hósdagur 8. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 48 - 8. mars 2007
“Eg veit, at tað var eitt
sindur svakt, men eg
angri tað ikki,” sigur
Gladys á Kósini um,
at hon gifti seg við
manni, sum hon
næstan bara kendi
gjøgnum brøv.
Samrøða
Dorit Hansen
Dorit@sosialurin.fo
Mynd: Høgni Thomsen
Vit sita inni í hugnaligu og
fjálgu stovuni hjá Gladys
og føroyska manni hennara.
Maðurin siglir við trolara
úr Hirtshals. Tvey ára gamli
Joshua, sum spælir bil á
gólvinum, tosar bæði fili
pinsk og føroysk orð, með
an hálvt ára gamli Michael
bara tosar babymál enn.
Trygg barnaár
Ikki visti lítla Gladys at hon
ein dag skuldi hoyra heima
á nøkrum køldum oyggjum
í
Norðuratlantshavinum.
Foreldrini hjá Gladys høvdu
níggju børn, fimm døtrar
og fýra synir, og fyri at
tryggja teimum ein góðan
uppvøkstur og góða framm
tíð, vórðu tvær av døtrunum
fluttar til eldri familju at
vera.
Gladys búði hjá ommu
síni frá hon var fýra til hon
var trettan. Omman búði
ikki langt frá foreldrunum,
og sum siður er á Filipsoyg
gjunum var familjan tætt
knýtt. Gladys minnist barna
árini sum trygg og stuttlig,
omman forkelaði hana, og
hon
spældi
við
síni
syskinabørn.
Sum 13 ára gomul flutti
hon til mostur sína fyri at
ganga í studentaskúla.
Filipinska netverkið
Gladys heldur, at Føroyar
líkist Filipsoyggjunum eitt
sindur. Klaksvík við sínum
brekkum og fjøllum líkist
einari filipinskari bygd, og
familjusamanhaldið er líka
sterkt í báðum londum. Tað
búgva eisini nógvir filipin
arar í Føroyum, og teir hal
da líka væl saman, sum før
oyingar gera, tá teir eru
uttanlands.
Gladys hevur fleiri fili
pinskar vinkonur í Føroyum,
og tær hjálpa og stuðla hvør
ja aðrari. Tað fer ikki ein
føðingardagur framvið, utt
an at tær allar eru saman.
Mamma Gladys var í Føroy
um og hjálpti henni, eftir at
fyrsta barnið varð føtt, og
nú hevur elsta systir hennara
júst verið og hjálpt henni í
seks mánaðir. Hetta er fili
pinskt, sigur hon. Vit hjálpa
hvørjum øðrum.
Lærarastarv
Eftir lokið miðnám las Gla
dys til lærara á Filipsoygg
junum í fýra ár við sergrein
í barnasálarfrøði. Skúlin
var dýrur, men foreldrini
goldu. Filipinarar seta stóra
æru í skúlagongd, og forel
Filipinsk lærarinda á
Tá mamma hennara var og vitjaði, var
hon kedd um, hvussu hart arbeiði dóttirin
hevði. Men tað er ikki so nógv at gera við
tað, sigur Gladys.
”