hósdagur 8. mars 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
Heilsa & vælvera
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tær vóru grannar, floksfel
agar og barndómsvinkonur
og hava soleiðis kenst,
siðan tær vóru børn. Seinni
arbeiddi onnur í ferða
vinnuni í nógv ár, og hin
var radiografur og arbeiddi
sum røntgensjúkrasystir á
Landss júkrahúsinum í mong
ár.
Hvør í sínum lagi eru tær
seinnu árini farnar undir
heilt annað yrki, ið hevur við
heilsu, trivnað og vælveru at
gera. Onnur hevur útbúgvið
seg sum mass ørur í mýking
og strúking, og hin sum
mensendieck-lærari.
Anna Maria Perss on er
útbúgvin mass ørur í 2005 og
virkis- og ítróttarmass ørur í
2006.
Malan Thomsen er útbúgv
in mensendieck-lærari í
1999 og er soleiðis serkøn
í kropsburði.
Báðar hava tær virksemi
heima við hús, har Anna
Maria hevur Viðgerðar
stovuna í Hoyvík, og Mal
an bjóðar fólki til men
sendieck-fimleik í egnum
hølum. Fimleikurin verður
fyriskipaður í smáum hold
um, soleiðis at hvør einstakur
fær sum mest burtur úr.
Vøddamýking
Klass iska mass asjan hjá
Onnu Mariu er ein saman
renning av mýking og
strúking, sum betrar virkis
føri, linnar pínu og avspennir
vøddarnar. Mass asjan virkar
sissandi, avstress andi og
hevur góða ávirkan á nerva
skipanina. Hon styrkir
kropsverjuna og kann lækka
blóðtrýstið, samstundis sum
hon stimbrar lymfurenslið
og økir um blóðstreymin í
vøddunum. Við øðrum orð
um er hetta ein náttúrligur
viðgerðarháttur
ímóti
strongd og spenningum, sum
mong dragast við.
Mensendieck-fimleikurin,
sum Malan bjóðar við
skiftafólki heima hjá sær,
er individuellur fimleikur,
sum fær kroppin í javnvág,
samstundis sum vøddarnir
verða vandir. Næmingarnir
fáa frálæru í vøddum, lið
bondum og teirra virki
og gerast soleiðis meira
tilvitaðir um kroppin. Ein
mensendieck-lærari dugir
at síggja, hvør tørvur er á
venjing og hvar, soleiðis at
kroppurin kemur í javnvág,
samstundis sum heildin alla
tíðina er við. Henda vitan
verður sitandi í kroppinum,
og dagligar rørslur verða
”umsettar” til fimleik. Kropp
urin verður sterkari, fimari
og rørslurnar gerast fríari við
mensendieck-fimleiki.
Fimleikurin er góður,
um tú eitt nú hevur trupul
leikar við rygginum, músa
skaðar, høvuðpínu ella
diskusprolaps, men hann
er eisini góður, um tú
bara ynskir tær eina størri
smidligheit og vælveru.
Vitanin, sum næmingarnir
nema sær um liðir, vøddar
og liðbond, verður sitandi
í kroppinum, og dagligar
rørslur verða ”umsettar” til
fimleik. Kroppurin verður
sterkari, fimari og rørslurnar
gerast fríari.
Felags tænasta
Eftir at tær báðar, Anna Maria
Perss on, vøddamýkjari og
Malan Thomsen, mensen
dieck-lærari, hava bjóðað
viðskiftafólki og næmingum
tænastu heima við hús,
eru tær nú eisini farnar
undir eitt felags tilboð til
arbeiðspláss – í fyrsta lagi
skrivstovufólk.
Anna Maria heldur fram
við síni viðgerðarstovu, og
Malan heldur eisini fram við
tilboðnum um mensendieck-
fimleik.
- Men saman bjóða vit
okkum nú at veita arbeiðs
pláss um okkara tænastu á
staðnum. Vit vilja fegnar
vitja út á arbeiðspláss , har
vit við okkara kunnleika
vilja hjálpa fólki at rætta
kroppin og vegleiða um
eitt nú borð, stólar og
teldu. Vit vilja hyggja at
og vegleiða um, hvuss u tú
situr á stólinum, og hvuss u
arbeiðsamboðini standa.
Neyðugt er ikki at skifta
allar skrivstovumøblarnar út,
men heldur brúka teir rætt.
Við at nýta rættan kropsburð
í arbeiðnum, verða røttu
vøddarnir brúktir, meðan
liðir og liðbond verða
skánað. Soleiðis kunnu
arbeiðsrørslurnar gerast til
Tær vilja út á arbeiðsplássini:
Vegleiða um skrivstovuút
Norðoyatunnilin
Ókeypis
at koyra
10. mars
Frá leygardegnum 10. mars kl. 6.00 til sunnudagin
11. mars kl. 6.00 verður frítt at ferðast gjøgnum
Norðoyatunnilin.
Skansavegur 7, Postrúm 1010, FO-110 Tórshavn, Tel 350200, Faks 350201, www.tunnil.fo
www.sansir.fo
- Besta íløgan hjá eini fyritøku er ein íløga í starvsfólkið. Ein
fyritøka, sum røkir síni starvsfólk við at fyribyrgja spenning
um og skaðum, økir um lívsvirðið, hevur nøgdari og minni
strongd starvsfólk við øktum neyvleika og færri sjúkradøg
um. Tað siga Anna Maria Persson og Malan Thomsen, sum
saman bjóða seg fram at vitja arbeiðspláss við sínum
førleikum