hósdagur 8. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
Russiskur
“I met a very good man”. Hetta er einfalda
grundin til, at 35 ára gamla Dasha Jacobsen úr
russiska stórbýnum St. Petersburg nú býr á
Garðavegi í Klaksvík.
Samrøða
Dorit Hansen
Dorit@sosialurin.fo
Mynd: Høgni Thomsen
Stilla og blíða kvinnan
bjóðar vælkomin í hugna
ligu og einkult innrættaðu
stovuni. Hon hevur bakað
føroyska kaku og situr og
gevur
tríggjar
mánaðir
gamla Tórsteini bróst, með
an vit práta.
Hon hevur bara búð í Før
oyum í eitt ár og tosar ikki
so nógv føroyskt enn. Tó
so, tá telefonin ringir svarar
hon á føroyskum, og tølini
dugir hon líka væl á før
oyskum sum á enskum.
Tíggju ára gamli sonurin,
sum situr og spælir teldu
spæl, tosar longu flótandi
føroyskt.
Barn í kommunistiska
Russlandi
Dasha var umleið fimmtan
ára gomul, tá ið Gorbatjov
innførdi demokratiskar re
formar í kommunistiska
Sovjetsamveldinum. Hon
var stutt síðani flutt til St.
Petersburg saman við for
eldrum sínum. Foreldrini
vóru bæði verkfrøðingar.
Pápin arbeiddi í herðinum
Nýføroyskar kvinnur:
Vit eru fluttar – ikki innfluttar
Ofta verður sagt, at føroyingar eru allastaðni. Føroyingar
ferðast og arbeiða um allan heim, og tí er tað kanska ikki so
løgið, at hetta førir til nýggj altjóða sambond. Fólk hittast,
gerast væl og velja sær eitt felags heimland.
Dasha og sonurin, sum
dugir betur føroyskt enn
hon, tí hann sleppur at fáa
frálæru í og á føroyskum
hvønn dag.
Kvinnubólkurin í
Vágum skipar í kvøld
fyri kvinnudegi við
áhugaverda og ikki
sørt provokerandi
heitinum, “Innfluttar
kvinnur í Føroyum.”
Javnstøða
Dorit Hansen
Dorit@sosialurin.fo
Fundurin verður í Bygda
skúlanum í Miðvági, klokk
an 20. Røðarar verða leið
arin í Kvinnuhúsinum Elin
Reinert Planck, landsstýris
maðurin í innlendismálum
Jacob Vestergaard, Súsanna
Nordendal,
løgfrøðingur,
Emmy Joensen frá menta
málaráðnum umframt eitt
umboð fyri politiið.
Kvinnuhaldið
Kvinnubólkurin í Vágun
um varð stovnaður fyri
nøkrum árum síðani við tí
endamálið at fáa fleiri
kvinnur upp í politikk. Tær
plaga at skipa fyri einum 8.
mars haldið, og í ár hava
tær valt eitt evnið, sum
kanska vísir, at tørvur er á
einum kvinnuligum sjónar
hornið – eisini í politikki.
Marjun í Kálvalíð, ein av
fyriskiparunum, sigur, at
tær hava valt hetta evnið,
tí fleiri og fleiri kvinnur
koma til Føroyar við ein
vegis ferðaseðli og eini
adressu í hondini. Adressan
vísir vegin til ein mann,
sum tær skulu giftast við,
men als ikki kenna. Hetta
er ein samfelagsligur tru
puleiki, tí mangan enda
hesi sambond ólukkuliga,
og kvinnurnar standa eftir
einsamallar, uttan netverk,
og ofta uttan møguleika at
klára seg sjálvar.
Innfluttar kvinnur
Gomlu
katalogini
frá
Daells Varehus koma ikki
longur í hvørt hús í Før
oyum, men í summum
húsum eru nýggj katalog
komin í staðin. Hesi lokka
ikki við lekrum frakkum
og heitum handskum, men
við
ungum,
eiggiligum
kvinnum. Trafficking –
søla av kvinnum til pro
sitituión og slavuarbeiði- er
ein vaksandi trupuleiki í
Vesturheiminum. Men inn
fluttu kvinnurnar í Før
oyum eru ikki keyptar til
víðarisølu. Tær koma, tí
nakrir menn ynskja ein
kvinnukropp í songini og
nakrar
kvinnuhendur
í
køkinum.
Innfluttu kvinnurnar eru
í serligari støðu og mugu
fáa tann stuðul tær hava
tørv á. Men Marjun í Kálva
líð sigur, at sjálvandi hevur
tað týdning, at allar kvinn
ur, sum flyta til Føroyar,
fáa nøktandi umstøður og
virðiliga viðferð. Føroyar
hevur ongan integratións
politikk. So hvør tryggjar
rættindini hjá hesum kvinn
um?
Hvussu tryggja vit, at
hesar kvinnur og børn
teirra læra føroyskt mál og
føroyska mentan? Hvør
hevur ábyrgdina av, at tær
fáa upplýst skyldur og
rættindi? Og hvussu hjálpa
vit teimum kvinnunum,
sum
enda
saman
við
harðendum monnum ella
monnum, sum ikki halda,
at kvinnur hava sama virði
sum
onnur
menniskju.
Hetta er nakrir av spurn
ingunum, sum verða við
gjørdur í Miðvági í kvøld.
Kvinnur í neyð
Kvinnuhúsið er eitt stað,
har kvinnur í neyð kunnu
leita sær hjálp. Leiðarin í
Kvinnuhúsinum Elin Rei
nert Planck sigur, at árliga
søkja
umleið
tríggjar
kvinnur av útlendskum
upprunað sær hjálp hjá
teimum. Flestu ynskja at
verða verandi í Føroyum, tí
tær hava ikki nakað at
venda aftur til. Børnini eru
føroysk, og her kunnu tær
geva teimum eina framtíð.
Kvinnurnar kunnu eisini
risikerað at verða útstoyttar,
um tær venda aftur til
heimlandið.
Elin Reinert Planck sigur
seg onki kenna til traf
ficking í Føroyum, men tað
kann gott vera, at onkur
hevur vunnið sær pening
við at seta kvinnurnar í
samband
við
føroyskar
menn. Elin heldur eisini, at
tað kann vera vandamikið
at kalla hesar kvinnur
‘innfluttar’. Her er kanska
brúk fyri eini hugburðs
broyting, so vit ikki døma
hesar kvinnur út frá egnum
fordómum.
Dasha hevði ynskt, at hon kundi farið á
eitt intensivt skeið í føroyskum á sama
hátt sum innflytarar í Danmark gera.
”
Fyri umleið trimum árum síðani møtti
Dasha einum føroyingi á einari veistlu
fyri støk í St. Petersburg. Hon sigur, at
hon visti beinanvegin at hesin róligi
persónurin var ein góður maður.
”
Kvinnuhald í Vágunum:
Innfluttar
kvinnur