hósdagur 8. mars 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 48 - 8. mars 2007
Dagurin er altjóða stríðsdagur hjá kvinnunum, og
hevur hann nú verið hildin í Føroyum í nøkur ár.
Siðurin gongur heilt aftur til 1910, tá javnaðarkvinn
ur í Danmark samtyktu at halda kvinnudag. Í 1911
var dagur hildin á fyrsta sinni í fleiri londum eitt
nú í Danmark, men enn var áttandi mars tó ikki
ásettur stríðsdagur at vera. Hetta hendi eftir, at
eitt stórt kvinnuverkfall hevði verið í New York
í 1909. Her skipaðu verkakvinnur fyri stórum til
taki tann 8. mars og kom hesin dagur so líðandi at
gerast altjóða kvinnudagur. Leingi var tað tó so, at
altjóða kvinnustríðsdagur varð hildin ein sunnudag
umkring tann 8. mars, og var hetta fyri ikki at missa
løn hendan dagin. Í 1914 hildu danskar kvinnur
kvinnudag tann 8.mars og hevur hann síðan í Dan
mark verið hildin hendan dag. Krøvini vóru frá
fyrsta degi betri lívskor fyri verkakvinnur, friður,
breyð og valrættur.
Eftir at kvinnur fingu valrætt í flestu fólkaræðiligum
londum, gjørdist innihaldið i degnum breiðari og
við skiftandi høvuðsevnum. Eisini hevur hugurin
hjá kvinnum at halda dagin verið sveiggjað nakað.
Undir fascimsuni og nazismuni var ikki loyvt at
halda kvinnudag eins og tað undir kalda krígnum
mangan var so sum so við áhuganum. Men so lýsti
ST 1975 sum altjóða kvinnuár, og eftir hetta gekk
av álvara framá við at halda hendan dagin. Eisini
innihaldið skifti, og krøvini gjørdust alt meira slík
sum javnstøða á øllum økjum, eitt nú útbúgving,
sama løn fyri sama arbeiði o.m.a.
Enn tann dag í dag er hesin stríðsdagur sera aktuellur.
Enn er langt á mál við eitt nú javnstøðu í politikki.
Sum øllum kunnugt eru kvinnur undirumboðarar
á løgtingi og í bygdar- og býráðum. Hetta er sera
óheppið og gevur eitt veruligt demokratiskt hall,
sum eitt framkomið samfelag sum okkara ikki kann
liva við. Her má eitthvørt gerast, og hugskotini
tróta heldur ikki.
Hví velja kvinnur ikki kvinnur? Hvat kann gerast
til tess at tryggja kvinnum javnstøðu í øllum pol
itiskum fora? Ein leið er at skipa fyri kvotum og
heilt einfalt lóggeva soleiðis, at ávíst tal av t.d.
tingsessum skulu tilskilast kvinnum. Ein onnur
leið er at skipa fyri miðvísum upplýsingartiltøkum
og her hava einstøku flokkarnir eina stóra ábyrgd.
Hvør leið enn verður vald, so kann hesin ójavni ikki
halda fram og má eitthvørt munagott tí gerast og
her hava myndugleikar, flokkar og skúlaskipanin
eina stóra uppgávu.
Sosialurin
Altjóða stríðsdagur
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eg havi allatíðina mótmælt
ætlanunum hjá einum meiri
luta í Klaksvíkar Býráð
at leggja fólkaskúlarnar í
Klaksvík saman ella velja
leistin við einstreingjaðari
leiðslu
Ta stuttu tíð málið um
bygnaðarbroytingar hevur
verið viðgjørt, havi eg enn
ikki hoyrt aðra grundgeving
enn, »at so fáa vit minni trup
ulleikar, vit í dag hava við
manglandi samskifti millum
skúlarnar.« Fyri tað fyrsta
hevur øll árini verið ávíst
samstarv millum skúlarnar
og fyri tað næsta er henda
grundgeving bæði ósaklig
og meiningsleys, tá hugsað
verður um tær grundleggj
andi og umfatandi broytingar
býráðssamtyktin kann fáa
fyri skúlarnar.
Í vikuni áðrenn býráðsfund
in fingu vit niðurstøðuna bæði
skúlastýrini og leiðslurnar
á báðum skúlunum høvdu
undirskrivað. Niðurstøðan
var greið, at tey ynsktu at
varðveita bygnaðin við tveim
um skúlum, tó var ynskiligt
við størri samarbeiði millum
skúlarnar.
Býráðssamtyktin
Málið kom fyri á býráðs
fundinum 6. februar, har
ein meiriluti samtykti at
gera beint ímóti ynskjunum
hjá báðum skúlastýrunum
og leiðslunum í skúlunum.
Ynskið hjá hesum meiriluta
var, at fara frá at vera 2 skúl
ar við avikavist 377 og 337
næmingum, til 2 skúlar við
eini einstreingjaðari leiðslu,
uttan tó at leggja skúlarnar
saman.
Í londunum uttanum okk
um og her á landi síggja
vit vanliga ikki størri skúl
aeindir enn um 400-500
næmingar. Havi eisini hoyrt
fakfólk í Føroyum og lond
unum uttanum okkum sagt,
”gerið fyri alt í verðini ikki
ov stórar eindir”.
Vit skulu eisini minnast til
broyttu fortreytir okkara her
í Klaksvík, har vit væntandi
fara at vaksa og býurin fer
at broytast annarsleiðis enn
fyrr.
Á býráðsfundinum gjørdi
eg vart við, at tað er eitt álvar
samt mál, tá eitt býráð velur
at ganga ímóti ynskjum hjá
báðum skúlastýrunum og
leiðslunum á báðum skúlu
num, tvs. tilmælum frá fak
fólki. Eins og eg saknaði
veruligar grundgevingar
fyri hvørjar fyrimunir tað
verður at fáa EINA leiðslu
sum skal hava knapt 1000
børn og einar 60-65 lærarar
at stjórna.
Einki svar fingið
Í samráðingum í býráðnum
og við Mentamálráðið havi
eg greitt frá míni støðu,
sum formaður í Mentan
arnevndini, at eg undir
ongum umstøðum atkvøði
fyri einari ætlan við so illa
gjøgnumhugsaðum grund
gevingum. Havi eisini spurt
bæði Mentamálaráðið og
býráðið hvat vit gera með
an arbeitt verður við eini
møguligari bygnaðarbroyt
ing, uttan at hava fingið
nakað svar.
Støðan sum er íkomin nú
har bæði næmingar, lærarar,
foreldur og leiðsla føla seg
stak ótrygg, kunnu vit sum
hava ábyrgdina, ikki bjóða
teimum.
Eg vil tí við hesum skrivi
gera vart við mína støðu, at
eg hvørki havi atkvøtt ella
fari at atkvøða fyri hesum
máli. At eg havi ávara ímóti
teimum trupulleikum sum
eru íkomnir, nú ein meiriliuti
í býráðnum hevur tikið støðu
til at broyta bygnaðin.
Fari eisini at gera vart við,
at eg eri og havi allatíðina
verið samd í niðurstøðuni
skúlastýrini og leiðslurnar
eru komnar til.
Samd við skúlastýrini
býráðslimur í
Klaksvík, forkvinna
í mentanarnevndini
Gunnvá við
Keldu
LØGTINSVAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hósdagin 29. mars hevur
Norðoya Sambandsfelag
aðalfund. Tá fer nevndin
at skjóta upp, at skerja
uppstillingarlista felagsins
til komandi løgtingsval so
leiðis, at bæði kynini verða
umboðað eins.
Fundurin er samstundis
fyrsti uppstillingarfundur
hjá felagnum.
- Formaður Sambands
floksins, Kaj Leo Johanne
sen, hevur boðað frá at Sam
bandsflokkurin skal hava
javnstøðu millum kynini í
seinasta lagi í 2012, og
væntar nevndin í Norðoya
Sambandsfelag at náa hes
um málinum við at skerja
tali á valevnum til løgtings
valið, sigur felagið í tíðinda
skrivi.
Til seinasta løgtingsval
hevði felagið sjey valevni,
men til komandi løgtingsval
fer felagið, sambart upp
skotinum frá nevndini, at
stilla upp fýra valevni –
tvær
kvinnur
og
tveir
menn.
Til seinasta løgtingsval
fekk
Sambandsflokkurin
602 atkvøður í Norðoya val
dømi. Tað eru 115 atkvøður
ov lítið til at vinna seinna
mandatið frá Fólkaflokki
num.
Norðoya Sambandsfelag
er umboðað í landsstýrinum
við Bjørn Kalsø, so hetta
kann venda gongdini – og
kanska kunnu tær báðar
kvinnurnar gera tann vørrin
sum skal til til tess at vinna
flokkinum umboð aftur á
løgtingi.
Býtið at atvkøðurnum
millum sambandsvalevnini
var annars hetta:
Bjørn Kalsø 192
John Kári Jacobsen 116
Magni Laksáfoss 80
Jákup Meinhardt Hansen
55
Karl Olgar Joensen 37
Erikka Elttør 32
John William Joensen 18
Tvær kvinnur og tveir menn á sambandslistan