hósdagur 8. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 48 - 8. mars 2007
JAVNRÆTTINDI
Turið Sigurðardóttir
Elinborg Jacobsen var fyrsta før
oyska kvinna, sum tók students
prógv. Hon var eisini fyrsta genta,
ið leyk prógv úr Lærda skúlanum
í Reykjavík. Tað var í 1897.
Elinborg var dóttir Annu og
Jógvan Jacobsen, skósmið, úr
Havn. Jógvan var beiggi Jákup bøkj
ara á Húsum í Havn, faðir Sonnu
av Skarði. Tey fluttu til Íslands
og búðu í Reykjavík. Børn teirra
vóru Ásgeir tær báðar Elinborg
og Turið, sum báðar strevaðu seg
til góða útbúgving. Hin seinna
var útbúgvin ljósmyndari og
hevði ljósmyndastovu í Havn, á
horninum millum Tinghúsvegin
og Sverrisgøtu - Thurid Jacobsens
Athelier, hetta navnið sæst á goml
um myndum í nógvum húsum
runt landið.
Sum sagt var Elinborg fyrsta før
oyska kvinnan, sum tók students
prógv og harumframt fyrsta kvinn
an, ið leyk studentsprógv í Íslandi.
Men Elinborg gekk ikki í Lærda
Skúlan, hon hevði ikki loyvi til at
vera innskrivað sum næmingur, tí
skúlin var bara fyri dreingir. Hon
kundi sum genta lesa uttanskúla
og skriva seg inn til próvs. Hesin
møguleikin varð løggildur árið
1886. Undan Elinborg høvdu tvær
íslendskar gentur roynt at lesa utt
anskúla og fara til próvs, men tað
miseydnaðist hjá teimum.
Í árbókum Lærda Skúlans stend
ur um Elinborg:
Tey tíðindi tóktust forvitnislig, at
hetta várið [1894] tók eitt konufólk
fjórðaársprógv, frøkun
Elinborg Jacobsen /../ Elinborg
ætlar at halda fram og taka
studentsprógv. Tá verður hon fyrsta
kvinna, sum tekur tað prógvið her
við skúlan. Hon stóð seg heldur illa
við próvtøkuna, men fekk tó III.
próvt., 53 stig. Í roynd og veru ber
als ikki til at vænta eins nógv av
teimum, sum ongantíð hava gingið
til tímar og tí eru fullkomiliga
ókunnug við undirvísingarhátt og
spurningarnar frá lærarunum.
Árbækur hins lærða skóla Íslands VI, 89. bls.
Tá ið hon kom hægri upp, var
tað als ikki lætt at lesa sjálvsnám
í øllum lærugreinunum:
Frøkun Elinborg Jacobsen tók
endaligt prógv [1896], men fekk 3
í søgu og 2 2/3 í grikskum og gavst
so, tí tað var eyðsæð, at hon fór
antin at falla ella fáa “non” og hon
vildi hvørki av teimum.
Árbækur hins lærða skóla Íslands VII, 55. bls.
Elinborg gavst tó ikki, tvørtur
ímóti. Hon royndi viljasterk at
vinna á trupulleikunum og søkti
um at sleppa at ganga til tímar:
Elinborg Jacobsen søkti í heyst
[1896] um at sleppa at ganga til
tímar í 6. flokki í vetur.
Rektarin vildi loyva henni
tað, men stiftsyvirvaldið ikki.
Tá varð málið skotið inn til
ráðgevingar [til Íslandsráðharra
í Keypmannahavn]. Tað tilmælið
kom við novemberskipinum og
var soljóðandi, at Elinborg skuldi
sleppa at ganga til timar og njóta
somu rættindi sum aðrir næmingar
og hava somu skyldur. Hon tók
fegin móti tilboðnum og fór at
ganga til tímar fyrst í desember.
Síðani er einki at frætta um hana,
uttan at hon trívst væl millum
skúladreingirnar og at hon hevur
fingið Ástvald Gíslason at lesa við
sær í vetur.
Árbækur hin lærða skóla Íslands VII, 79.-
80. bls.
Á studentamyndini situr Elinborg
mitt ímillum 19 dreingir, hon er
hálvt høvdið lægri enn teir, hon
situr ímillum. Teir eru allir í stu
dentahúgvu. Elinborg hevur ta
lítlu myrku húgvuna sum hoyrir
til íslendska búnan, og hon hevur
blomstur á bringuni, sum líkjast
trílittum blákollum.
Ein orsøk til at Elinborg so
hugdjørv breyt seg fram til stud
entsprógv man hava verið, at
mamma hennara Anna var vitug
og ógvuliga vakin andliga. Hetta
kemur væl fram í brøvum, sum
Fríðrik próstur skrivaði til hennara
í brævaskifti teirramillum.
Anna og Fríðrik vóru vinfólk
frá tíðini, tá ið Fríðrik gekk í
Lærda Skúlan í Reykjavík 1869-
75. Tíðin var hendingarík, og
Fríðriki var lagað at bera fram
heilsan til Íslands á Tingvøllum
í 1874 á túsundárahátíðini. Reykj
avíkarárini var hann nógv heima
hjá Annu og Jógvani. Hann fekk
sera gott prógv úr Lærda Skúla
num, og vinskapurin millum hann
og húskið man hava stuðlað upp
undir áræðið hjá Elinborg. Á
brøvum frá Fríðriki til Annu sæst,
at tey hava skift orð um mentanar
lig evnir, t.d. skrivar hann 5. mai
1878, á Garði í Keypmananhavn,
til hennara:”...Eg eri sjálvandi
samdur við tygum um, at tað
er spell, at Hammershaimb
hevur hildið seg muga fara úr
embætinum í føðioyggjum sín
um; tað man vera fyri konu
sína, at hann ger tað. /.../ Hóast
Hammershaimb ... hevur búsett
seg her í Danmark, so vóni eg tó,
at hann framvegis fer at starvast
fyri okkara kæra føroyska máli;
og har er sanniliga nógv at gera;
tygum nevna eina ABC-bók, ja
hon er púra neyðug, um ein vil
hava ávirkan á tey ungu, og tey
gomlu høvdu eisini havt gott av
at lært seg at lisið føroyskt eftir
einari sovorðnari bók, tí tað ber
ikki til at krevja, at nakar skal
duga at lesa eitt mál, fyrr enn
hann hevur lært at lesa tað, sjálvt
um tað er móðurmálið. Tá ið eg
fari til Lyderslev, fari eg at tosa
við Hammershaimb um, at ein
sovorðin ABC-bók er neyðug.”
Tað kemur fleiristaðni fram í
svarbrøvum Fríðriks, at Anna
hevur tikið evnir sum móðurmál
og fosturlandsalsk upp í brøvum
sínum til hansara.
Tá ið Elinborg hevði tikið
studentsprógv, ætlaði hon sær at
lesa til lækna. Men tá doyði pápi
hennara og umstøðurnar versnaðu
hjá henni. Hon fekk sær útbúgving
sum massøsa.
Í 1904 hendi tann broyting,
at gentur fingu loyvi at ganga í
Lærda Skúlan, og fyrsta kvinnan
sum tók studentsprógv í Lærda
skúlanum í Reykjavík eftir at hava
verið næmingur í skúlanum, var
Laufey Valdimarsdóttir; tað var í
1910. Hon verður nevnd sum tann
fyrsta íslendska kvinnan, ið tók
studentsprógv. Í Danmark høvdu
kvinnur fingið atgongd til hægri
útbúgving í 1875. Fyrsta føroyska
gentan, sum leyk studentsprógv í
Danmark, var Fanny Elisa Dahl
úr Vági; hon varð studentur í
Høng 1922. Hon tók seinni keyp
mansskúlaprógv í týskum og
enskum og handilsháskúlaprógv
í enskum. Árið eftir, 1923, tók
Hjørdis Djurhuus, dóttir Janusar,
studentsprógv í N. Zahles skúla í
Keypmannahavn. Hon tók lækna
prógv í 1932. Hjørdis var eisini
yrkjari, yrkti politiskar tættir til
tær fyrstu studentakabarettirnar,
og yrkti smáyrkingar, dism,
í Kvinnutíðindi 1952-56, t.d.
hesi:
O armu profetar
- foretnu asketar –
sum stýrdu tað føðiland
í kavandi íðu –
og hví eg spýði,
ja, tað gongur yvir forstand.
*
Eg minnist teg enn –
tað ljóðar merkiligt men
tú vart sum áarfossur,
so vátur var tín kossur.
Í Føroyum var studentaskeið stovn
að í 1937, fyrsti flokkurin var
útskrivaður í 1939, seks í tali og
teirramillum tvær gentur: Juliana
Hammer og Lena Nikolajsen.
Heimildir:
Heimir Þorleifsson. 1975-84. Saga
Reykjavíkurskóla. I-IV. Bókaútgáfa
menningarsjóðs. Reykjavík.
Hitt føroyska studentafelagið í
Keypmannahavn. 25 ára minnisrit. 1935.
Keypmannahavn.
Elinborg Jacobsen:
Fyrsta føroyska genta sum tók studentsprógv
Á studentamyndini omanfyri situr Elinborg mitt ímillum 19 dreingir, hon er hálvt høvdið lægri enn teir, hon situr ímillum. Teir eru allir í studentahúgvu. Elinborg hevur ta
lítlu myrku húgvuna sum hoyrir til íslendska búnan, og hon hevur blomstur á bringuni, sum líkjast trílittum blákollum.