Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 49 - 9. mars 2007 Virksemi okkara er í støðugum vøkstri. Í hesum sambandi sóknast vit eftir einum løgfrøðingi. Tú kemur at samstarva við og veita løgfrøðiligar tænastur til allar okkara deildir – t.e. Investment Banking, Vinnulán, Handil og ráðgeving eins og leiðsluna. Harumframt kemur tú at samstarva við uttanhýsis løgfrøðingar, sum vit vanliga samstarva við. Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ágrýtin og orðar teg væl bæði í skrift og talu. Hollur kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Starvið er við beinleiðis tilvísing til stjóran. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ert positiv/ur av lyndi. Vit leggja stóran dent á, at øll okkara starvsfólk er blíð, opin og løtt at samstarva við. Vit bjóða spennandi starv í einum livandi banka, sum støðugt mennist. Millum starvsfólkini valdar ein góður samstarvsandi í einum góðum og avbjóðandi umhvørvi. Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Peter Holm, stjóra, á telefon 351502 / 551502 ella á telduposti peter@kaupthing.fo. Umsóknir skulu í seinasta lagi 22. mars 2007 vera okkum í hendi: Kaupthing Bank Bókbindaragøta 8 Postboks 3090 FO-110 Tórshavn Att: Peter Holm Løgfrøðingur til Kaupthing Bank Kaupthing Bank virkar í dag í tíggju ymiskum londum og umsitur virði f yri meira enn 10 0 mia. k r., bæði f yri s tovnar og privatar íleggjarar. Les meira á w w w.kaupthing.fo sansir.fo hvonn bronsj   