hósdagur 8. mars 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2007
35
tgerð og mýkja vøddar
Tær bjóða seg fram at vitja
út á skrivstovur at læra fólk,
hvussu tey sita best, og hvussu
skrivstovuútgerðin eigur at
standa. Eru fólk fongd við
spentum vøddum og pínu,
fáa tey viðgerð á staðnum.
Anna Maria Persson er
útbúgvin vøddamýkjari, og
Malan Thomsen er útbúgvin
mensendieck-lærari
Mynd: Jens Kr. Vang
fimleikarørslur, sigur men
sendieck-lærarin.
Hon vísir á, at tað finn
ast nógv sløg av fínum, ser
gjørdum og kostnaðarmiklum
borðum, stólum og øðrum
skrivstovumøblum, men
kortini er eingin trygd fyri,
at kroppurin fær tað betri av
hesum.
- Mín uppgáva verður at
læra fólk at seta stól, borð
og teldu rætt, soleiðis at
tey eisini kunnu brúka
kroppin rætt. Hetta fyri
byrgir trupulleikum – og
er samstundis hjálp til
sjálvhjálp, sigur Malan
Thomsen.
Mýking á staðnum
Meðan Malan vegleiðir
skrivstovufólk um hesi
viðurskifti, er Anna Maria
tøk til mýking og strúking,
um fólk longu hava drigið á
seg trupulleikar við spentum
vøddum.
Anna Maria vísir á, at
vøddaspenningar kunnu
koma av mongum, eitt nú
sitiarbeiði, einsháttaðum
arbeiði, einum strongdum
gerandisdegi, stúran, angist,
irritatión og vánaligum
trivnaði.
- Spenningar kunnu vera
meira ella minni tilvitaðir og
kunnu hava nógvar ymiskar
trupulleikar við sær.
Hon sigur, at pína í ryggi,
nakka, hondum, akslum, ørm
um og beinum eru vanligir
trupulleikar, tá vøddarnir
eru spentir.
- Vit merkja eisini hesar
spenningar sum stirvni og
pínu í vøddum og liðum –
og við darvaðum andadrátti.
Avleiðingarnar kunnu verða
svøvntrupulleikar, sum aftur
føra til, at tú hevur trupult
við at slappa av, vera virkin
og njóta lívið, sigur Anna
Maria.
Hon leggur aftrat, at
klassisk massasja er ein
samanrenning av mýking og
strúking sum strekkir spentu
vøddarnar.
Í síni tænastu til skrivstovu
fólk, fer Malan soleiðis at
taka sær av tí fyribyrgjandi
arbeiðnum, meðan Anna
Maria tekur um endan hjá
teimum, sum longu hava
trupulleikar at dragast við.
- Jú, vit eru ógvuliga
spentar upp á, hvussu undir
tøkan verður fyri okkara
tilboði. Fólk eru vorðin
meira og meira tilvitað um
likamið, og tí vænta vit, at
arbeiðspláss fara at senda
boð eftir okkum, siga tær
báðar.
Mensendieck
Men hvat er mensendieck,
og hvaðani kemur orðið og
viðgerðin aftanfyri, kunnu
vit spyrja.
Navnið stavar frá Bess
Mensendieck, sum er fødd
í USA. Sum ung fór hon til
París í Fraklandi, har hon
lærdi til myndahøggara. Tá
hon arbeiddi við ”modell
um”, undraði hon seg ferð
eftir ferð yvir, at hesi brúktu
vøddar og liðir óskynsamt.
Hetta fylti so nógv í henni, at
hon fór at lesa um anatomi.
Seinni legði Bess sítt lív
í læknagerningin og stóð
í nógv ár fyri eini gransk
ingarverkætlan við eitt
sjúkrahús í París. Teoriin
aftanfyri verkætlanina var
um nervalagið at aktivera
forsømdar vøddabólkar
í kroppinum, og tað er
framvegis henda teoriin, sum
liggur aftanfyri útbúgvingina
á Mensendieck-skúlunum
kring um heimin.
- Mensendieck-fimleik
urin er ógvuliga effektivur og
fer í dýpdina við vøddunum.
Soleiðs er fimleikurin eisini
ein háttur fyri styrkivenjing,
bæði fyri tey, sum hava trup
ulleikar og tey, sum kenna
seg frísk, sigur Malan Thom
sen.
Anna Maria er onga løtu í
iva um, at tilboðið, sum tær
báðar nú marknaðarføra,
er
ein
ógvuliga
góð
samantvinning av fyribyrging
og viðgerð.
- Vit okkara førleikum
kunnu arbeiðspláss, sum
taka av okkara tilboði, náa
rættiliga langt, siga tær
báðar, Anna Maria Persson
og Malan Thomsen.