hósdagur 8. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
JAVNSTØÐA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Jona Henriksen var fyrsta
kvinna, sum hevði fast sæti
á tingi. Hon kom á ting
sum varakvinna fyri Jákup
Lindenskov, landsstýris
mann, eftir løgtingsvalið í
1974.
Tó er Malla Samuelsen
tann fyrsta kvinnan, sum hev
ur havt sæti á tingi, tá hon
kom á ting í nakrar dagar
fyri Marius Johannesen í
1964 - umboðandi Sjálvstýr
isflokkin í Suðurstreymoyar
valdømi.
Malla Samuelsen umboð
aði eisini Sjálvstýrisflokkin í
Tórshavnar Býráð frá 1956-
60. Hon er fyrsta kvinnan,
sum er vald í Tórshavnar
býráð.
Í 1978 vórðu tær fyrstu
kvinnurnar valdar á ting.
Tað var Jona Henriksen úr
Javnaðarflokkinum og Karin
Kjølbro úr Tjóðveldisflokk
inum.
Í 1980 fall Jona Henriksen,
meðan Karin Kjølbro varð
afturvald - sum einasta
kvinna á tingi. Í 1984 var
Karin Kjølbro vald – meðan
Jóngerð Purkhús gjørdist
landsstýriskvinna í m. a.
fíggjarmálum - hon er tann
fyrsta kvinnan, sum hevur
sitið í landsstýrinum.
Í 1988 vóru Jóngerð Purk
hús og Karin Kjølbro valdar
fyri Tjóðveldisflokkin og
Marita Petersen fyri Javnað
arflokkin.
Í 1990 høvdu tríggir flokk
ar kvinnuliga umboðaðan.
Marita Petersen fyri Javn
aðarflokkin, Helena Dam
á Neystabø fyri Sjálvstýris
flokkin og Lisbeth Petersen
fyri Sambandsflokkin.
Í 1994 var Marita Petersen
vald fyri Javnaðarflokkin,
Helena Dam á Neystabø fyri
Sjálvstýrisflokkin, Lisbeth
Petersen og Maria Hansen
fyri Sambandsflokkin og
Ingeborg Vinther fyri Verk-
amannafylkingina
Rúna Sivertsen kom á ting
sum varakvinna fyri Anfinn
Kallsberg í 1996, tá hann fór
í landsstýrið
Í 1998 vóru valdar
Lisbeth L. Petersen fyri
Sambandsflokkin, Katrin
Dahl Jakobsen fyri Javn
aðarflokkin, Helena Dam
á Neystabø fyri Sjálvstýri
sflokkin og Annita á Fríð
riksmørk fyri Tjóð-veldis
flokkin.
Rúna Sivert
sen hevði sæti
sum varakvinna
fyri
Anfinn
Kallsberg.
Í 2002 vóru
valdar Lisbeth
L.
Petersen,
Katrin Dahl Jak
obsen, Annita á
Fríðriksmørk og
Kristina Háfoss
fyri Tjóðveldis
flokkin.
Við seinasta
l ø g t i n g s va l
í 2004 vóru
tríggjar kvinnur valdar á
ting:
Lisbeth L. Petersen
Annita á Fríðriksmørk
Heidi Petersen.
12 kvinnur valdar á ting seinastu 155 árini
Tað var ein týsk
kvinna, sum í 1910 á
eini altjóða, sosialist
iskari ráðstevnu í Keyp
mannahavn tók stig til
altjóða kvinnudagin 8.
mars. Hendan
ráðstevnan varð hildin
í nógv umstrídda og
júst niðurtikna ung
dómshúsinum á
Jagtvej 69 í danska
høvuðsstaðnum
JAVNRÆTTINDI
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Søgan um altjóða kvinnu
dagin byrjar í Keypmann
ahavn í 1910 og er sostatt
98 ára gomul. Tað var týski
feministurin og sosialisturin,
Clara Zetkin, sum á eini
altjóða, sosialistiskari ráð
stevnu í danska høvuðsstað
num tók stig til at skipa fyri
einum kvinnudegi. Ráð
stevnan var hildin í tí nógv
umstrídda og júst niðurtikna
ungdómshúsinum á Jagtvej
69.
Dagurin 8. mars varð vald
ur, og fyrsta haldið av altjóða
kvinnudegnum varð hildið í
1911, tá Eysturríki, Sveits,
Týskland og Danmark
gjørdu av at hátíðarhalda
dagin. Longu árið eftir
komu Svøríki, Frankaríki
og Holland við, og í 1913
Rusland og Tjekkoslovakia.
Altjóða kvinnudagurin
hevur havt stóran týdning í
bæði Týsklandi og Danmark
í síðstu øld. Men hvussu dag
urin varð hildin, var nógv
ávirkað av í hvørji politiskari
støðu og hvør tíðarandi var
galdandi í landinum. Her
finnast bæði felagseyðkenni,
men eisini stórur munur.
Í Týsklandi var kvinnu
dagurin frá byrjan av eitt
tiltak, sum tær sosialistisku
kvinnurørslurnar, serliga
innan Javnarðarflokkin,
tóku stig til. Longu fyrsta
árið fekk kvinudagurin
stórt gjøgnumbrot við 40
ymiskum tiltøkum og heili
45.000 luttakarum bara í
Berlin.
Undir fyrra veraldarbar
daga kom stígur í, og upp
ígjøgnum 20’ini var kvinn
udagurin merktur av vána
ligum, fíggjarligum korum
í týska samfelagnum. Frá
1930 var tað bardagin móti
fasismuni, ið savnaði kvinn
urnar, og í 1933 gav Hitler
forboð at halda kvinnu
dagin.
Í Vesturtýsklandi varð
kvinnudagurin uppaftur
tikin aftan á seinna ver
aldarbardaga, og tá var
høvuðsevnið friður. Í seks
tiárunum var áhugin fyri
8. mars vorðin sera lítil, og
ikki fyrr enn ein nýggj kvinn
urørsla tók seg upp og setti
kvinnudagin á skránna, fekk
dagurin aftur týdning.
Í Eysturtýsklandi var høv
uðslæran tann, at sosialisman
og harvið javnrættindi vóru
framd við grundlegging av
einum sosialistiskum stati.
Tí varð hildið, at tað ikki
var brúk fyri einum kvinnu
stríðsdegi, og kvinnudagurin
her gjørdist bert ein veitslu
dagur uttan hvørki kvinnu
stríð ella politiskt innihald.
Í áttatiárunum tóku kvinn
urnar í DDR seg saman og
mótmæltu livikorunum í
landinum.
Í nítiárunum hevur 8.
mars í Týsklandi verið
merktur av sameiningini
og tættarti tilknýti millum
eystur- og vesturtýskar
kvinnurørslur. Eisini hevur
vaksandi rasisman í sam
felagnum verið eitt evni á
kvinnudegnum.
Altjóða kvinnudagurin
í Danmark hevur ikki havt
somu slagkraftina, sum í
Týsklandi. Kortini varð
dagurin altið hildin, sjálvt
um hann ikki altið fall á 8.
mars.
Í Danmark vóru tað
smærri
grasrótarørslur,
sum tóku stig til tiltøk á
kvinnudegnum, sjálvt um
tað eisini har vóru ymsar
sosialistiskar kvinnurørslur,
ið hátíðarhaldu dagin. Frá
øðrum veraldarbardaga og
fram til sjeytiárini var eitt
stilt tíðarskeið, men líka
sum í Týsklandi kom nýtt lív
í kvinnudagin, tá tær nýggju
kvinnurørslurnar tóku seg
upp. Reyðsokkarørslan setti
nýggj evni á dagsskránna,,
sum dømis kropp og kyns
lív.
Í áttati- og nítiárunum fán
aði sosialistiski boðskapurin,
og síðani hevur altjóða
kvinnudagurin broytt seg til
ein hátíðardag, har kvinnur
og kvinnurørslur við øllum
møguligum politiskum sjón
armiðum sleppa framat.
Sjálvt um kvinnurørslur
her á landi eru eldri, so
var fyrsti veruligi, altjóða
kvinnudagurin ikki hildin
fyrr enn í 1984. Feløgini,
ið stóðu aftanfyri, eru frá
fyrst í fimtiárunum. Veturin
1975-76 varð tikið stig til
Kvinnufylkingina, og í 1977
varð stóra kvinnukravgongan
hildin undir heitinum:
Saman eru vit sterkar.
Kvinnufelagssamskipan
Føroya varð stovnað í
1979.
Kvinnudagurin byrjaði í umstríddum ungdómshúsi
Jona Henriksen 1978-80
Karin Kjølbro 1978-90
Jóngerð Purkhús 1988-90
Marita Petersen 1988-98
Lisbeth L. Petersen 1990-
Helena Dam á Neystabø
1990-2002
Maria Hansen 1994-98
Ingeborg Vinther 1994-98
Katrin Dahl Jakobsen 1998-
2004
Annita á Fríðriksmørk 1998-
Kristina Háfoss 2002-04
Heidi Petersen 2004-
Malla Samuelsen hevði sæti á tingi í nakrar dagar í 1964 - sum
fyrsta kvinnan nakrantíð. Rúna Sivertsen hevði sæti á tingi fyri
Anfinn Kallsberg frá 1996 til 2002
Kvinnur, valdar á ting:
Jona Henriksen 1978-80
Karin Kjølbro 1978-90
Jóngerð Purkhús 1988-90
Marita Petersen 1988-98
Lisbeth L. Petersen 1990-
Helena Dam á Neystabø 1990-2002
Maria Hansen 1994-98
Ingeborg Vinther 1994-98
Katrin Dahl Jakobsen 1998-2004
Annita á Fríðriksmørk 1998-
Kristina Háfoss 2002-04
Heidi Petersen 2004-