hósdagur 8. mars 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
Allir føroyingar hava
í hesum døgum høvi
til heilt ókeypis at
syngja við kendu
gospelkvinnuni Ettu
Cameron. Tað er
Norðurlandahúsið og
altjóða hjálparfelags
skapurin ADRA, ið
saman við Sigrið
Rasmussen og United
Voices bjóða til sang
skeið, har úrslitið
verður ein konsert
saman við sjálvari
Ettu
Sangskeið
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Tá ið Etta Cameron leygar
kvøldið fer at syngja í
Norðurlandahúsinum
verður tað við stórum kóri
aftanfyri seg. Kórið verður
mannað av heilt vanligum
sangáhugaðum føroyingum,
ið fram til kvinnudagin hava
høvi til at melda seg til
sangskeið. Og hetta tykist
tað at verða stórur áhugi fyri,
tí sum nú er hava 60 fólk
meldað seg til. Tað er kenda
føroyska sangkvinnan Sigrið
Rasmussen, ið er samskipari
fyri sangskeiðnum.
- Eg haldi hetta er eitt
sera spennandi tiltak. Hóast
eg ongantíð havi hitt Ettu
Cameron, so hevur mær
altíð dámt væl rødd hennara,
og eg havi hoyrt, at hon er
ein áhugaverd kvinna, sigur
Sigrið Rasmussen.
Umframt
Sigrið,
so
verður Etta sjálv ein partur
av sangskeiðnum, og hon
kemur við nøkrum sangum,
ið ikki hava verið so nógv at
hoyrt í Føroyum fyrr.
- Eg má viðganga, at eg ikki
kenni allar sangirnar, ið Etta
kemur við, men tað er tí ein
hevur eitt sangskeið, soleiðis
at ein lærur sangirnar. Hetta
verður ein blandað skrá, har
eisini ymsir slagarar vera
á skránni, so hetta verður
avgjørt ein spennandi og fjøl
broytt konsert, sigur Sigrið
Rasmussen.
Peningurin fer til
flóttafólk í Congo
Allur peningurin sum kemur
inn til konsertirnar við Ettu
í Føroyum fer beinleiðis til
flóttafólk í Congo. Tað er
altjóða hjálparfelagsskapurin
ADRA, ið skipar fyri.
Størsta tiltakið ADRA er
farið undir, er at byggja
hús til flóttafólk, ið ikki
kunnu venda heim aftur.
Eitt hús kostar ikki meira
enn 3200 krónur, og tað eru
rættiliga nógvir føroyingar,
ið longu hava latið eitt hús
til flóttafólkini.
- Vit hava longu bygt yvir
1200 hús í Burundi, og tað
var nærmast kapping um at
lata pening til húsini. Nú eru
vit farin í holtur við at lata
hús til flóttafólk í Congo,
og tað eru nógv, ið viljað
latað pening. Og føroyingar
halda seg ikki aftur. Millum
annað helt eg framsýning á
Torginum í SMS um vatn,
og har kom ein føroyingur
og gav mær 100.000 krónur
í hondina til hjálpararbeiði
við vatni, sigur aðalskrivarin
í ADRA Lehnart Falk.
Hartil vísur hann á, at
Etta Cameron, ið nú nærkast
teimum 70, er heilt ótroytti
lig, tá ið tað kemur til at
hjálpa øðrum.
- Etta Cameron hevur
mangan hildið konsertir
fyri okkum, og hon hevur
ongantíð kravt nakað aftur
fyri. Hon er ótroyttilig, tá
ið tað kemur til at hjálpa
øðrum, sigur Lehnart Falk,
ið hevur eitt tætt tilknýti til
Føroyar, tí hann hevur arbeitt
sum prestur her í 20 ár.
Øll kunnu hjálpa
Tað er ikki bara við húsum,
at ADRA roynur at hjálpa.
Eitt nú hava tey fólk í økjum,
har flóttafólk venda heim
aftur til.
- Her kann ofta standast
ósemja burturúr. Tí onkur
hevur tikið jørðina, ið
flóttafólkið átti, og so kann
væl koma bardagi burturúr.
Tí senda vit ikki bara pening,
men eisini semingsfólk til
staðið, sigur Lehnart Falk.
Øll, ið fara á konsertirnar
um vikuskiftið, hava møgu
leika til at keypa eitt hús
til flóttafólk. Men Lehnart
vísur á, at øll kunnu lata
okkurt.
- Vit vilja hjálpa allari
verðini eitt lív í senn.
Og ein hundraðkrónu
seðil røkkur langt, so allar
gávur eru vælkomnar, sigur
Lehnart Falk.
Umframt konsertina í
Norðurlandahúsinum í Havn
leygarkvøldið, so fer Etta at
framføra í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði saman við
kórinum Vox sunnukvøld
ið. Áhugin er rættiliga
stórur til tiltakið í Norður
landahúsinum. Heili 210
atgongumerki eru longu
seld. Men fólk hava enn
møguleikan til at ogna sær
eitt atgongumerki, eitt nú á
www.nlh.fo.
Allir føroyingar høvi til at
syngja við Ettu Cameron
8. mars hald
í Vestmanna
Eisini í Vestmanna
verður skipað fyri
8. mars haldi.
Vestmanna
hevur
í
mong ár verið bygdin,
har kvinnurnar veruliga
hava sett dagsskránna.
Í ár verður 8. mars hald
á Bryggjuni, har ymiskt
áhugavert verður á skránni.
Tríggjar ungar gentur fara
at dansa hipp-hopp, og
unga íverksetarainnan
í Vestmanna, Mariann
Ivansdóttir, fer at vísa
klædna- og hármóta og
greiða frá sínum íverk
setararoyndum. Síðani
flytur Malan Johannesen
fram 8. mars røðuna, og
Gunnvá Zachariasen frá
Tjóðleikpalli Føroya fer
at framføra nakrar av
Ginusøgunum. Harum
framt fer evnaríkur ungur
klaverleikari, John D. Jac
obsen, at spæla tónleik.
Eisini verður høvi at
fáa sær ein kaffimunn
ella annað, og ikki minst
at práta saman.
Haldið verður hós
kvøldið 8. mars klokkan
20 á Vestmanna Bryggju,
og allir vestmenningar
og onnur áhugað eru væl
komin.
Sigrið Rasmussen fer saman
við Ettu Cameron og United
Voices at halda eitt sangskeið,
har allir føroyingar hava høvi
til at syngja á konsert saman
við Ettu Cameron
Mynd: Jens Kr. Vang