Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2007 41 – Tá fólk hjálpa teimum yngru, so ger tað eisini, at tey fáa fyrimyndir innan talv. Hetta økir heilt víst um áhug­an ímillum ungdómin fyri telving. Herborg Hansen, Klaksvíkar Talvfelag ítróttur SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 16 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík dámar sera væl at telva. Fyri knappari viku síðani gjørdist hon føroyameistari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild, og í morgin gongur leiðin til Danmarkar, har Herborg skal taka lut í DM TALV Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Talv er ein ítróttargrein, sum mest verður íðka av monnum her í Føroyum. Tað er sera óvanligt at síggja eina føroyska kvinnu seta seg við eitt talvborð, men síðstu árini er ein ung genta úr Klaksvík komin storm­andi fram í talv­heim­ in­um. Fyri einum ári síðani vann hon danmarks­meistara­ heitið, og fyri knappari viku síðani gjørdist hon føroya­ meistari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild, har hon telvar millum menn og dreingir. Talan er um 16 ára gomlu Herborg Hansen úr Klaks­ vík, sum dámar stak væl at telva. Hon hevur gjørt talv til sína ítróttargrein, og hetta hevur eisini økt um áhug­an millum ungar gentur í Føroyum. Her­borg hevur verið slóbrótandi fyri ungar føroyskar gentur, og herfyri fekk hon eisini løn fyri sítt stríð innan telv­ing­ ini, tá hon saman við tveim­ um øðrum fekk eitt 13-tal í skúlanum í eini verkætlan, sum snúði seg um talv­frá­ læru. Verkætlanin Herborg gongur í 10 flokki í skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík, og fyri eini tíð síðani skuldi teirra flokkur gera eina verkætlan. Her­ borg og tvey vinfólk hjá henni, Lilja Thorsteinsson og Jákup Klein, høvdu valt at gera eina verkætlan, sum var um talv ella talvfrálæru, og hetta gekst avbera væl, sigur Herborg. – Uppgávan hjá okkum gekk væl. Vit gingu sera høgt uppí hana, og so hjálpti tað eisini væl, at eg kendi fleiri fólk í føroyska talv­ heiminum. Vit gjørdu eitt føroyskt talvblað, har vit m.a. tosaðu við Helga Dam Ziska og Jógvan Joensen, for­mann í talvsam­band­in­ um. Vit høvdu eisini eina grein um Garry Kasparov, og so spurdu vit nógv ung fólk, hvat tey hildu um talv. Eg haldi, at hetta riggaði stak væl. – Harafturat gjørdu vit eisini eina DVD, sum fylgdi við talvblaðnum. Her var m.a. eitt slideshow á um­framt nógv annað tilfar. Herborg og hini í bólk­ inum gjørdu eisini eitt talv­ borð úr træi, og haraftur­at skriv­aðu tey dagbók um, hvat tey høvdu gjørt hvønn dagin. Herborg sigur, at tey løgdu sera stóran dent á dag­bókina eisini. Eingin ivi var um, at tey høvdu gjørt nógv við verkætlanina, og úrslitið var eisini har eftir. Tey fingu eitt 13-tal fyri uppgávuna, og tá kann tað ikki gerast nógv betri. Vaksandi áhugi Telving hevur næstan altíð verið ein ítróttargrein fyri menn. Onkrar gentur ella kvinnur hava tó verið ímill­ um, og Herborg heldur, at talið er vaksandi. – Tá eg byrjaði at telva, sum heilt ung, vóru nakrar gentur, sum telvaðu í Før­ oyum. So við og við mink­ aði talið tó, og tá eg bleiv eini 13 ár, minnist eg bert eina aðra gentu, sum telv­ aði. Hon var av Oyrarbakka. Úrslitini hjá okkum hava tó verið sera góð, og síðstu árini er talið vaksið støðugt av gentum, sum royna at telva. Herborg dugir ikki heilt at meta um grundina til, at fleiri gentur telva, men hon heldur kanska, at góðu úrslitini hjá øðrum gentum gera, at áhugin verður størri milum ungar gentur. - Tað er ringt at meta um sjálva grundina til, at fleiri gentur telva í dag. Tað kann tó vera, at úrslitini, sum før­ oyskar gentur hava fing­ið, hava hjálpt uppá áhugan. Nú telva gentur í øllum før­ um í fleiri bygdum, so tað er ikki so gali. Herorg heldur eisini, at tað er týdningarmikið hjá telvarum, at hjálpa teimum yngru telvarunum fram. – Eg haldi tað vera um­ráð­ andi, at telvarar hjálpa ungum telvarum fram. Man skal royna at venja teir, soleiðis at tey ungu kunnu síggja, hvat tey veruliga duga. Tá fólk hjálpa teimum yngru, so ger tað eisini, at tey fáa fyrimyndir inan talv, og hetta økir heilt víst um áhugan ímillum ungdómin. Skal verja danmarks­ meistara­heitið Fyri knappari viku síðani gjørdist Herborg føroya­ meist­ari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild. Hetta eru tvey av hæddar­ punktunum hjá Herborg, men hetta man neyvan vera tað størsta hæddarpunktið. Fyri á leið einum ári var Herborg nevniliga við til danmarksmeistaraheitið í talvi, og her gjørdi hon ikki matari enn at vinna kapp­ ingina. Í morgin gongur leiðin so aftur til Danmarkar, har Her­borg skal royna at verja heitið. Hon hevur góðar vónir, men væntar, at tað verð­ur ein hørð kapping. – Í fjør telvaði eg í næst­ elsta bólkinum, og tá eydn­ að­ist mær at vinna. Í ár skal eg telva í elsta aldurs­bólk­ inum, so mótstøðan verður kanska heldur harðari. Fleiri av telvarunum, sum eg møtti í fjør, vera tó aftur við í hesum aldursbólkin­ um, so vónirnar eru góð­ar. Eg fari sjálvandi niður fyri at vinna, men tað er ringt at siga áðrenn, hvussu fer at ganga. Kappingin er skipað á tann hátt, at hvør telvari hevur 30 minuttir fyri hvørt talv. Luttakararnr telva so nøkur talv um vikuskiftið, og sunnudagin verður av­ gjørt, hvør verður dan­­marks­ meist­ari. Vónandi fer Her­ borg enn einaferð at vísa, hvør dugur er í henni við talvborðið. Fekk 13 í verkætlan um talvfrálæru Navn: Herborg Hansen Føðingardagur: 10. juni 1990 Foreldur: Klæmint & Merry Hansen Skúli: 10. flokkur í skúlanum á Ziskatrøð Starv: Arbeiðir á kósini eina ferð um vikuna FAKTA UM HERBORG Herborg Hansen hevur gjørt talv til sína ítróttargrein. Hon er júst blivin føroyamesitari í liðkappingini hjá bæði unglingum og 3. deild, og í morgin skal hon til Danmarkar at verja sít danmarksmeistaraheitið Herborg fekk eitt 13-tal fyri eina verkætlan, har hon, saman við tveimum vinfólkum, gjørdi føroyska talvblaðið »Check M8.« Mynd: Jógvan Joensen ítróttur