Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2007 17 tíðindi Stutt sagt Sló við barninum Ein 27 ára gomul kvinna í amerikanska statinum Penn­ sylvania játtaði í rætt­in­um í gjár, at hon hevði brúkt sítt fýra vikur gamla barn sum slagvápn. Kvinn­an greiddi frá, at hon hevði verið í býnum ein dagin í oktober í fjør. Hon hevði fingið í so nógv av tí váta slagnum, og tá hon kom til hús, fóru hon og sambúgvi henn­ara at keglast um eitt ella annað. Sum frá leið, gjørd­ist kvinnan so í øð­ini, at hon tók um føtur­ nar á tí fýra vikur gamla dronginum og sló sam­ búgvan við honum! Drong­ ur­in slapp við lívinum, men fekk skallabrot og mátti alt fyri eitt undir lækna­hond. Kvinnan kann vænta sær minst fimm ára fongsul, skrivar AP. Mótmæla uppsøgn Umleið 200 fólk, teirra mill­um umleið 10 prestar, hittust til fundar í Munke­ bo á Fyn í gjárkvøldið at mótmæla, at Presturin Bodil Greve Schmidt er koyrd úr sínum presta­ starvi í Munkebo. Fund­ur­ in var so hvassorðaður, at ein sjónvarpsmaður, sum hevði verið inni og lurtað, segði seg ikki hava upp­ livað slíkt áður. Tað sermerkta við upp­ søgnini er, at hon byggir ikki á nakra beinleiðis gerð, men á metingar, og tað hevur fingið fleiri prestar aðrastaðni at gera vart við seg. Ein av teimum mis­nøgdu prestunum, Georg Klinting, sigur við Kriste­ligt Dagblad, at hann og fleiri av hansara starvsfeløgum hava mist álitið á myndugleikunum og serstakliga kirkju­mála­ ráðnum. 45 prestar hava skrivað undir eitt mót­ mælisskriv til Bertel Haard­ er, kirkjumála­ráðharra. Skuldi drepa foreldrini Ein 19 ára gomul kvinna í grønlendska býn­­um Tasi­ i­laq royndi í síðstu viku at beina fyri foreldrunum. Løgreglan sigur, at kvinnan tók fleiri stórar knívar, sum hon royndi at stingja for­ eldrini við, men tey sluppu kortini við lívinum og vórðu útskrivað eftir stutta viðgerð á sjúkrahúsinum. Tann 19 ára gamla kvinnan er varðhaldsfongslað í fýra vikur, og hon er skuldsett fyri morðroynd. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Hetta gongur ikki. Danskar kvinnur mugu fara til verka og fáa sær fleiri børn (danski familjumálaráðharrin) útlond Heimskenda modellsprundið Naomi Campbell er sum ein av teimum fáu dømd til at vaska gólv. Naomi Campbell hevur tað, sum summi kalla stutt fjús, og fyri einum góðum mánað síðani noyddist hon at viðganga í rættinum, at hon hevði tveitt eina fartelefon í nakkan á húshjálpini Ana Scolavino. Dómarin gjørdi av, at Naomi Campbell skal gera samfelagstænastu í fimm dagar, og tað skal hon gera við at vaska gólv á einari kommunalari skrivstovu í New York. Sambært The New York Times gekk dómarin við til, at tann dømda skal fáa frið fyri fjølmiðlunum, meðan hon vaskar gólv. -Hon noyðist at brúka trygdarbúna, vøttir og styvlar, tí tað kann vera vandi fyri, at hon traðkar á eitt glaspetti ella okkurt annað hvast, sigur ein starvsmaður á kommunalu skrivstovuni, sum nú kann rósa sær av at hava eina heimskenda reingerðarkvinnu. Dømd til at vaska gólv Tann 43 ára gamla Lisa Novak bleiv í dag strikað av lønar­list­ anum hjá amerik­ onsku rúmdar­ umsitingini NASA Lisa Novak bleiv tikin í síðsta mánað. Tað vísti seg, at hon og ein felagi hennara, Colleen Shipman, høvdu hug á sama manni, og í einari roynd at sleppa av við kappingarneytan hevði Lisa Novak gjørt av at burturflyta Colleen Shipman í Florida. Teinurin til Florida var heilar 1.500 kilometrar, men tað helt ikki Lisu Novak aftur. Tann 5. februar skuldi hon burturflyta Colleen Shipman, men tað miseydnaðist. Løgreglan kom á staðið, og Lisa Novak varð tikin. Í bili hennara fann løgreglan piparspræn og ymsar lutir, sum væl kundu brúkast sum vápn. Síðani hevur Lisa Novak sitið í varðhaldi, og í dag, sjálvan altjóða kvinnudagin, fekk hon so at vita, at hon er ikki í starvi hjá NASA longur. Í dag fekk hon sekkin Lisa Novak var skotin í rúmdarferjuskiparum William Oferlein