hósdagur 8. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 2. MARS 2007
DR2 • Sunnudagin kl. 15.00
West Side Story
Tíggjufaldi oscar-vinnarin er ein
klassisk nútímansgerð av Romeo
og Julie. Hóast framleiðslan
nú er 36 ára gomuul, er evnið
enn eins aktuelt, tá Richard
Beymer og Natalie Wood royna
at halda fast í kærleikanum í
kriminalitetsrakta New York.
Kanal4 • Týsdagin kl. 20.30
QTV – Pinligt
Vit kenna øll støðuna, har tú bara hevur hug at krógva teg. Eitt nú
tá fartelefonin ringir, meðan snarlásið í buksunum er opið, ella tá tú
hevur bløtt ígjøgnum hvítu buksurnar. Í QTV koma allar hesar støður
fram, men samstundis roynir Pernillle at finna fram ráð, hvussu slíkar
støður verða tacklaðar. Eisini hitta vit eina kvinnu, sum hevur Tourettes
sjúkuna. Hetta er ein sjúka, sum ger, at pínligur støður íkoma somikið
ofta, at hetta mest sum verður ein vani.
VARPIÐ
3+ • Týsdagin kl. 20.00
Notting Hill
William Thacker eigur ein bókahandil á Notting Hill í Vestur-London.
Tað gongur ikki alt og væl, men ein dagin kemur filmsstjørnan. Anna
Scott, á dyr, og William veit valla, hvørjum beini hann skal standa á, fyri
fína gestinum. Sum so kundi søgan enn, men bara fáar minuttir seinni
kemur William at stoyta cappuccino og juice á stjørnuna, og tá hann
kortini býr nærhendis, býður hann henni at koma heim til sína at skifta
klæðir.