Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti  - Eg havi altíð runnið nógv, og kvøldini í ítróttarhøllini dámar mær sera væl. Tey eru ein góður avvekslingur í gerandisdegnum, sigur 68 ára gamli skiparin, Jack Højgaard - Eg var bert 10 ára gamal, tá abbi gav mær ein árabát. Umleið 12 ára gamal fóru eg og ein vinmaður, sum var yngri enn eg, at seta línu. Vit høvdu egnt, og komnir nakað út, rópar abbi okkum innaftur. Vit gjørdu, sum vit ikki sóu hann og hildu leiðina suður við landinum. Vit settu út fyri Æðuvík, og har kom línan í trol við línu hjá Júst í Túni. Men Júst var ikki illur; hann helt tað vera óført av okkum, so ungir vit vóru, at vera komnir so langa leið í árabáti. Soleiðis greiðir Jack Højg­ aard frá, sum eigur línubátin Volunteer saman við soninum, Niclasi og konuni, Kirsten. Gamli Kjartan Mohr, abbi núverandi skipasmiðjustjóran, hevði smiðað árabátin. - Ja, tú kanst siga, at Volunteer er ein familju­fyri­ tøka. Tað er Sp/f Á Lakju, sum eigur bátin, og aftanfyri felagið standa vit trý. Jack er ættaður av Lakju á Toftum. Manningartalið umborð á Volunteer, sum er ein minni stállínubátur við egningar­ maskinu, er 6-7 mans. Jack er sjálvur skipari og Niclas, sum fyrst var í smiðjulæru sum ungur og seinni á mask­ in­skúla, tekur sær øllum, sum hevur við maskinaríið og egningarmaskinuna at gera. - Seinastu tvey árini havi eg havt ein annan skipara, sum hevur verið fastur umborð, og síðan havi eg loyst hann. Hesin førir nú sín egna bát. Jack heldur, at tað var eitt sindur undarliga í fyrstani at koma umborð aftur sum skipari burtur av – og uttan at hava ein avloysara, men nú hevur hann vant seg við hetta aftur. - Tað kann vera buldrasligt um vetrarnar, og tað er eisini stríggið viðhvørt. Hinvegin dámar mær sera væl ta betri tíðina av árinum – og ikki minst túrarnar undir Íslandi. Í Íslandi er nógvur fiskur at fáa, og ofta mugu skipini rýma undan toski. Av teimum umleið 5,5 miljónum krónunum, sum Volunteer fiskaði fyri í fjør, góvu tey 78 tonsini undan Íslandi umleið 800.000 krónur. - So, hesi tonsini hava stóran týdning fyri skip og manning, sigur hann. Jack hevur verið sjómaður, síðan hann var blaðungur. Heilsan hevur verið góð, og hóast hann fyllir sjeyti kom­andi ár, er heilsan framvegis í lagi – og hugurin at sigla eisini. - Nei, eg føli ikki nógv í kroppinum eftir øll hesi ár, men knøini og beinini eru ikki tey somu. Hóast Jack er 68 ár og fyllir 69 í ár, er hann aktivur, tá hann er heima, og innan­dura­ fótbóltur er. - Vit eru minni úti enn teir størru línubátarnir, og túrarnir eru eisini styttri. Veður og streymur ávirka eisini royndina. Liggur Volunteer inni, tá liðið hjá Jack er í ítróttarhøllini, eru bæði hann og sonurin Niclas fastir fúsir, og viðhvørt passar tað soleiðis, at teir eru tvær ferðir í høllini um vikuna. - Eg havi altíð runnið nógv, og hesi kvøldini í ítróttarhøllini dámar mær sera væl. Tey eru ein góður avvekslingur, sigur skiparin. Men so undarligt, tað ljóðar, væntar Jack, at hann noyðist at gevast at sigla sum skipari komandi ár, tá hann fer um tey sjeyti: - Eg havi skilt, at eg sleppi ikki at mynstra sum skipari umborð á mínum egna báti, tá eg eri fyltur sjeyti. Tað haldi eg vera heilt undarligt og púrasta burtur við, leggur hann aftrat. Jack fór til skips í 1952, og “skúlaskipið” hjá honum var Morgunroðin, sum Jørgin á Gørðum førdi. Tíðliga í fimmtiárunum var hann við trolara av Akranesi í Íslandi, og árini 1958-1965 var hann við Vesturhavinum Blíða og Columbusi, sum Ják­ up Andrias Vang førdi. Eftir hetta var Jack á snelluveiði við Sjóguttanum, bæði undir Føroyum og í Grønlandi. - Í 1969 læt eg útróðrarbátin Volunteer byggja á Strondum, og 10 ár seinni læt eg stál­ bátin Volunteer byggja í Nor­ egi. Eg var ongantíð á skipa­ smiðjuni, sum bygdi bátin, tí tá eg fór eftir honum, høvdu teir siglt hann nakað longur suður, haðani eg førdi hann heim. Jack sigur, at Volunteer kostaði 1,7 miljónir krónur, og tað hildu menn í sínari tíð vera ógvuliga nógv. - Ja, tað vóru teir, sum spáddu, at vit fóru ikki at klára tað. Hetta var eisini nógvur peningur tá í tíðini. Jack hevur verið sera glað­­ur fyri bátin, sum hann og aðr­ir, ið við honum hava ver­ið, halda er eitt gott skip – ikki minst, nú hann hevur fing­ið stab­ iliseringstanga og slengri­kjøl. - Jú, hetta er ein óførur bátur, og hann hevur roynst væl í sjónum. Í 1986 varð Volunteer longd­ ur við 5 metrum í Danmark, og um sama mundið varð hann eisini yvirdekkaður í Føroyum. - Vit vildu hava eitt størri “ílat” at føra fisk heim úr Ís­landi við. Ætlanin var eisini at seta egningarmaskinu í bátin, men hon kom tíverri ikki fyrr enn 10 ár seinni. Teir lótu so illa at hesum maskinum í byrjanini, og fólk støðaðust ikki umborð, tí skipini drógu alla tíðina. Eg haldi, at trupulleikin var, at menn dugdu ikki nóg væl at skipa arbeiði umborð. Jack vísir á, at beinanvegin, teir fingu egningarmaskinu, sá hann, at hetta var ein stórur bati, og bara við líkinda drift kundu teir seta og draga 2/3 fleiri húkar enn áður. - Áður lógu vit inni ella inni undir landi og egndu. Nú kundu vit liggja úti og seta og draga, og tað var ikki tað sama, sigur skiparin. Hann vísir á, at fiskaprísirnir í fjør vóru góðir. - Eg haldi, at miðalprísurin hjá okkum gjøgnum alt árið var 14,55 krónur fyri kilo, og tað er helst hin besti miðalprísurin nakrantíð. Umborð á Volunteer arbeiða teir í 12 tímar og hvíla í 6. Tað kemur næstan ikki fyri, at menn bróta vakt. Tvey kømur eru, ávikavist til tríggjar og fýra mans, og skiparin svevur í kamaranum, har tríggir mans sova. Jack Højgaard heldur, at um­ støðurnar umborð eru góðar. Klumman Heini í Skorini blaðmaður og lesandi Exit Irak Krígstroyttir danir og bretar rýma nú við halanum mill­um beinini úr einum inferno av harðskapi í Irak, hóast bæði Fogh og Blair hava endurtikið upp í saman, at “vit rýma ikki, fyrr enn uppgávan er fullførd”. Teir rýma, tí innanríkis­pol­ itiski veruleikin vigar tyngri enn uttanríkispolitiska ævintýrið sam­an við neo-konservativu heyk­unum í Hvítu Húsunum. Blair verður noyddur at “trappa niður” í Irak, um eftirmaðurin Gordon Brown skal hava nakr­­an møguleika sum nýggj­ur for­maður í Labour. Og í Dan­mark er kríggið eftirhondini vorð­ið ein pesti­lensur hjá Fogh, sum skjótt skal út at dystast við Helle Thorning. Blair og Fogh hava ikki fólksins stuðul, og nú má uttanríkispolitiska aktivisman víkja fyri innan­ríkis­ politiskum taktikki. Og ei undur, at fólkið ikki tek­ur undir við Irak-inn­rás­ini. Síðani tær fyrstu miss­il­irnar geltu í gøtunum í Bagh­dad í mars 2003, hava grund­gevingarnar fyri krígnum verið so skift­andi, at Bush sjálvur ikki tykist minnast, hví hann fór í kríggj. Fyrst var tað sam­s­tarvið millum Saddam Hus­sein og al-Qaida, sum varð tengt at 11. september og skuldi harvið legitimera innrásina. Men serfrøðingar avmonteraðu beinanvegin hesa grundgeving við at sláa fast, at verðsligi og sunnimuslimski Saddam altíð hevur verið ein fíggindi hjá shiamuslimsku al-Qaida búr­kroppunum. Síðani vóru tað hópoyðingarvápnini, men tey fann neyðars Blix ongantíð. Síðani gjørdi Bush bølmennið í Baghdad til part av “óndskaparinnar ási”, sum orsak­að av filantropiskari amer­ikanskari idealismu skuldi beinast av vegnum. Og tá heimsins borgarar eisini høvdu trupult við at svølgja hesa seinastu grundgeving orsakað av dupultmoralska amerikanska samstarvinum við so nógvar aðrar brutalar einaræðisharrar, varð sjálvur Hin Hægsti spentur fyri vognin í eini roynd at gera kríggið til eitt stríð millum kristna og muslimska heimin. Onkur í Hvítu Húsunum hevur ikki gjørt sítt heimaarbeiði til lítar! Víst slapp irakiska fólkið av við ein despotiskan hópdrápsmann. Men at rýma í hálvum gekki og lata irakiska fólkið eftir í einum lógleysum valdstómrúmi eyðkent av sekteriskum harðskapi og hópdrápi, er ikki beinleiðis at fullfíggja uppgávuna, harra Fogh og harra Blair. umborð Umborð Vilmund Jac­ob­sen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo 10 ára gamal á egnum kjøli