fríggjadagur 9. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
Kollfirðingarnir Gert og
Arnbjørn Hansen eru
brøður. Teir spæla báðir
hondbólt við KÍF og fótbólt
við EB-Streymi. Teir fylgjast
altíð og eru felags um mest
sum alt
Sosialurin kemur inn á gólvið
hjá Kitty og Holger Hansen í
Kollafirði. Synirnir hjá teimum,
Arnbjørn og Gert, sita og
hyggja at Champions League
fótbólti. Teir eru nevniliga
allir ídnir Manchester United
fjepparar.
Dysturin nærkaðist hálvleik
inum, og teir vóru væl nøgdir
við støðuna tá. Í hálvleikinum
byrjaðu vit at práta.
Spæla hondbólt og
fótbólt
Gert Hansen er ein av bestu
strikuspælarum í landinum.
Hann spælir saman við
beiggjanum Arnbjørn við KÍF.
Teir spæla eisini báðir fót
bólt við EB-Streymi. Arnbjørn
er áleypari, meðan Gert spælir
høgri bakkur. Gert hevur verið
fastur maður hjá KÍF og EB-
Streymi í nøkur ár, meðan Arn
bjørn veruliga beit seg fastan í
álopinum hjá EB-Streymi.
Hann varð løntur fyri sítt
góða kappingarár við heiðurin
um ”ársins stjørnuskot”. Hann
varð eisini úttikin til landsliðið.
- Vit hava altíð íðkað hond
bólt og fótbólt. Tað var eingin
trupulleiki fyrr, men nú er tað
eitt sindur torførari, sigur Gert.
Fótbólturin fyrstu
raðfesting
Teir eru báðir samdir um, at
fótbólturin hevur fyrstu rað
festing. Teir venja einans við
KÍF eina ferð um vikuna. Hinar
dagarnar venja teir fótbólt.
- Vit taka fótbóltin framum.
Har eru sáttmálar uppií, og
tað eru fleiri møguleikar og
avbjóðingar í fótbóltinum,
sigur Arnbjørn.
- Hondbólturin hevur mest
verið hugni. Eisini hava vit hild
ið okkum í form um veturin við
at spæla hondbólt, sigur Gert.
Arnbjørn er givin við hond
bóltinum, eftir at hann fekk ein
skaða. Gert viðurkennir eisini,
at hann helst einaferð má velja
hondbóltin frá.
- Eg eri við nú fyri at hjálpa
teimum. Fótbólturin krevur
meira og meira, so einaferð
má hondbólturin helst víkja,
sigur Gert.
Arnbjørn roynt seg í
HB
Arnbjørn spældi nøkur av
dreingjaárunum við HB. Hann
valdi tó at venda aftur til
sundalagið og EB-Streym.
- Eg spældi altíð við teimum
eldru, og eg vildi fegin royna
at spæla á liði saman við
javnaldrum. Tí skifti eg til HB.
Eb-Streymur ringdi til mín,
tá ið eg var vorðin eldri og
søgdu, at teir vildu fegin hava
meg aftur. Tá var eg troyttur
av at vera í Havn, so eg valdi
at venda aftur til EB-Streym,
sigur Arnbjørn.
Eru altíð saman
Gert og Arnbjørn hava altíð
fylgst allastaðni. Av tí sama
kenna teir hvønn annan væl,
og tað sæst eisini aftur á fót
bóltsvøllinum.
- Vit kenna hvønn annan
betri, enn vit kenna hinar
viðleikararnar. Vit hava spælt
fótbólt saman, síðani vit
vóru heilt lítlir, so eg kenni
renningarlagið og tílíkt hjá
Arnbjørn, sigur Gert og leggur
afturat:
- Vit eru mest sum altíð
saman. Tað hevur altíð verið
so. Vit fylgjast eisini, tá ið
vit fara út í vikuskiftinum. Vit
hava tað gott saman og hava
ongantíð veruliga verið óðir inn
á hvønn annan, sigur hann.
- Nú er Gert so vorðin for
lovaður, so hann er ofta burtur
í vikuskiftinum. Men vit spæla
Gert & Arnbjørn Hansen:
Brøðurnir kunnu ikki vera
Ítróttarprofilurin
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Gert um politikk
- Eg fylgi ikki serliga væl við. Eg eri
sambandsmaður, men ikki so øgiliga
virkin. Vit plaga ofta at lurta at
tíðundunum á miðdegi, og so kjakast vit
á arbeiðsplássinum um tey mál, sum eru
uppi.
Gert um hondbólt í
Føroyum
- Støðið er lækkað síðstu 10 árini. Eitt dømi um tað er, at
Høgni Klein kemur heim miðskeiðis í kappingini og avger
tað heila, hóast hann ikki var í dystarvenjing. Kappingin í
ár er tó spennandi, og tað er stuttligt, at fleiri lið er við í
stríðnum um meistaraheitið.
- Vit hava altíð íðkað hondbólt og fótbólt. Tað var eingin trupulleiki fyrr, men nú er tað eitt sindur torførari, sigur Gert Hansen, sum