hósdagur 8. mars 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
Mótasýningin av serlig
um sniðum hjá Beintu
Vilhelmsen í Lista
skálanum gjørdist ein
væleydnað og væl vitjað
heildaruppliving.
Móti
Orð: Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir Jens Kr. Vang
jensk@sosialurin.fo
Listaskálin var hóskvøldið karm
ur um eina øðrvísi og spennandi
mótasýning. Mótasýningin var
sermerkt við, at klæðini vóru
seymaði og skapt til persónin, ið
vísti tey fram, av skraddaranum
Beintu Vilhelmsen. Beinta hevði
sjálv valt kvinnurnar, og her
legði Beinta dent á, at vísa
ymiskar kvinnutypir. Aldursmun
urin á yngsta og elsta modellinum
var 20 ár.
Beinta var sera væl nøgd við
tiltakið.
- Hetta var super, super, super,
ordiliga gott. Tað var dundrandi
útselt, og vit kundu uttan
trupulleikar skipað fyri einum
kvøldið afturat. Responsurin var
góður, og nógv hava víst áhuga í
at fáa klæðir sniðgivin til sín,
greiðir vælnøgdi skraddarin frá.
At skipa fyri mótasýninga við
sergjørdum klæðum er heldur
serligt í føroyskum høpi, men
fyri Beintu kennist hetta heilt
natúrligt.
- Sum skraddari er grundhug
sjónin, at eg sniðgevi og seymi
uppá einstaka persónin, tí er
hetta heilt natúrligt stig fyri meg.
Eg
standi
ikki
fyri
massaframleiðslu, men fyri júst
hesum, sigur Beinta.
Nakrir av kjólunum vóru
kjólar, ið Beinta hevði gjørt fram
manundan til hesar kvinnur, men
meirilutin varð gjørdur til júst
hesa framsýningina. Men fram
sýningin var meira enn bert
móti, við sær hevði Beinta Sig
rið Rasmussen, ið sang og
Sólrun Michelsen, ið læs upp
brot úr eini stuttsøgu. Harum
framt var listin í Listaskálanum
karmur um tiltakið, sostatt
gjørdist talan um eina sansa
stimulering
av
teimum
viðfevnandi.
- Ja, ætlanin var at skipa fyri
einum hugnaligum tiltaki fyri
kvinnur, har teirra sansir vóru
stimuleraðir á ymiskar háttir.
Klæði snikkað til
Beinta Vilhelmsen var skraddarin
og kvinnan handan stórfingnu
sansaupplivingina
Ragnhild Ellingsgaard er í einum setti, ið er úr
tí toyið, ið eg sjálv havi seyma úr toyprøvum frá
Dormeuil(heimsins fínastu meturvøru). Helt
tað vera synd at koyra tað burtur. Niðurdeilurin
er í banum og fóraður við lilla silki. Vesturin við
halterneck, kraga og revers er opin í rygginum
og hevur lilla snøri.
Marna í Grund er í einum meira casual setti.
Korsagan er seymað úr nálastríputari ull og hevur
ein reyðan tittekant framman og reyðar knappar
í rygginum. Ullintur svart/hvítur puntutur
pencilniðurdeilur. Svartir femininir leðurstivlar
við tweedknappum.
Karin Sólsker er í hvít/svørtum mynstrutum
jerseykjóla við puffermum og svørtum,
áseymaðum ermum og revers. Ein meira
avslappaður kjóli, ið eisini riggar til
gerandisbrúk.
Katrin er í reyðum brúðarkjóla. Hesin bleiv
gjørdur til Katrin, tá hon giftist seinasta
summar. Niðurdeilurin er langur við einum
lítlum sleipi. Korsagu toppur við langum
ermum og høgum kraga. Hálsútskeringin ger
kjólan minni tildekkaðan. Akkuleyga stendur
fyri bukkettini.