyrarin var við í kappingini. Við stórskíggja, ljós- og roykshowið og sápubløðr- um varð bygt upp til eitt sera spennandi kvøld. Sjey luttakarar vóru tilmeldaðir – seks gentur og ein drong- ur. Tann fyrsti luttakarin fór á pallin klokkan umleið 11.30, og longu tá var fult av fólki í hølinum. Sera skjótt gekk við at fáa lut- takarnir á pallin, og tá tann seinasti var liðugur at frammføra sína egnu útset- ing av Lenny Kravitz sang- inum »Føroyska Kvinna«, kom so tann løtan, ið øll spent bíðaðu eftir. Nú skuldi kunngerast, hvørjir tveir av teimum sjey song- fuglunum skuldu sleppa víðari til finaluna og har fáa møguleikan at ogna sær høvuðsvinningin á 10.000 kr. Sera spennandi varð, tí allir luttakarnir høvdu gjørt sera nógv burturúr síni frammførslu. Niðurstøðan bleiv so tann, at Randi Sivertsen og Nicolina Rubeksen komu víðari, ávíkavist sum nummar tvey og eitt. Útfrá tiltakinum í Klaks- vík leygarkvøldið at døma, hava vit nøkur sera spenn- andi innleiðandi umfør, og eina ikki minni spennandi finalu í væntu. tj