Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 48 - 8. mars 2007 uttan fyri arbeiðs­markn­að­ in.   Seta sær mál Hjá Alv verður fyrilit tikið fyri serligu støðuni hjá mammum. Bara tað, at tær ofta eru einsamallar við børn­­um, gevur nakrar prakt­ iskar avbjóðingar viðvíkj­ andi møtitíðum, flutningi og ikki minst at peningaligu ráð­ini eru ikki so góð. Edith Dahl greiðir frá: – Ein stórur partur av til­ boðnum hjá Alv snýr seg um at menna sosialu før­ leikarnar hjá fólki, sum hava mist álitið á seg sjálvi. Tí arbeiða vit eisini mwiðvíst við at menna sjálvsvirðið, eitt nú við at fólk sjálvi velja sær nøkur sonevnd satsøki, sum tey arbeiða við at styrkja. Eisini læra tey at fokusera á, hvørjir veik­leik­ar og hvørjar styrkir tey hava. Síðan kunnu tey seta sær ítøkilig mál at arbeiða við, og fáa nøkur amboð frá okkum. Deildin, sum Edith og Krista umboða, eitur Marg­ fald. Tað er ein grafiskur verkstaður, har uppgáv­­urn­ ar bæði eru smáar verk­ætl­ anir, sum eru bæði spenn­ andi og avbjóðandi, men eisini keðiligt pakkiarbeiði. Alv hevur samband við arbeiðsgevarar kring alt land­ið, og ætlanin er, at áðr­ enn kvinnurnar verða slept­ ar úr skipanini, hjálpir stovnurin teimum at fáa eitt rættiligt arbeiði úti í vinnuni. Kortini kundu tey hugsað sær, at tað vóru fleiri arbeiðsgevarar, sum bjóðaðu sær til at taka starvsfólk inn, sum hava verið í Alv. - Tey hava nógvar ymsar førleikar og sterkan vilja til at gera sítt besta, sigur Edith.   Larmaði illa Edith og Krista eru báðar samdar um, at Krista er ikki til at kenna aftur í dag í mun til fyri einum ári síðan, tá ið hon fyrstu ferð møtti upp í Alv. – Eg var ógvuliga áleyp­ andi, treisk og aggress iv, tá eg byrjaði í Alv. Ongin skuldi ráða yvir mær, og gud náði tann, sum segði, at eg skuldi gera eitthvørt ella hvuss u tað skuldi gerast. Í dag dugi eg at síggja, at hetta var ein skjøldur, eg hevði byrgt meg innanfyri, tí sjálvsvirðingin var ongin. Eg tosaði hart og fylti nógv. Var von við larm, rok og órudd. Hetta hevur verið eitt av mínum arbeiðs­mál­ um í Alv: at blíva stillari, mjúkari og meira avrundað, sigur Krista. Og hon for­tel­ ur um eina hending, sum hevði stóran týdning fyri hana. – Elsti sonurin segði ein dagin: Mamma, tú ert blivin nógv fittari. Tá svaraði eg honum, at ja, mamma vil ikki vera ill og rópa, men vera fitt og góð.   Smálutir forða Nógvar ungar og einligar mamm­ur í Føroyum velja at stinga í sekkin og leita sær niður til Danmarkar á eitt sosialcentur, har leigu­ íbúð, bústaðatrygging, barna­kekkur og frípláss standa teimum í boði. Kortini eru nakrar, sum royna at hóra undan í Før­oy­ um, og allar almanna­stov­ urnar í landinum kenna til mamm­ur, sum fáa for­sorg­ arhjálp. – Tá vit á einum fundi við Almannastovuna í Havn greiddu frá um tiltakið, kundu tey beinanvegin vísa á fleiri mammur, sum eru steðgaðar upp á arbeiðs­ markn­aðinum, og sum ikki koma í gongd aftur, fáa tær ikki stuðul til tað, sigur Edith Dahl. Hon vísir á, at tað ofta eru smálutir, sum gera av, at mammurnar ikki koma út á arbeiðsmarknaðin. Arbeiðs­tíðirnar og at­komu­ møguleikar skulu lagast til tørvin hjá familjuni. Ráðini eru ikki til bil, so arbeiðs­ pláss og ansingartilboð skal vera tætt at heiminum, ella at­komulig við buss i. Og arbeiðstíðirnar skulu eis­ini hóska til upplatingartíð­irn­ ar hjá stovninum.   Stríðið er ikki av Í dag er heimið hjá Kristu og teimum báðum smáu reint og ruddiligt, og hon ger nógv við at hugna um. – Eg havi brúk fyri at koma upp um morgunin og avstað til arbeiðis. Eg fái orku av at vera til nyttu, og fái eg so nógv meira frá hondini, tá ið eg komi heim seinnapartin, sigur hon og brosar. Krista veit, at stríðið er ikki av enn. Men hon er kom­in hagar, har hon spaku­ liga hevur endurvunn­ið trúnna á seg sjálva. Hon hevur fingið eitt netverk og hevur lært seg at biðja um hjálp, tá ið á stendur. Alv sleppur henni ikki, fyrr enn hon er til reiðar, og framyvir fer hon at hava ein kontakt­ persón, sum kann traðka til, um eitthvørt er. Nú er túr­ urin komin til, at Krista fær álit á, at tørvur er á henni á arbeiðsmarknaðinum. – Nú eri eg glað fyri at liva – tað var eg ikki, tá ið eg kom fyri einum ári síðani. Eg havi fingið nøkur góð amboð við mær frá Alv. Næsta málið verður at fáa eitt ordiligt starv. Og síðan at fáa tey trý elstu børnini heim aftur, sigur Krista álvarsliga. Edith Dahl er pedagogur og starvast á Alv. - Ein stórur partur av tilboðnum hjá Alv snýr seg um at menna sosialu førleikarnar hjá fólki, sum hava mist álitið á seg sjálvi. í gongd aftur Størri ferðsla Ein nýggj meting sigur, at ferðslan á teimum donsku landavegunum fer at veksa sera nógv tey næstu 20 árini. Ja, sambært metingini verður ferðslan í 2030 tvær ferðir so stór sum nú. Kanningin vísir, at ferðslan fer at veksa serliga nógv á Keypmannahavnar-leiðini og í Mið- og Eysturjyllandi. Verður einki gjørt, verða tær longu bilarøðirnar gerandiskostur, samstundis sum vandin fyri fullkomiligum steðgi í ferðsluni er stórur. Bara grønlendskt Á aðalfundi í valfelagnum hjá Siumut í Nuuk bleiv samtykt at virka fyri, at grønlendingar fáa eitt blað, sum bara skal koma út á grønlendskum. Lars Emil Johansen, floksformaður, sigur, at orðaskiftið um tey stóru samfelagsmálini fyllir ov lítið í bløðunum, og at hetta lutvíst kemst av, at mong hava ilt við at kunna seg á bæði grønlendskum og donskum. Tí hevði tað verið ein fyrimunur við einum blaði, sum bara skrivaði grønlendskt, heldur hann. á Alv í eitt ár. - Alt, sum æt rðing, var burtur. Tá eg hevði sent morgunin, sat eg inni og hugdi eftir onki við meg sjálva, og stygdi fólk a, sum skjótt verður til reiðar til