Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 48 - 8. mars 2007 Í næstum fer Alv undir nýtt arbeiðs­ skapandi tiltak fyri ungar mammur, sum eru steðgaðar upp á arbeiðsmarknaðinum. 40 ára gamla Krista Toftegaard úr Fuglafirði er mamma at fimm børnum, og hevur verið í Alv í eitt ár nú. – Nú elski eg lívið, tað gjørdi eg ikki, tá eg byrjaði her, sigur hon   Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo   Tað er ein sannroynd at tað kann vera torført hjá ung­ um, ofta einligum, mamm­ um at fáa gerandis­dagin at hanga saman. Tí eru tær eisini ein vanda­bólkur, sum ofta missir tilknýtið til arbeiðs­markn­aðin. Hetta vil leiðslan í Alv gera nakað við soleiðis at mammurnar koma í gongd aftur.   Byggja tær upp aftur Edith Dahl er pedagogur og starvast á Alv. Hon og 40 ára gamla Krista Toftegaard Eyvindsson, sum er einlig mamma og hevur verið í Alv í eitt ár, hava lagt leið­ ina framvið Miðlahúsið í dag, fyri at greiða frá ný­skapandi verkætlanini. Edith sigur soleiðis frá: – Endamálið er at venja mammurnar at vera á arbeiðsmarknaðinum aftur, samstundis sum tær sleppa at arbeiða við sær sjálvum sum menniskju. Nógvar hava ikki verið úti í mong ár og hava kanska fingið nakrar vanar, sum ikki eru so hepnir á einum arbeiðs­ plássi. Í roynd og veru snýr tað seg um at byggja upp sjálvs­álitið og sjálvs­virð­ing­ ina, og ikki minst at geva teimum nakrar succes­upp­ livingar, sigur Edith. Og Krista greiðir frá um fyrstu ferð hon kendi á sær, at dugur var í henni hóast alt. – Eg gloymi ikki fyrstu ferð eg fekk eitt væleydnað úrslit burturúr tí, sum eg geri í Alv. Uppgávan var at gera ein grafiskan profil til ein frisør, sum eg hevði kundasamband við. Eg hevði gjørt tvey uppskot um visitkort, og kundin valdi tað, sum eg sjálv var mest nøgd við. Nakrar dag­ ar seinni kom hon aftur og vildi hava meira tilfar frá mær. Tá var eg bara so stolt, at eg fleyg uppi undir loft­ inum restina av degnum, sigur Krista, og tær smílast báðar tvær, tí, jú, tað var ein góður dagur.   Mugu sjálvar vilja Krista hevur verið brúkari av Alv í eitt ár nú og er um at vera til reiðar at fara út á veruliga arbeiðsmarknaðin. Hon fekk ikki tilboðið tí hon var einlig mamma, men tí at hon var steðga upp. Nú hava tey í Alv tó gjørt av at bjóða ungum mammum, sum eru steðgaðar upp, við. Ætlanin er at gera bólkar við fýra ella fimm mamm­ um í hvørjum, so at tær kunnu stuðla hvør aðrari. – Men tað er alneyðugt, at kvinnan sjálv hevur hug at koma víðari. Ongin kann noyða nakran til nakað, og tað er eitt hart stríð at arbeiða við sær sjálvum, sigur Edith Dahl, og Krista nikkar samd.   Hugdi eftir óruddinum Seinastu árini hava verið rokalig hjá Kristu og børn­ um hennara. Eftir eitt baldr­ ut hjúnalag er hon í dag einsa­møll við tveimum børn­­um, meðan tey trý elstu búgva til fosturs. – Alt, sum æt sjálvsálit og sjálvsvirðing, var burtur. Í dag dugi eg væl at síggja, at eg var steðga upp, millum annað tí at eg var depressiv. Tá eg hevði sent børnini avstað um morgunin, sat eg inni og hugdi eftir órudd­in­ um, sum bara hopaði seg upp. Gjørdi onki við meg sjálva, var óð og beisk og stygdi fólk frá mær, sum royndu at hjálpa ella gjørdu vart við støðuna, sigur Krista. Ein dagin tók hon eina stóra og týðandi avgerð, sum hon mangan hevur angrað, tá á hevur staðið: Krista bað barnaverndina um hjálp. Umframt nógv annað, fekk hon tilboð um sálarfrøðing, har hon gekk í eitt ár. Har arbeiddi hon mið­víst við sær sjálvari, og lærdi millum annað at seta fokus á tað, sum var við­ kom­andi, og at ikki altíð geva hinum skyldina. Tað var eisini barnaverndin sum skeyt upp, at Krista fór í Alv, so at hon kundi blíva arbeiðsfør aftur eftir 11 ár Fáa ungar mammur Trot á arbeiðsmegi Tær smáu skipasmiðjurnar í Danmark hava tað ikki lætt í hesum tíðum. Tann stóri trupulleikin er, at skipasmiðjurnar fáa ikki nóg mikið av fólki, og tað hevur havt við sær, at tær hava verið noyddar at siga fleiri bíleggingar frá sær. Í einari roynd at loysa kreppuna hava skipasmiðjurnar nú leitað sær av landinum eftir arbeiðsmegi, og fleiri teirra hava longu sett útlendskar handverkarar. Sum skilst er tørvur á øllum handverkarum. Velja keisaraskurð Meðalaldurin á donskum barnakonum var í fjør 30,7 ár. Hagtølini vísa eisini, at tær, sum eiga fyrstu ferð, gerast eldri og eldri. Í 2005 var meðalaldurin á teimum, sum áttu fyrsta barnið, 28,8 ár, og í fjør kom hann upp á 29, skrivar JydskeVestkysten. Blaðið vísir eisini á, at altsamt fleiri danskar barnakonur vilja eiga við keisaraskurði. 22,3 prosent av teimum, sum eiga á sjúkrahúsi, eiga við keisara­ skurði. Keisaraskurðirnir eru 14.000 í tali. Krista hevur verið á sjálvsálit og sjálvsvir børnini avstað um m óruddinum. Gjørdi frá mær, sigur Krista arbeiðsmarknaðin