hósdagur 8. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2007
19
tíðindi
Føroyska vinnulívið
missur nógva vitan,
hugskot og vøkstur, tí
tað ikki gagnnýtur
kvinnurnar í samfel
agnum betur. Hetta
heldur ein av kvinnu
ligu leiðarunum, sum
Sosialurin hevur
prátað við
javnstøða
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Flestu stjórar og leiðarar í
føroyska vinnulívinum eru
menn. Sambart Vinnuvitan
eru 12 av 100 leiðarum
kvinnur. Hetta talið sam
svarar neyvan við førleika
býti millum menn og kvinn
ur. Sosialurin hevur tosað
við fýra kvinnur, sum sita
á leiðandi postum í privata
vinnulívinum og almennu
fyrisitingini um teirra
royndir. Tær halda allar, at
vinnan sjálv er stóri taparin
av manglandi javnstøðuni.
Kvinnurnar eru: Torgun
Davidsen, stjóri í Skyn,
Annika Mittún Jacobsen,
menningarleiðari í Eik,
Kristina Háfoss, deildar
stjóri fyri menning og
marknaðarføring í Trygg
ingarfelagnum Føroyar og
Rúna Hilduberg, stjóri í
Granskingarráðnum.
Bara diskriminatión
í Løgtinginum
Kvinnurnar siga allar, at
kynið ikki hevur gjørt mun,
tá tær eru settar í nýggj størv
ella hava fingið nýggjar upp
gávur. Hugt hevur verið eftir
førleikum og royndum.
Men mannligir stjórar
og leiðarar eru tó ikki heilt
kynsblindir. Annika Mittún
Jacobsen sigur, at á onkrum
arbeiðsplássum hevur hon
upplivað, at tað tók eitt
sindur longri tíð at vinna
sær virðing millum eldri
menn. Somu royndir hevur
Rúna Hilduberg frá sínum
leiðarastørvum.
Kristina Háfoss metir
heldur ikki, at kynið hev
ur verið avgerandi fyri
hennara yrkisleið. Løg
tingið er einasta staðið
hon hevur merkt til neiliga
kynsdiskriminering.“
- Løgtingið er einasta
staðið, eg higartil havi
merkt, at tað hevði týdning,
hvat kynið hjá mær var. Har
vart tú ofta mint á, at tú vart
kvinna. Hvørja ferð okkurt
varð viðgjørt, ið hevði við
„berghol“,
„vegagerð“,
„skipabólkar“, „fiskidagar“
o.s.fr. - ja, so varð frá
onkrum síðum mint á, at
tú sum kvinna „ikki kundi
kenna nakað til tílíkt“.
Kvinnur við dirvi
og sjálvsáliti
Spurdar um hví tær sita, har
tær sita nú, siga leiðarnir, at
tær hava tora at bjóða seg
framm. Kvinnur halda seg
alt ov ofta aftur. Tað krevur
dirvi og sjálvsálit at verða
leiðari og stjóri. Ella sum
Torgun Davidsen skemtandi
sigur:
- Tað hevur týdning, at
kvinnur hava árræði, og
at tær tora at vísa seg sum
mann.
Rúna Hilduberg vísir
á, at kvinnur burdu søkt
fleiri størv, sum tær ikki
passa heilt til. Um ein
passar perfekt til starvið, er
eingin avbjóðing og eingin
menning. Avbjóðingin liggur
í at seta seg inn í okkurt nýtt.
So er tað stuttligt.
Men kanska er manglandi
dirvi ein avleiðing av einari
tradiónsbundnari mentan,
sum upplærir gentur til ein
serliga afturhaldnan leiklut.
Rúna nevnir sum dømi,
hvussu somu eginleikar
verða lýstir ymiskt hjá
kvinnum og monnum.
- Ein mannligur leiðari
kann verða lýstur sum
framfúsin, virkisfúsin, hann
hevur power, hann vil nakað
og gongur á odda. Um ein
kvinnuligan leiðara við somu
eginleikum verður sagt, at
hon er ágangandi, kontant,
ráðarík, hysterisk, aggressiv
ella bara ov nógv.
Rip og Rap seta Rup
Um javnstøðan skal betrast
í føroysku vinnuni, mugu
leiðslurnar verða meira
kynsblindar. Tær fýra
kvinnurnar eru samdar um,
at trupuleikin ikki bara liggur
hjá tí einstøku kvinnuni, men
eisini í mannligum leiðslum,
sum bara seta fólk sum líkast
teim sjálvum, tað vil siga
menn.
Rúna Hilduberg heldur, at
privata vinnan er eftirbátur, tí
vinnan eftirspyr ikki kvinnur.
Vinnan headhuntar ov ofta
nýggjar leiðarar, og tá er
skjótt til at bara verður leita
millum menn. Annika Mittún
Jacobsen heldur hinvegin, at
privata vinnan gongur undan
í javnstøðutilgongdini.
- Í dag ynskja kundarnir
eina modernaða fyritøku,
og tað vil eisini siga eitt
javnt býtið millum menn
og kvinnur. Tað er tí góður
handilsskapur at seta kvinnur
í leiðslustørv.
Annika tekur Eik sum
dømi. Fyri fýra árum síð
ani vóru ongar kvinnur í
leiðsluni. Í dag eru tær fimm.
Men samfelagstølini vísa, at
stórur ójavni framvegis er í
vinnuni. Og stóri taparin er,
sambart Kristinu Háfoss,
vinnan sjálv.
- Føroyska vinnulívið miss
ur nógva vitan, nógv hugskot
og nógvan vøkstur við ikki
at gagnnýta kvinnurnar í
samfelagnum betur. Lykilin
til framtíðina er vitan, fjøl
broytni og tillaging, og fyri
at náa hesum er neyðugt
eisini at fáa kvinnur við í
leiðslurnar.
Kvinnan og vinnan
Torgun Davidsen
Rúna Hilduberg
Kristina Háfoss
Annika Mittún Jacobsen