hósdagur 8. mars 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 8. mars 2007
37
tíðindi
– Her kemur fólk inn
alla tíðina, sigur Olga
Fossdalsá, sum starv
ast í Telebúðini í
Skopun.
Fyri henni er eingin
ivi um, at rætt var at
flyta Telebúðina av
Sandi og til Lonina í
Skopun
Samskifti
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skopun: – Tað eru fáir
dagar, at vit ikki selja nakra
fartelefon.
– Onkran dagin selja vit
omanfyri seks telefonir, men
tá tað nærkast jólum eks
ploderar sølan, sigur Olga.
Telebúðin helt áður til á
Sandi, men er í dag partur
av handilsdeplinum Lonini
í Skopun. Her finnast somu
leiðis
matvøruhandilin
Sparni og Salong 1700.
Her er talan um eitt stað,
her nógv fólk vitja hvønn
einasta dag. Og tað merkja
tey eisini í Telebúðini.
Umframt stóru søluna av
fartelefonum, er gongdin
eisini hon at fleiri og fleiri
fáa sær breiðband.
– Tað vísir seg, sum um
tey flestu velja at fara tann
vegin, sigur Olga.
Starvið hjá Olgu er rætti
liga fjølbroytt og spenn
andi.
Fólk koma við fyrispurn
ingum um ymiskt viðvíkj
andi telefonum teirra, skrá
setingar skulu gerast, og so
ber eisini til hjá kundunum
at keypa fløgur og annað.
– Tað eru fáir sandoyingar
sum ikki hava fartelefon í
dag, slær Olga fast.
Fá sum
ikki hava
fartelefon
Olga Fossdalsá umgird av telefonum og øðrum, sum fæst til keyps í Telebúðini í Skopun
Mynd: Jens Kr. Vang
Eftir avlýstar kon
sertir í desember
vegna ræddartrupul
leikar, fór Eivør aftur
á pall í Íslandi
leygarkvøldið, fyri
bæði áskoðarar og
Eivør gjørdist hetta
ein serlig upplving.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í vikuskiftinum hevði
Eivør Pálsdóttir tvær sera
væleydnaðar konsertir í
Reykjavík. Í Háskólabíó fóru
Eivør, íslenski croonarin
Raggi Bjarna, 40 tónleikarar
og eitt 60 manna stórt kór
á pall saman. Fyri Eivør
var hetta ein heilt serlig
uppliving.
– Tað er langt síðan, at
eg havi havt tað so stuttligt
á eini konsert, sigur Eivør
við nógvari sannføring í
røddini.
Fyri jól hevði Eivør fleiri
sera væl vitjaðar og góðar
framførslur í Reykjavík.
Tíanverri gjørdist Eivør sjúk
og mátti tí avlýsa seinastu
konsert sína, ið skuldi
haldast saman við einum
íslendskum kóri. Eftir ein
lítlan steðg fór Eivør undir
upptøkur av komandi fløgu
síni, umframt at konsertir í
Skotlandi, Írlandi og USA
hava verið á skránni. Kon
sertirnar leygarkvøldið vóru
fyrstu konsertirnar í Íslandi
eftir keðiligu upplivingina,
og Eivør er sera glað um, at
tær gingu somikið væl.
– Tað er ótrúliga deiligt, at
hetta var somikið væleydnað.
Hetta er ein góður máti at
koma aftur, sigur Eivør.
Á konsertini leygarkvøldið
sluppu áskoðararnir at
uppliva eina heldur øðrvísi
Eivør Pálsdóttir. Konsertin
var eitt samstarv millum
Eivør og Raggi Bjarna, ið
er farin um tey sjeyti, og
hevur verið eitt stórt navn
í íslendskum tónleiki síðan
fimti árini. Tey valdu tí at
spæla nógv gomul íslendsk
løg. Eivør og Raggi Bjarna
sungu saman, umframt, at
tey bæði hvør í sínum lag
framførdu nøkur løg við
symfoniorkestri og kóri.
Raggi Bjarna framførdi
croonaraløg, so sum løg hjá
Frank Sinatra. Eivør fram
førdi 4 egin løg sett út til
symfoniorkestur og kór, m.a.
Hjarta mítt og Mín móður.
– Tað var stuttligt og
øðrvísi at spæla saman við
einum stórum orkestri og
kóri, greiðir Eivør frá.
Eivør
bergtók
Ísland