Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 48 - 8. mars 2007 tíðindi Bert tveir næmingar ganga í Hests skúla, og tað gongur ein long tíð aftrat, áðrenn næsti næmingurin fer í 1. flokk. – Tað hevur týdning at teir eisini koma í samband við javn­aldr­ ar í øðrum skúlum, sig­ ur einalærari teirra, Hall­dóra Dam úr Havn Einalærari Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hestur: Tað er bítandi kalt í veðrinum henda hósmorg­ unin í farnu viku á Gomlu­ rætt. Um lítla løtu kemur Teist­in inn í ferjuleguna úr Skopun. Fáar minuttir seinni - klokkan 8:45 - leggur hann leiðina um fjørðin, hesaferð út í Hest. Henda túrin eru ikki nógv ferðafólk við: Burtur­ sæð frá umboðum fyri tíðindatænastuna, eru bert tvey onnur ferðandi við. Her er talan um ein lærara og ein av næmingum hennara, sum henda morgunin eru á veg aftur í skúla í Hesti. Halldóra Dam er ein av føroysku einalærarunum. Hetta er annað árið hjá henni við Hests skúla. – Skúlin krevur ábøtur, men eg má siga, at Tórs­ havnar kommuna er sera large ímóti skúlanum, stað­ festir Halldóra. Um lítla løtu leggur Teist­ in at í Hesti, og tá byrj­ar skúladagurin fyri teir báðar næmingarnar - ein skúla­ dagur, sum gevur lærara og næmingum møguleikar, men samstundis avmarkingar. Tætt við Havn Halldóra Dam er ættað av Norðskála, men er nú bú­ sitandi í Havn. Hon er annars útlærd sum bóka­vørður. Fyri sløkum tveimum ár­um fekk hon prógv sum lærari, og søkti og fekk sama árið starv sum einalærari við Hests skúla. Hjá nógvum lærarum er miðstaðarøkið áhugavert sum arbeiðsstað, og tað var tað fyri sovítt eisini hjá Halldóru. Fyri henni var hetta sam­ stundis ein møguleiki at síggja føroyska samfelagið við øðrum eygum ella úr øðrum sjónarhorni. Tað er helst rætt, sum hon so væl sigur tað: - Eg ynskti at vita, hvat tey á útoyggj eru upp ímóti í samfelagnum. – Hestur liggur tætt við høvuðsstaðin, men er kortini burturi frá honum, slær Halldóra fast. Tríggir árgangir - ein stova Við Hests skúla eru bert tveir næmingar - ein í 6. flokki og ein í 2. flokki. Teir verða undirvístir samstundis, hóast árgangirnir eru ymiskir. Hetta við ymiskum árgang­ um í somu skúlastovu er ikki ókent fyri Halldóru. So­leiðis var støðan eisini, tá hon í síni tíð gekk í skúla á Norðskála. – Ja, tá vóru vit tríggir ár­gangir í eini og somu stovu. Hugburðurin var øðr­ vísi tá, men tað gekk væl, sigur hon. Sum einalærari her í Hesti hevur hon ongan annan starvs­felaga at tosa við. Men heilt uttan felagsskap við starvs­felagar sínar kring landið er hon kortini ikki: Bæði í “grannabygdini” Velbastað, og við aðrar smærri skúlar, hevur Hall­ dóra samband við aðrar lær­ ar­ar í somu støðu sum hon. Gott samstarv Eitt samstarv er nevniliga skipað millum teir føroysku einalærararnar, og hittast teir av og á, m.a. saman við næmingum sínum. Næmingar og lærarar úr teimum smærru skúlunum hava tey seinnu árini havt tiltøk saman m.a. í Skúvoy og á Svangaskarði. Hetta hev­ur verið sera væl dámt av øllum. Ætlanin er at hittast aftur seinni í vár. Teir báðir næmingarnir við Hests skúla hava haraftrat møguleika at sleppa í skúlan á Velbastað eftir regluligari skipan - og øvugt. Herúti eru góðar umstøður til lærugreinina “Náttúra og tøkni”. Og í hesi lærugreinini hava næmingarnir m.a. velt eplir og gjørt onnur spenn­ andi ting. - Jú, tað hevur avgjørt sín týdning at hesir báðir næm­ ingarnir fáa nakrar upp­­liv­ ingar saman við javn­aldrum sínum, sigur eina­lærari teirra. Ein lærari og tveir næmingar Um lítla løtu byrjar skúladagurin fyri teir báðar næmingarnar - ein skúladagur, sum gevur lærara og næmingum møguleikar, men samstundis avmarkingar ” Bert tveir næmingar eru við Hests skúla. Tað gevur møguleikar fyri einalæraran, Halldóru Dam, men eisini avmarkingar Mynd: Jens Kr. Vang Halldóra Dam er útlærdur bókavørður, men varð liðug á læraraskúlanum fyri tveimum árum síðani Mynd: Jens Kr. Vang