Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 [ Nr. 48 - 8. mars 2007 ] Liðini skiftust um at føra, tá STÍF tók ímóti Neistanum í síðsta umfari av Sunset-kappingini, men at enda samdust liðini um at býta stigini sínámillum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bæði StÍF og Neistin vóru tryggjaði víðari luttøku til hálv­finalurnar í Sunset- kapp­ingini undan innan­hýs­ is dystin í gjárkvøldið. Lið­ ini høvdu sostatt ikki tað heilt stóra at spæla um, men dysturin bleiv bæði javnur og spennandi. StÍF var oman á Fyrstu løtuna gekk janvt á ímillum liðini. Tey skiftust um at skora, men eftir 10 minuttir tók StÍF eitt ordans hál. Tær løgdu seg á odda við trimum málum, og hesa løtuna spældu stranda­kvinn­ ur sera væl. Neistin vísti tó, at tær vóru ikki komnar inn á Skála bert til at tapa dystin. Tær otaðu seg róliga inn­ aftur á StÍF, og tá fimm min­ uttir restaðu av fyrra hálv­ leiki stóð aftur á jøvnum millum liðini. Síðstu løtuna av hálv­leik­ inum kom rættilig fer á lið­ ini, og tey skoraðu í mest sum hvørjum álopi. Tey skift­ust tó um at skora, so tá liðini fóru til hálvleiks, stóð á jøvnum 12-12. Neistin var tætt við sigurin Í seinna hálvleiki var vent í holuni. Nú vóru tað nevni­ liga gestirnir úr Havnini, sum fingu eina væl betri byrjan enn heimaliðið. Neist­in legði seg á odda við tveimum málum mest sum alt fyri eitt, og hesa leiðslu øktu tær um út á dystin. Tá eitt korter var farið hevði Neistin lagt seg á odda við fýra málum, og nú var líkt til, at bláu favor­itt­ arnir ætlaðu at fara frá StÍF. Neistin spældi nevniliga væl hesa løtuna, og StÍF tókt­ist hava ávísar trupul­ leikar at spæla seg ígjøgn­ um verjuna hjá Neistanum. So við og við kom tó meir gongd á stranda­kvinn­ ur, og tá átta minuttir rest­ aðu av dystinum var aftur bert eitt mál á muni millum liðini, og nú var lagt upp til ein spennandi endaspurt. Seint í dystinum megnaði Neistin aftur at vinna seg fram um við tveimum mál­ um, men StÍF ætlaði sær í minsta lagi eina stigið henda dagin. Tær megnaðu eisini at skjóta síðstu tvey mál­ini, og so endaði dyst­ur­ in við javnleiki. Javnleikurin hevði tó ikki tað heilt stóra at týða, tí bæði liðini vóru klár til hálv­finalurnar undan dyst­ in­um. Her tekur StÍF ímóti Stjørnuni í fyrru hálv­final­ uni leygardagin, meðan Neistin fær vitjan av VB. Kyndil spældi sín seinasta dyst í Sunset kappingini í gjár, tá tær tóku ímóti Stjørnuni. Kyndil var væl við í fyrra hálv­ leiki, men í seinna hálvleiki avgjørdi Stjørnan dystin HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Seinasta umfarið í Sunset kappingini var á skránni sunnudagin, og her skuldi Kyndil út í sín seinasta dyst í Sunset kappingini í ár. Tær liggja nevniliga niðast, og tí skulu tær eftir henda dystin spæla eina upp- & niðurflytingarkapping ímóti liðum úr næstbestu deild­ ini. Mótstøðuliðið í hesum dyst­inum var oddaliðið, Stjørn­an, og Kyndil fekk sostatt ein seinasta møgu­ leika at vísa, at tær kunnu spæla upp ímóti teimum bestu. Kyndil væl við undan steðginum Oddaliðið úr Stjørnuni fekk betru byrjanina uppá dystin. Sjálvt um tær spardu fleiri av sterkastu spælar­unum, so tóktist hetta tó ikki nerva innsatsin á nakran hátt. Eftir 10 minuttum hevði Stjørnan nevniliga lagt seg á odda við trimum málum, og okkurt bendi á, at tær kundu fara frá Kyndli. Kyndil vildi tó als ikki geva skarvin yvir í teirra seinasta dysti. Tær blivu við at kempa, og eina løtu seinni vóru tær komnar uppá javnleik 6-6. Næstu løt­una fylgdust liðini, men tað var tó alla tíðina Stjørn­ an, sum var oman á. Tær høvdu til tíðir hug at fara frá Kyndli, men grøna liðið úr Havnini bleiv við at hanga í, so tá liðini fóru til hálv­leiks, førdi Stjørnan bert við einum máli. Stjørnan avgjørdi dystin Kyndil hevði kempa væl fyri at fylgt við oddaliðnum í fyrra hálvleiki, og um hetta hevði kostað teimum ov nógvar kreftir, er ilt at meta um. Í seinna hálvleiki megnaði botnliðið nevniliga slett ikki at fylgja við, og leiðslan hjá Stjørnuni vaks frá fyrsta minutti í seinna hálvleiki. Munurin millum liðini bleiv bara størri og størri, og fyrsta korterið av seinna hálvleiki vann Stjørn­ an heili 11-4, og nú førdu tær brádliga við heili átta mál­um, og dysturin var av­gjørdur. Eitt skifti førdi Stjørnan eisini við heili 12 málum, men síðstu løtuna av dyst­in­ um slapp Kyndil aftur at spæla eitt sindur við. At enda vann Stjørnan við 10 mál­um, og sostatt fekk Kyndil heldur einki burtur úr teirra síðsta dysti í Sunset kappingini á hesum sinni. Wozniacki skal møta Hingis 16 ára gamla danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, hev­ur fingið fram úr góð úrslit í ár, og hon er farin nærum 100 pláss upp eftir heimsstyrkilistanum síðstu tíðina. Í síðstu viku vann Wozniacki eina kapping í USA, sum førdi hann enn longur upp eftir styrkilistanum. Í hesum døgum er hon aftur við í eini kapping í USA, har hon hevur spælt seg víðari til aðru rundu. Her skal hon møta einari av sínum stóru fyrimyndum, nevniliga sveisisku, Martina Hingis. Hin­gis liggur í løtuni á sætta plássi á heimsstyrkilistanum, so hetta verður ein stórur biti hjá 16 ára gomlu Wozni­ acki. Hálvfinalurnar vera leygardagin Í gjárkvøldið var síðsta umfar í Sunset-kappingini hjá kvinnum á skránni, men undan dystunum var longu avgjørt, hvørji lið vóru klár til hálvfinalurnar. Leygardagin skulu liðini so út í fyrsta hálvfinalurnar, og her tekur StÍF ímóti Stjørnuni í høllini á Skála kl. 15.00, meðan Neistin og VB bresta saman í høllini á Hálsi kl. 14.30. Seinnu hálvfinalurnar vera vikuskiftið 17. og 18. mars. StÍF-Neistin 23-23 (12-12) StÍF og Neistin býttu stigini StÍF-Neistin 23-23 (12-12) Málskjúttar: StÍF: Rebekka Justinussen 9 (4), Ninna K. Johan-­ sen 6, Fríðrun Danielsen 2, Bára Bertelsen 2, Sólfríð Christian­sen 2, Rósa Johansen 2 Neistin: Nicoleta R. Hansen 7, Katja Eigemann 4 (2), Tordis Tróndarson 3, Maria Dahl 3, Rakul Augus­t­in­uss­­ en 2 (1), Gunnvá Brockie 2, Heidi Maria Akselsen 1 Brotskøst: StÍF 4, Neistin 3 FAKTA Kyndil-Stjørnan 23-33 (11-12) Stjørnan vann síðsta dystin Kyndil-Stjørnan 23-33 (11-12) Málskjúttar: Kyndil: Jacklin Durhuus 7, Anja Heinadóttir 6, Lina Andriu­lyte 4, Ronja Mikkelsen 4 (2), Súsanna Peter­­ sen 2 Stjørnan: Simona Petersen 10 (1), Maria við Neyst 7 (1), Bára S. Klakkstein 5, Una Olsen 5, Anna Kris­tina Samson 3, Louisa Andreassen 2, Durita Mikkel­sen 1 Brotskøst: Kyndil 2, Stjørnan 3 Útvísingar: Kyndil 1, Stjørnan 3 Dómarar: Kristian Johansen & Kári Hansen FAKTA StÍF og Neistin býttu stigini í seinasta umfarinum í Sunset-kappingini Kyndil var væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki setti oddaliðið úr Stjørnuni alt uppá pláss