Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2007 53 tíðindi tann einstaka Sigrið Rasmussen sang og kýndi fyri enn einum sansi hjá áskoðarunum, Sigvør arbeiðir við eini nýggjari fløgu, og hetta kvøldið varð høvi at uppliva nøkur av løgunum. Eyð Mørkøre er í mintgrønum brúðarkjóla. Korsagan við halterneck er handdraperða og betrekt við einari grønari/silvur blondu og hevur eitt lítið dryss av ferskvatnsperlum. Niðurdeilurin hevur eitt sindur av havfrúgvasnið og hevur somu blondu sum í erva niðureftir aftanfyri. Eg havi valt at vísa hendan kjólan sum brúðarkjóla, men hann kann saktans eisini brúkast í øðrum samanhangi. Akkuleyða hevur gjørt bukettina. Ása á Neystabø er í gyltum handdraperðaður korsagukjóla við einum brúsi av hvítum tyll og ektaðum ferskvatnsperlum. Gullskógvarnir eru ótrúliga flottir til. Hesin kjólin kann saktans nýtast til brúðarkjóa. Trina Gaard er í reyðum ull/cashmere frakka við nógvari vídd og høgum kraga. Trina er høg og slonk og riggar hetta sniðið sera væl til hennara. Knapparnir havi eg betrekt við puntutum tweed, sum gongur aftur í skógvunum, ið eisini hava reytt lakk. Ein sera flott heild. Sólrun Michelsen, rithøvundur læs upp úr eini stuttsøga, við hesum kom eisini skaldskapur inn í tiltakið, ið fevndi um klædnasnið, tónleik, bókmentir í einum karmi av myndlist