Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 49 - 9. mars 2007 tíðindi 23 ára gamla Mariann Ivansdóttir úr Vestmanna hevur í sínum unga lívi fingið meira av skafti, enn nógv av okkum fáa gjøgnum eitt heilt lív. Unga virkifýsna daman eigur og rekur tvær hárfríðkanarstovur, hon kallar Royal. Hóast hetta, var tað ikki so lætt hjá henni í byrjanini, tí ongin trúði upp á, at ein ung dama kundi klárað at reka eitt virki Slóðbrótari Eyðhild Jacobsen eyðhild@sosialurin Myndir: Jens Kr. Vang Mariann Ivansdóttir úr Vestmanna er ein ófatuliga vøkur dama. Brúna holdið minnir ein um suðurlenskar damur, og hon kundi sakt­ ans verið modell við sínum langa og slanka kroppi. Men Mariann valdi heldur at fylgja barnadreymi sínum. – Eg havi altíð vitað, at eg vildi verða hárfríðkanar­ kvinna. Tí var tað onki løgi í, at eg fór at læra hjá Tótu, sigur Mariann. Eftir lokna lærutíð starv­ aðist Mariann har eina tíð, men hon vildi meira. Hon vildi fegin lata egna hár­ fríðkanarstovu upp, men av tí at hon var so ung, so tordi hon rættiliga illa. – Eg fekk altíð at vita, at eg var ov ung til tílíka ábyrgd, og at eg heldur skuldi bíða, til eg var eldri. Eisini sóu nógv tað sum eina forðing, at eg var kvinna, tí í Føroyum eru tað sum oftast bara menn, ið stovnað egið virkið, sig­ ur Mari­ann, sum tá bara var 21 ára gomul. Brúkti kjallaran hjá foreldrunum Men Mariann var enn sum í dag ein sera virkisfýsin dama, og við hjálp frá foreldrunum og sjeikinum, savnaði hon sær dirvi til at fara í holtur við egið virk­ semið. – Eg var so heppin, at eg fekk loyvi frá foreldrunum at brúka teirra kjallara. So har byrjaði eg mína fyrstu hár­fríðkanarstovu, ið eg nevndi Royal, sigur Mari­ ann. Tað gongur so væl hjá ungu damuni, at í dag eigur og rekur hon ikki bara eina hárfríðkanarstovu í kjall­ aranum hjá foreldrunum, men eigur eisini sína egnu hárfríðkanarstovu í Tórs­ havn, ið eisini kallast Royal. – Í dag gongur tað strál­ andi. Vit hava nógvar kund­ ar, og deiliga nógv at gera. Eg haldi bara at hetta vísur, at hóast fólk ikki trúgva upp á teg og tínar dreymar, so skalt tú bara gera tað tú vilt, so gongur tað nokk, sigur Mariann og brosar. Útlandið bíðar At tað fyrr hevur gingið so væl hjá ungu damuni, far hana í dag at trúgva upp á, at næstan alt er møguligt. Ì løtuni hugsar hon nógv um, at fara uttanfyri oyggjarnar at starvast. – Ja, tað hevði avgjørt ver­ið sera spennandi. Og hvør veit, um eg ikki fara at royna tað í nærmastu fram­ tíð, sigur Mariann. At Mariann dugur sítt kramm, er tað onki at ivast í. Hon helt mótasýning á kvinnudagshaldinum í Vestmanna, har hon hevði sminkað og gjár hár á yngrum og eldri damum, ið saktans kundu, allar sum ein, staðið brúður, so flottar vóru tær. Kvinnurnar inn ella pengarnar út, kvinnurnar inn ella pengarnar út. Tað rungaði sum í einum fótbóltsdysti á sera vælvitjaða kvinnudagshaldinum í Bryggjuni í Vestmanna. Slagorðið kom úr frálíku røðuni hjá Malan Johannesen, har hon fýltist á, at tað vórðu yvir 300 menn nevndir í bankasøguni men bara 12 kvinnur Kvinnudagshald Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ginur, Walt Disney, hipp hopp dansur og mótasýning var millum annað skránni á sera væleydnaða kvinnu­ dags­haldinum í Vestmanna. Har vóru so nógvar kvinnur møttar, og nøkur fá mann­ fólk, at pláss var ikki fyri øllum at sita, og stór kø av kvinnum í øllum aldrum stóð heilt út í durin. Nei, hetta tiltakið stóð onki aftan­fyri eitt meira umrøtt og kostnaðarmikið hald í Havn. Hýrurin var sera góður, og tónin varð settur við einari skemtiligari væl­ komstrøðu frá fyri­reik­ arunum, ið vóru Ingunn Winther Olsen, Augusta Ekholm og Gyðja Hjalm­ arsdóttir Didrikssen. Løgtingskvinna sum modell Tónin var sum skrivað av lættara slagnum. Vestmanna bygd vísti, hvat fyri dugna­ lig ungfólk, hon hevði upp­ ælt. Einasti maðurin sum slapp upp í part, æt bara John í skránni. Kanska menn ikki hava eftirnøvn á kvinnudegnum, men líka­ mikið við tí, hansara klaver­ spæl rungaði sera væl. Millum annað meistraði hann fløkjasligu tónarnar hjá Jim Steinman sera væl, og ungu damurnar, ið dansaðu og sungu, stóðu onki aftanfyri. Eisini mátti løgtingskvinnan, Heidi Petersen, sleppa upp í part, tá ið tað nú var eitt kvinnu­ dagshald í Vestmanna. Hóast tað var í heldur óvan­ ligum leikluti sum hár­ modell, so sá tað bara væl út hjá henni. Eisini tær vælkendu Ginusøgurnar sloppu upp í part. Og lát­ urin mundi ikki steðga aft­ ur, tá ið Gunnvá Zacharia­ sen frá Tjóðpalli Føroya nevndi næstan øll tey 125 nøvnini, vit hava fyri henda so tiltikna kropslut í Før­oy­ um. Takið peningin út Men bestu løtuni á kvinnu­ dagshaldinum stóð Malan Johannesen fyri. Hennara 8. mars røða rakti plett. Mill­um annað við oman­fyri­ nevnda slagorðinum. Og spurningur hennara um, hví tað bara eru 12 kvinnur og heili 300 menn nevndir í bankasøguni, fekk hana at koma til ta niðurstøðu, at kundu ikki fleiri kvinnur sleppa upp í part, so átta allar kvinnur at taka sínar pengar út úr bankanum, so harfrá slagorðið, kvinn­ urnar inn ella pengarnar út. Eisini var tað rørarandi at hoyra Malan hugleiða um allar tær reystu kvinnurnar, hon mintist sum barn í Vestamanna. Har vóru einkj­ urnar, har vóru kvinnurnar, ið tóku sær av óynsktum børn­um, har var kvinnan, ið var reiðari og átti bát, og so var eisini ein kvinna, ið dugdi týskt og hevði verið so langt sum í Eysturríki. Malan vísti millum annað á, at hóast hesar kvinnur ofta vórðu raskari enn menn­inir, so vóru tað teir, og ikki tær, ið vórðu nevnd­ ir í ymsum skrivligum til­ fari. Malan vísti eisini á tey meira vanligu kvinnuevnini henda dagin; hvussu kvinn­ urnar vantaða í nevndum og høgum størvum, hvussu teirra list verður minni verd, enn tann hjá monnum og so víðari. Henda røðan var so góð, at ikki einans skapti hon øsing og røring í fjøldina upp á tann kreativa mátan, men hon skuldi verið ein røða, ið øll í Føroyum áttu at hoyrt. Tey, sum høvdu leitað sær til Vest­manna hetta kvøldið í øll­um vindinum, fóru í øll­ um førum heim við tanka­ vekjandi røðu í huganum. Ingunn Winther Olsen, Augusta Ekholm og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, ið settu frálíka og ókeypis kvinnudagshaldið í Vestmanna, høvdu sjálvar stáplað tiltakið upp á føtur. Hóast tað hevur tikið nógva tíð og orku, so eru tær sera glaðar fyri tiltakið í dag, og eru púra ovfarnar av, at tað komu so nógv fólk Kvinnudagshald Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin – Vit høvdu bara vænta eini 40 fólk úr Vestmanna, og vit eru sera ovfarnar av, at tað eru møtt so nógv fólk, eisini fólk,ið als ikki eru úr Vestmanna, sigur Ingunn Winther Olsen ikki sørt bilsin, tá ið vit fáa orðið á hana eftir frálíka kvinnu­ dagshaldið í Vestmanna. Tað er hon, í samstarvi við Augustu Ekholm og Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, ið hevur syrgt fyri hesum haldi frá vøggu til grøv. Hugskotið er komið úr Danmark. – Eg og Gyðja hava báð­ ar verið aktivar í kvinnu­ rørsluni, tá vit búðu í Dan­ mark. Tá við nú eru komnar heim aftur, hildu vit, at tað var upp á tíðina, at onkur skip­aði fyri tílíkum her í bygd­ini, sigur Ingunn Winther Olsen. Møguligt afturvendandi tiltak Hóast tiltakið hevur kostað teimum trimum damun­um nógva tíð og orku, so kann tað væl hugsast, at tílíkt kvinnutiltak verður aftur í næsta ár. – Tað kann væl verða, at hetta verður eitt aftur­vend­ andi tiltak. Nú sóu vit í kvøld, at tað var undirtøka fyri hesum, so hvør veit, sig­ur Ingunn Winther Olsen. Spurd um hví tær høvdu valt at gera tiltakið ókeypis, sigur hon, at tað gjørdu tær mest fyri, at øll kundu verða við. Tær høvdu eisini lagt tiltakið soleiðis til rættis, at tað skuldi verða fyri øll, yngri sum eldri. – Vit hava við viljað gjørt skránn so fjølbroytt, so tað er okkurt fyri øll. Eg haldi tað hevur hepnast væl, tí her eru øll fólk at síggja, bæði yngri og eldri. Men hetta tiltakið hevði ikki borið til uttan hollan stuðul og vælviljað frá virkjum her úr bygdini og frá kommunini, sigur Ingunn Winther Olsen at enda. Ovfarnar av góðu luttøkuni - Kvinnurnar inn ella pengarnir út Myndatekstur: Frá vinstru eru tað Ingunn Winter Olsen, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen og Augusta Ekholm, ið skipaðu fyri kvinnudagshaldinum í Vestmanna Mynd: Jens Kr. Vang Ungur slóðbrótari úr Vestmanna Mariann Ivansdóttir er einans 23 ára gomul men eigur ikki færri enn tvær hárfríðkanarstovur, hon kallar Royal Her sæst hvussu væl Mariann dugir sítt kramm. Myndin er tikin av mótaframsýning hjá Mariann á kvinnudagshaldinum í Vestmanna Malan Johannesen helt eina frálíka og hugvekjandi kvinnudagshaldrøðu, sum øll í Føroyum áttu at hoyrt