hósdagur 8. mars 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Nr. 48 - 8. mars 2007
Hagafundur
Hagafundur fyri Hagan Fyri Framman í
Streymnesi, verður hjá Finnboga Midjord,
fríggjadagin 9. mars 2007 kl. 20.00.
1. Framløga av roknskapi
2. 2 umsóknir um keyp av lendi
3. Ymiskt
Hagastýrið
Frá Sandoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundur verður í Samljóð Skopun Leygarkvøldið
10. mars kl. 18.00
Kl.19.00 verður fundur undir heitinum »Flokkurin
møtir veljarunum«. Við á fundunum verða ting- og
landsstýrisumboð floksins.
Nýggir limir kunna tekna seg.
Sandoyar
Javnaðarfelag
Fast starv á
Føroya Barnaheimi
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familju
deildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt
fulltíðarstarv er leyst til setan frá 01.05.2007 ella
skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal
starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini.
Um Familjudeildina:
Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við
komandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur,
soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild.
Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir
og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum
sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og
mest viðkomandi at veita familjuni framyvir.
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan
kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at
viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam
starvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna
arbeiða sjálvsstøðugt.
Ein partur av arbeiðinum er skrivligt arbeiði, og
umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera
seg bæði í skrift og talu.
Útbúgving:
Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving
sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio
terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði
verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina
terapeutiska eftirútbúgving.
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari
útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið,
verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
fyri hjálparfólk.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann
21.03.2007
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Brynhild M. Joensen deildarleiðara ella Beintu
Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steingøta 10
100 Tórshavn
Skoda Octavia Combi TDI SLX
Nýsýnaður Skoda Octavia frá sept. 2000 til sølu
vegna flyting. Hevur koyrt 99.000 km.
Silvurgráur ikki-roykjara bilur, ið hevur verið til øll
eftirlit. Bilurin hevur bert havt ein eigara. Tann-
reimin er í lagi.
Útgerð: 15" alu-felgur, aircon., sentrallás, start-
sperru, hita í setrum, el-rútar, el-spegl v/hita,
armlen, bagagugardin, split baksetur, ABS, ESP,
lakkeraðir kúfangarar, spoylara aftan, tónaðir
rútar.
Tlf. +45 96 83 40 80 ella +45 30 29 15 67
lýsingar
Gjørdir á Tekniska
Skúla í Havn.
Sera snøggir og
væl gjørdir. Til sølu
fyri 4.000 kr.
Tlf. 25 50 31
Brenniovnar til sølu