Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2007 5 tíðindi dreymur um føroyskt mál og mamman á almennum arbeiðsplássi. Dasha hevði ein níggju ár eldri beiggja, og barnaár hennara líktiskt tí hjá øðr­ um børnum í Russlandi. Sum lógin kravdi var hon limur í ungdómsfelagskapinum hjá kommunistiska flokkinum. Tað vóru øll børn, sigur hon. Føroyska paradísið Fyri umleið trimum árum síðani møtti Dasha einum føroyingi á einari veistlu fyri støk í St. Petersburg. Hon sigur, at hon visti beinanvegin at hesin róligi persónurin var ein góður maður. Tey skrivaðu saman og vitjaðu hvønn annan, og fyri hálvun øðrum ári síðani flutti Dasha til Før­ oyar. Og sjálvt um hon onk­un­ tíð longist aftur til vinirnar í St. Petersburg, og hóast veðrið onkuntíð kann vera eitt sindur tungt, so er hon glað fyri sítt nýggja land. Hetta er eitt paradís fyri børn, sigur hon. - Fólk eru blíð og vinarlig, nábúgv­ arnir hava verið gestablíðir, og hóast eg eri smæðin, virðismeti eg hetta høgt. Stórbýarlív Dasha tók eina trý ára langa pædagogútbúgving í Russlandi, og arbeiddi so nøkur ár á barnagarði. Síðani valdi hon at útbúgva seg víðari til ítróttarlærara. Hetta tók fýra ár. Um somu tíð fekk hon elsta sonin. Lívið sum ein­ lig mamma í St. Petersburg var ikki altíð so lætt. Hon arbeiddi sum lærari, og sjálvt um prísirnir á mat­ vørum vóru nógv lægri, enn teir eru í Føroyum, so var lønin eisini so lág, at ikki nógv var eftir. Stórbýarlívið kann vera stuttligt, tá ein er ungur, men tað er ikki tað besta fyri børn. St. Petersburg er merktur av nógvum krimi­ nalitetið, og Dasha mátti hvønn dag leiða son sín í skúla og vera aftur eftir honum, tá skúlin var lið­ ugur. Hon tordi ikki annað, tí gøturnar vóru ov vanda­ miklar fyri børn. Dasha longist heldur ikki aftur til altíð at skula skunda sær og altíð at vera bangin fyri at koma ov seint. Málið er lykilin Dasha er í løtuni í barns­ burðafarloyvi. Annars arb­ eiðir hon á Høvdavirkinum í Lorvík, har eisini fleiri onnur starvsfólk eru úr Russlandi. Hon er glað fyri at hava eitt arbeiði. – Sjálvandi vil eg sleppa at arbeiða. Allar kvinnur ynskja at arbeiða, bæði fyri at hava sínar egnu pengar og fyri at vera saman við øðrum fólki. Men um hon skal hava nakran møguleika at fáa arbeiði uttanfyri fiski­ídn­ aðin, má hon fyrst læra føroyska málið. Málið er lykilin til alt, heldur hon. Sum er, verður føroyskt undirvíst eitt kvøld um vikuna, og tað er ikki nokk. Dasha hevði ynskt, at hon kundi farið á eitt intensivt skeið í føroyskum á sama hátt sum innflytarar í Danmark gera. Hon vil gjarna læra føroyskt, tí tað er her hon vil liva - saman við góða manninum og føroysku børnunum. Sjálvandi vil eg sleppa at arbeiða. Allar kvinnur ynskja at arbeiða, bæði fyri at hava sínar egnu pengar og fyri at vera saman við øðrum fólki. ” Ungir danskir menn eru søguliga góðir pápar At skifta blæu, røra greyt, fara túr við børnunum og at halda barsilsfarloyvi. Ungir danskir menn taka sær nógv meira av sínum børnum, enn pápar og abbar teirra nakrantíð hava gjørt Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fyri 20 árum síðan hildu uml. 15.000 danskir menn barsilsfarloyvi. Í dag er tal­ ið hækkað til tað dupulta. Longdin á farloyvinum er eisini økt til 3½ viku í miðal, sigur Javnstøðu­ nevnd­in á heimasíðuni. – Teir hepnast ótrúliga væl við faðirskapinum, tí teir prioritera tað høgt. Teir hava viljan at gjalda prísin, tað kostar, eitt nú at steðga upp á arbeiðsmarknaðinum eina tíð. Og teir skulka sær ikki undan at vera heima hjá børnunum, tá tey eru sjúk. Faðirskapið er tað økið, har størstu broyt­ing­ arnar eru hendar í mann­ fólkalívinum«, sigur mann­ fólkagranskari við Roskilde Universitetscenter, Ken­ neth Reinicke. Hann heldur, at ungu páparnir hava skilt, at teir lumpa seg sjálvar, um teir bara leypa inn í traditionellu kynsleiklutirnar, har arb­ eiði og fótbóltur hava størsta týdningin. »Teir hava funnið útav, hvat tað merkir at hava eitt lív umframt arbeiðslívið, og hvussu nógv andliga ríkari teir vera, av at vera til staðar hjá børnunum og familjuni«, sigur Kenneth Reinecke. Hann leggur dent á, at sjálvt um nógvir pápar framvegis raðfesta arbeiðið høgt, so eru teir bæði nærverandi, ídnir og ábyrgdarfullir, tá teir koma heim til børnini, sigur Javn­ støðunevndin frá Jyllands­ postinum á www.javnratt.fo Bomm og køkur úr dagstovnum Danski ráðharrin í fam­ ilju og -brúkaramálum, Carina Christensen, mæl­ ir nú til, at alt góðgæti skal burtur úr dagstovn­ um. Ráðharrin heitir á allar kommunur og dagstovnar um at orða ein greiðan kostpolitikk alt fyri eitt. Ongar ætlanir eru tó um at lóggeva móti góðgæti og køkum, og ráðharrin heldur fast við, at tað eru foreldrini sum hava evstu ábyrgdina av kostinum hjá børnunum. Danskar kanningar vísa, at børn eta eins nógva køku sum rugbreyð, og at nýtslan av góðgæti hækk­ aði við einum triðingi í árunum 1995 til 2002. Danir skulu hava fleiri børn Í miðal skulu familjurnar hava trý børn. Soleiðis ljóðar nýggja málið hjá familjuráðharra, Carinu Christensen. – Vit skulu fara úr tveimum upp í trý børn. Eg haldi tað er løgið, at fólk ikki fáa fleiri børn, tí fari eg at seta eina kanning í verk, sum skal avdúka, hvat forðar fólki í at fáa fleiri børn, sigur Carina Christensen við Berlingske Tidende. Sambært ritzau, siga S og R, at barnleysi fam­ iljuráðharrin ikki skal blanda seg uppí, hvussu nógv børn fólk fáa.