fríggjadagur 9. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 49 - 9. mars 2007
Umhvørvisøkið gerst eitt alsamt størri og týðandi
arbeiðsøki hjá kommununi, og almenn krøv til reinari
framleiðslu, lívsgóðsku, betri umhvørvispolitikk v.m.
hava ført til, at kommunan hevur avgjørt at leggja
hetta arbeiðið í eitt toymi undir Teknisku Deild.
Við hesum vil umsitingin í Klaksvíkar kommunu lýsa
eftir einum umhvørvisleiðara at byrja sum skjótast.
Toymið skal í høvuðsheitum stuðla uppundir, at
Klaks víkar Kommuna kemur at ganga undan sum
ein um hvørvisvinarlig og heilsutrygg kommuna, við
ítøk ilig um verkætlanum og neyðugum samstarvi við
av varð andi myndugleikar bæði í Føroyum og altjóða.
Mál ið við býarfríðkanini skal vera: reinur og fríður,
Klaks víkar býur.
Høvuðsuppgávurnar verða at samskipa heilsu- og
umhvørvisliga arbeiðið í kommununi, og at um sita og
menna grønu økini. Ein fær til uppgávu at fyriskipa
kunning og tiltøk v.v. kommunala umhvørvisarbeið-
num. Umhvørvisleiðarin skrásetur um hvørvisøkið og
ger arbeiðsætlanir, harumframt samstarvar hann við
komm unalar og interkommunalar umhvørvisstovnar.
Um hvørvisleiðarin hevur um hendi alt viðkomandi
heilsu frøðiligt eftirlit og virkar sum skrivari í Heilsu-
og umhvørvisnevndini.
Tú skalt hava áhuga í heilsu og umhvørvi, og hevur
hegni at leiða og seta tiltøk í verk og at gjøgnumføra
tey. Harumframt dugir tú væl at samstarva, og ert
eyðkend / ur av kreativari hugsan. Og um tú hartil
hevur viðkomandi útbúgving og roy n dir á nevndu arb-
eiðsøkjum, ert tú kanska persónurin, ið vit leita eftir.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og
avvarandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at
venda sær til býarverkfrøðingin, Hera Hammer, ella
Gunnleyg K. Dánjalsson tlf. 41 00 00.
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum
v.m., verða at senda til:
KLAKSVÍKAR BÝRÁÐ
Postsmoga 2 · 700 Klaksvík
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggja-
dagin 30. mars 2007.
Umhvørvisleiðari
til Klaksvíkar Kommunu
Klaksvíkar Kommuna | Nólsoyar Pálsgøta 32 | FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 | Fax. 410001 | klaksvik@klaksvik.fo | www.klaksvik.fo
lýsingar
VERO MODA
ICHI
SIStERS
ToTal
Klaksvík · tel 455354
Leygardagin er opið til kl. 23
Ókeypis
gjøgnum tunnilin
leygardagin
Opið til kl. 23
BaMSaN
Tórshavn · tel 322550
Leygardagin er opið til kl. 17
BroS
runavík · tel 447630
Leygardagin er opið til kl. 17