hósdagur 8. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 48 - 8. mars 2007
Fyri nærum trimum
vikum síðani vóru
Bjørghild Djurhuus
og Jan á Argjaboða
send til Jakarta í
Indonesia, har tey
skulu upplýsa um
fyrimunirnar við
bróstageving. Nú
hava tey sent okkum
heilsan úr Indonesia
Menningarhjálp
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast fráferðin til Indonesia
varð útsett nakrar vikur
vegna vatnflóð í Jakarta, og
hóast ógvuslig kavaódn var
í Keypmannahavn, komu tey
bæði Bjørghild og Jan fram
til Indonesia í øllum góðum.
Mánadagin 26. februar hittust
tey á skrivstovuni hjá Mercy
Corps, felagsskapinum tey
starvast hjá.
- Eftir at vit vóru kunnað
um virksemið hjá Mercy
Corps í Indonesia og serstak
liga um okkara verkætlan,
Health Start, fóru vit beint til
verka, siga tey í brævinum
til okkara.
Geva pulvurmjólk
Endamálið við verkætlanini
er at økja um talið á kvinnum,
sum geva bróst í Indonesia.
Hugburðurin hjá nógvum
kvinnum er, at pulvurmjólk
er betur enn móðurmjólk.
- Hesin hugburður verð
ur stuðlaður av multinati
onalum fyritøkum, sum
selja pulvurmjólk. Eitt nú
verða ljósmøðurnar, sum
selja mjólkina, bodnar
ferðir til Mekka, um tær
megna at økja um søluna
av pulvurmjólk, segði Jan
á Argjaboða í greinini í
Sosialinum, áðrenn fráferð.
Verkætlanin, sum Lands
stýrið hevur avgjørt at
stuðla, verður rópt “Healthy
Start” A Model to Improve
Breastfeeding in Indonesia.
Ferðsluruðuleiki
Bjørghild og Jan greiða frá, at
skrivstovan og hotellið liggja
í Sunnara parinum av høv
uðsstaðnum Jakarta, meðan
øll verkætlanin fer fram norð
anfyri býin. Sostatt skulu tey
koyra gjøgnum tættu ferðsluna
í ein til tveir tímar, hvørja ferð
tey skulu út.
- Bara tann sum hevur
roynt at koyra í meldurtíðini
her, kann ímynda sær hetta
fyribrigdið. Men vit mugu
fer eftir fer staðfesta og
ásanna, at bilførararnir
her eru einastandandi. Teir
floyta og koyra annars í so
smølum gøtum, at vit títt og
ofta hugsa, at nú endar galið.
Men nei, so er ikki, vit koma
fram í øllum góðum, siga tey
bæði Bjørghild og Jan.
Skulu forvitnast
Tey hava nú fingið til upp
gávu at fara út og forvitnast
og undrast, so tey kunnu
staðfesta, hvar setast skal
inn og hvar skipanin haltar
mest.
Síðani skulu tey skriva
eina
frágreiðing
um
eygleiðingarnar og gera eina
framtíðar ætlan fyri økið.
Hjálparfelagsskapurin
hevur peikað út fýra øki,
sum tey skulu kanna. Ì
økjunum eru tvey sjúkrahús,
nógvar heilsumiðstøðir, sum
verða róptar “Puskesmas”
og nakrar viðgerðarstovur,
“Posendu” róptar.
Runa og gangur
Tey hava longu vitjað fleiri
støðir, og eru tær sera
ymiskar.
- Í einari var enn flóð, sum
var eitt ræðuligt runudíki.
Nógv fólk vóru stúva saman
og har var ein øgiligur gangur.
Henda dagin komu 275
børn sum skuldu koppsetast
fyri meslingar, polio og
stívkrampa. Eisini er høvið
at viga børnini einaferð um
mánaðin, siga tey bæði Jan
og Bjørghild, sum annars
onki hava merkt til herviligu
náttúruvanlukkurnar, vit
frætta um dagliga.
Vantandi reinføri
Tey hava eisini vitjað eitt
sjúkrahús, har tey øtaðust
um vantandi reinførið og
umstøðurnar annars.
- Millum annað vóru fleiri
børn í somu vøggu og onnur
børn, sum mamman hevði
átt og var farin frá. Framtíð
teirra er óviss, summi eru
heppin og verða ættleidd,
meðan myndugleikarnir taka
sær av øðrum, siga tey bæði
út Indonesia.
Jan á Argjaboða og Bjørg
hild Djurhuus siga annars,
at fólkini í Indonesia eru
ómetaliga blíð og fyrikom
andi og løtt at koma í sam
band við. Tey hava ein tolk
við sær allastaðni, tí fólki
tosar ikki nógv enskt.
Heilsan úr Jakarta í Indonesia
Indonesisk mamma sum gevur lítla barnið sínum bróst
Bjørhild Djurhuus við einum lítlum barnið á fanginum
Ein
sólskinssøga
hiðani:
44 ára gamli indonesarin Darmi Teungku misti
alla familjuna, konu og trillingagentur í herviligu
vatnflóðini, sum kravdi fleiri hundrað túsund
mannalív annan jóladag í 2004.
Í fjør giftist hann uppaftur við 28 ára gomlu Mariati.
Darmi sigur, at nýggja konan og hann ynsktu sær eitt
barn. Konan bleiv við barn, og so løgið tað ljóðar: tá
hon skuldi eiga, vísti tað seg, at talan var ikki bert
um eitt barn, men trillingar: tríggjar gentur. Darmi
heldur, at Guð hevur givið honum tær tríggjar
døturnar aftur, í staðin fyri tær hann misti.