hósdagur 8. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
Stjórin á Tilbúgvingar
stovni Føroya, Anni á
Hædd, sigur, at í dag
hava vit høvi sjálvi at
velja, hvat vit ynskja
at arbeiða við. So hví
ikki fara eftir
spenninginum og
avbjóðingunum?
Javnstøða
Dorit Hansen
Dorit@sosialurin.fo
Heilt frá barnsbeini av hevur
stjórin á Tilbúgvingarstovni
Føroya, Anni á Hædd, fylgt
huganum. Hon hevur gjørt
tað, sum hon heldur er
spennandi, uttan at stúra
ov nógv fyri, hvat onnur
halda.
Tað kemst ikki uttan um,
at hon hevur sjálvsálit, henda
blíða og vinarliga, men eisini
viljasterka kvinnan.
Anni heldur ikki, at tað
krevur eina serliga persóns
mennsku at vera leiðari.
Men hon dylur ikki fyri,
at hon trívist í starvinum.
At vera við til at saman
sjóða tveir ymiskar stovnar
til ein nýggjan, seta orð á
ein føroyskan tilbúgvingar
politikk, skapa eina opna
virkismentan, stuðla og
eggja góðum starvsfólki at
gera sítt besta, samstarva
við nógvar ymiskar stovnar,
og tryggja borgarunum tað
bestu tænastuna. Hetta eru
alt spennandi uppgávur, sum
Anni hevur tann frammí
hjárætt at sleppa at arbeiða
við hvønn dag.
At fylgja huganum.
Sum smágenta í Klaksvík
spældi Anni bæði við dukkur
og bilar, henni dámdi væl at
fylgja pápanum í hansara
arbeiði, og hon slapp eisini
at fylgja sínum hugi.
- Eg var ofta á flot við
pápa mínum, og í Svínoy
sluppu vit børn at vera við
til at hoyggja og fara eftir
torvið. Eg elskaði at rokast
og fekk ongantíð at vita, at
tað ikki var í ordan.
Hon minnist onki til, at
tað vóru avmarkingar fyri,
hvat hon kundi gera, av tí,
at hon var genta. Og hon
legði ikki í, um onkur helt
hana vera drongjaliga. Hon
fortelur flennandi frá einari
hending.
- Eg var umleið níggju ára
gomul og hevði hetta stutta
hársniðið, sum flestu gentur
høvdu í 70unum. Eg var á
veg heim til gongu, tá ein
Føroya Bjór bilur stegðar,
og førarin rópar: “Tú, hann
sjálvur, vilt tú hava nøkur
klistrimerki.” Eg minnist
onki til, at eg var kedd um,
at hann helt meg vera drong.
Eg hugsaði bara, at tað var
eitt rimmar kupp at fáa
klistrimerkini.
Lætta sinnalagið hevur
hon framvegis. Og tá
starvið sum leiðari á saman
lagda stovninum Tilbúgv
ingarstovni Føroya varð lýst
leyst, helt hon, at hon kundi
klára starvið líka væl sum
onkur annar og søkti. Hon
hevur altíð verið áhugað
í umhvørvi og almennari
umsiting. Hon hevur eisini
drúgvar royndir á økinum
frá oljumálaráðnum og
innlendismálaráðnum, og
umframt
útbúgvingina
sum løgfrøðingur, hevur
hon eina Masterútbúgving
í Management frá Robert
Gordon universitetinum í
Aberdeen.
Disiplin
Tað er ikki soleiðis, at hon
altíð hevur droymt um at
verða stjóri. Heldur hevur
tað verið so, at hon hevur
sett sær eitt mál, og tá hon
hevur rokkið tí, hevur hon
sett sær eitt nýtt. Sum ung var
hon virkin í ítrótti, serliga í
svimjifelagnum Ægir. Og
har lærdi hon gleðina við at
seta sær mál og náa teimum.
Svimjingin kravdi eisini
disiplin. Henda venjing í
disiplin og málsøkni kom
væl við í lesnaðinum, og
hevur eisini hjálpt henni
seinni.
Anni hevur eitt positivt
lyndi, og hon heldur ikki,
at stjórastarvið hevur kravt
nøkur frával. Hon setur sær
tey mál, sum hon hevur hug
til, og so ger hon tey val,
sum føra hana á mál.
Kyn ongin forðing.
Anni minnist seg ongantíð
hava møtt kynsdiskriminatión
í arbeiðnum. Tað verður
hugt eftir dygdum og
veikleikum, og tað hevur
onki við kyn at gera. Hon
arbeiðir annars í einari
rættiliga mannstungari verð.
Á Tilbúgvingarstovninum
hevur hon 19 mans og eina
kvinnu undir sær.
Kanska hevur kynið verið
ein fyrimunur onkuntíð. Tá
man til dømis sum umboð
fyri oljumálaráði var á
oljumessu, har 3 út av 100
luttakarum vóru kvinnur,
so var man so eyðsýndur,
at man ikki varð gloymdur
beinanvegin.
Anni leggur eisini dent
á, at stuðulin bæði úr barna
heiminum og frá makanum
hevur týdning. Hon hevur
altíð verið eggjað til at gera
sítt besta og vera nøgd við
tað, og makin sær onga hótt
an í at búgva saman við ein
um stjóra. Hon hevur heldur
ikki møtt nógvum fordómum
millum vinir og kenningar,
tí hon er kvinna.
Fólk hava nógv fleiri for
dómar um akademikarar
– fyri ikki at snakka um
akademikarar í almennu
fyristingini – enn tey hava
um kvinnuligar leiðarar,
heldur hon.
Stjórin á Tilbúgvingarstovnið Føroya:
Hon søkir hæddirnar