Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2007 13 nøvn 1 Vilja tit hoyra kvæði mítt, vilja tit orðum trúgva? Um kvinnurnar á Flatlondum, hagar skal ríman snúgva. Stev Glymur dansur í høll, dans sláið ring, glaðar ríða genturnar á kvinnuting. 2 Sendu boð í Skeggjanum, hann kemur út so víða: Allar tit, sum heima sita, byrjið kvinnustríðið. 3 Konufólk í hópatali ganga saman í ráð, Hvussu tær skulu kúganina skjótt av døgum fá. 4 Genturnar lata felag stovna her á sløttum landi, Føroya kvinnur vilja ikki longur vera í bandi. 5 Hittust vit í Rantzausgøtu fullar av arbeiðshuga Til at gera kvinnufylking og vita hvat vit duga. 6 Bólkar vóru skipaðir hvør við sínum evni, granska og kjakast aftur og fram og seta so hinum stevnu. 7 Hvør er tað, sum fær hjólini á flakavirkjum at mala? Kvinnurnar, sum leypa til, tá stjórar á tær gala. 8 Tær skera og pakka út á nátt, har hjálpir eingin bøn. Lønin lág er tað tey kalla konufólkaløn. 9 Hví eru kvinnur undirløntar á arbeiðsplássum sínum? Fakfeløg okkara styrkjast mugu at standa í lønarstríðnum. 10 Um møður og ommur okkara eingin søga er skrivað. Hvar eru allar kvinnurnar, í Føroyum hava livað? 11 Hví flyta kvinnur av landinum? Frá hvørjum munnu tær flýggja? Fara tær niður at útbúgva seg (ella niður at fríggja?) 12 Í Føroyum er einki arbeiðsloysi, vísir menn fortelja, men hvat hava ungu genturnar av størvum í at velja? 13 Hvar munnu ungar gentur fara, tá skúlin lokin er? Í Føroyum lítið er at læra, til Danmarkar hon fer. 14 Hittast vit í barnabólki, ganga saman í ráð, hvussu vit skulu børnunum betri korini fá. 15 Mamma best hjá børnum er, sigur eitt gamalt orð. Men vóru fleiri um byrðuna, batnaðu barnakor. 16 Kapitalisman harðar kostir setir og ikki mjúkar, børnini ert tú einsamøll um, títt arbeiði má rúka. 17 Kapitalistisk eyðræning foreldur frá børnum stjelur, tey verða varaarbeiðskraft, tú brúkarar upp elur. 18 Tey ungu eru óupplýst hvønn annan um at fara, upplýsing vit breiða út - betur fyrivarin. 19 Nú skal lætta ljóði av, eg kvøði ei longur á sinni, nú skal taka upp annan tátt, dreingir, leggið í minni. 20 Av egnum lívi dømi taka, læra hvør av øðrum. Privatlívið politiskt er, tað sannast í øllum førum. Stev: Glymur dansur í høll, dans sláið ring, glaðar ríða genturnar á kvinnuting. Altjóða kvinnudagur 8. mars. Kvinnudagur kring allan heim Á altjóða kvinnudegnum 8. mars býðst høvi at varpa ljós á viðurskifti sum liggja kvinnum á hjarta, hvørji til­ tøk skulu til fyri at bøta um javn­støðuna millum kynini, so at kvinnur og menn hava javnbjóðis politiskt og fíggj­ arligt vald í heiminum, hvat er til ráða at taka fyri at steðga handli við kvinnum og børnum, hvussu kunnu menninir gerast ein partur av javnstøðu arbeiðinum, og nógvir aðrir viðkomandi spurn­ingar. Altjóða kvinnudagurin var settur á stovn í 1910 við tí endamálið at varpa ljós á arbeiði fyri rættindum hjá kvinnunum. Tað vóru mill­ um aðrar kendu sosialista kvinn­ur­nar Clara Zetkin og Rosa Luxemburg sum vóru slóð­brótarar í hesum arbeiði. Hetta hendi í tí nú so kenda Fólksins Húsi á Jagtvegi 69 í Keyp­mannahavn, eitt sindur av lagnunnar speisemi kundi man sagt, at húsið sum var karm­ur um stovnsetanina av altjóða kvinnudegnum, nú liggur í sandasorli, men tí betur, enn livir arbeiði fyri javn­støðu og hevur hetta ar­beiði breitt seg kring allan heim. Evnini kvinnurnar kring heimin taka til viðgerðar 8. mars eru sera ymisk. Í Chile varpa kvinnurnar ljós á ar­­ beiði fyri javnstøðu við at býta út blómur til menninar, við blómunum er fest kort við áskriftini: saman berjast vit fyri kvinnurættindum. Í Kina er tiltak í Peking har peningur verður savn­að­ ur ­til foreldraleys børn. Pen­ ing­urin skal nýtast til útgerð, rakst­ur og trygg spælipláss á barnaheimum hjá BICCO, sum er internationalur felags­ skap­ur fyri foreldraleys børn í Peking. Tey flestu av hesum børnum eru gentur. Í Írlandi varpa kvinnurnar ljós á hvussu heimsins rík­i­ dømi verður býtt og hvussu mis­javn­in í ríkidøminum ver­u­lig ávirkar støðuna hjá kvinnum, monnum og børn­ um í heiminum. Í Danmark setir eitt av tiltøkunum 8. mars ljós­kast­ ar­in á handilin við kvinnum og børnum í Evropa, og krevja at kvinnur ið eru inn­fluttar til prostitutión í Dan­mark, skulu hava rætt til fast uppihald í landinum. Handil við menniskjum, er triði stórsti ólógligi handil, sum fer fram í heiminum eft­ir ólógligum vápna- og narkotikahandli. Bara í Evropa vera innførd 500.000 kvinnur og børn til sex ídnaðin og koma hesi úr Eysturevropa, Thailandi, Suðuramerikonskum og Af­r­ i­k­onskum londum. At enda vinna vit sigur, kvinn­ur og menn. At Føroya Løgting 20. okt­ ob­ur 2005 samtykti at setta nevnd at arbeiða fyri øktum leikluti í politikki, kann sig­ ast at vera eitt søguligt fram­ brot. Uppskotið fekk dyggan stuðul í løgtinginum og var samtykt við 28 atkvøðum fyri og 1 ímóti. Hetta stig vísir at eisini pol­itiska skipanin hevur á­sann­að at neyðug er við ser­lig­um tiltøkum til tess at bøta um javnstøðuna í Før­oyum. Hetta vísir at tann hugburðsbroyting sum skal til fyri at broyta ver­ andi støðu, frá at hava eitt gapandi demokratiskt und­ir­ skot í samfelagnum, til eitt samfelag við javnstøðu mill­ um kvinnur og menn, er á veg. Frá at hava eitt undirútvikla dem­o­krati, har valdi bert sit­ ur á fáum hondum, eru vit á veg til eitt veruligt dem­o­ krati, har valdi er javnt býtt millum kynini. Hetta er ein long og tor­ før tilgongd, sum vit øll eiga at vera til reiðar at taka. Demokratia við nógv­ um góðum, neyðugum og fjølbroyttum tiltøkum, Javn­støð­u­nevndin á øllum teim pallum sum hon hevur at virka á, løgtingsfólk og bygdarráðslimir í teimum á­lit­is­sessum sum teimum eru tillutaðir, vinnulívsfólk og almennir stovnar, øll eiga í felag at seta sær sum mál at í Føroyum skal full javn­ støða valda. Hetta merkir at bæði kynini eru javnt umboðaði bæði har politisku avgerðirnar skulu tak­ast og í vinnulívinum í Før­oy­um. Eitt samfelag við so lítlum fólkatalið sum tí føroyska, hevur á ongan hátt ráð til ikki at nýta helvtina av tí góða fólkatilfeinginum vit hava í politikki og í vinn­ u­lívinum. Tað er einans við hesi fel­ ags niðurstøða vit kunnu byggja land frameftir og á tann hátt lyfta alt Føroyska sam­felagið upp til eitt veru­ ligt nútímans demokrati. Fyri at skunda undir hesa byrj­aðu tilgongd, verður eft­ir míni fatan neyðugt við nøkr­um serligum átøkum, eitt av teimum er at tryggja eina kyninum, kvinnum ella monnum minst 30 % av umboðanini á Føroya Løg­tingi. Hetta vildi í dag merkt at kvinnurnar skjótari fingu sín demokratiska rætt til ávirkan í samfelagnum, men hetta hevði samstundis verið við til at tryggja synum okkara rættin til ávirkan í fram­tíðar samfelagnum. So sjálvt um hógvarnir hjá nøkrum valdshavarum í dag stinga grefligt í eyguni, og teir í krampaherindum geyla ímóti tí tilgongd teir sjálv­ir hava verið við til at samtykt, og teir síggja at ein hugburðsbroyting er á veg, og vit eru ávegis einum demokratiskum samfelagið har javnstøða valdar á øllum økjum, so eiga vit ikki at gev­ ast á hondum, men bretta upp um armar og halda á­fram á leiðini við góðum treysti, tí at enda vinna vit sig­ur, kvinnur og menn. Tá valdið verður hótt koma hógvarnir fram løgtingskvinna Heidi petersen Kvinnukvæði Lag: Ormurin langi