fríggjadagur 9. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
5
á sama liði í hondbólti og fót
bólti, og vit arbeiða báðir hjá
Poul Hansen, so tú kanst siga,
at vit nýta nógva tíð saman,
sigur Arnbjørn.
EB-Streymur er ein
brøðrasamkoma
- Annars eru fleiri pør av
beiggjum á liðnum hjá EB-
Streymi. Tað eru eisini nakrir
yngri beiggjar hjá núverandi
formulaleikarum á veg fram,
so tað verða kanska enn fleiri,
sigur Gert, og Arnbjørn leggur
afturat.
- Liðið er ein ordilig brøðra
samkoma, sigur hann, og allir
flenna.
Fótbólturin fyllir sera nógv í
lívinum hjá Gert og Arnbjørn.
Teir hava lagaligar treytir á
arbeiðsplássunum, um teir
skulu spæla dyst ella venja.
Tað verður eisini tosað nógv
um fótbólt á arbeiðsplássinum,
og teir hyggja eisini nógv at
fótbólti í sjónvarpinum.
- Fótbólturin kemur mangan
framum alt annað, siga teir
báðir.
Teir hava báðir gingið í
fólkaskúla, og síðani hava teir
arbeitt. Teir hugsa ikki enn um
at fáa sær víðari útbúgving.
Nú er tað fótbólturin, sum skal
dyrkast.
Lansliðið er eitt
herðaklapp
Arnbjørn hevur verið inni og
snúsað til landsliðið. Hann
vil fegin verða úttikin aftur.
Gert harafturímóti er ikki so
bjartskygdur um at sleppa á
landsliðið.
- At verða úttikin til lands
liðið er eitt stórt herðaklapp.
Tað hevði ikki verið so galið
at sloppið við aftur, men nú
er U21 landsliðið komið, so
eg fari at royna at koma á tað
fyrst, sigur Arnbjørn.
- Eg havi kenslu av, at eg
ongantíð komi á landsliðið.
Onkursvegna manglar mær
tað síðsta. Kanska venjararnir
halda, at eg eri ov hálvur, tí at
eg eisini spæli hondbólt, sigur
Gert, sum tó vónar, at hann
sleppur at umboða Føroyar í
fótbólti.
- Tað er dreymurin hjá einum
hvørjum føroyingi at sleppa at
spæla við landsliðnum, sigur
hann.
Fáa tilboð frá øðrum
Bæði Arnbjørn og Gert fingu
tilboð frá øðrum feløgum í
steðginum.
- Eg havi fingið okkurt
tilboð, men hjartað liggur hjá
EB-Streymi. Tað skulu í øllum
førum nógvir pengar til fyri at
lokka meg til eitt annað felag,
sigur Gert.
- Okkurt felag ringdi eisini
til mín, men eg valdi at vera
verandi í EB-Streymi, sigur
Arnbjørn.
Teir høvdu tó báðir tikið av
einum møguligum sáttmála við
eitt útlendskt felag.
- Tað er sjálvandi dreymurin,
men eg veit ikki, hvussu
veruligt tað er. Møguleikin er
kanska vorðin størri, eftir at
eg var á landsliðnum, men tað
er ikki nakað, sum eg gangi
og hugsi um hvønn dag, sigur
Arnbjørn.
- Eg eri helst vorðin ov
gamal. Tú skalt jú vera so
ungur sum gjørligt, tá ið tú fert
avstað, sigur Gert.
Fara at reisa seg í ár
Teir vilja nú líta frameftir móti
komandi kappingarárið, eftir
at síðsta kappingarár endaði
við einum stórum vónbrotið, tá
ið EB-Streymur misti gullið í
seinasta leikumfarið.
- Tað var óbeskriviliga skuff
andi í fjør, sigur Gert.
- Eg haldi, at øll tóku fyri giv
ið, at vit fóru at vinna, men tá
ið samanumkom, tordu vit ikki
at vinna, sigur Arnbjørn.
- Vit eru komnir yvir tað nú,
men tað var ikki stuttligt fyrstu
tíðina eftir kappingarlok í fjør.
Ta ávirkaði alt, og vit høvdu
als ikki hug at fara til arbeiðis
beint eftir kappingin var liðug,
siga teir báðir.
Teir vóna at EB-Streymur
megnar at vinna meistaraheit
ið í ár, men teir vilja tó ikki
seta vónirnar ov høgt, áðrenn
kappingin er byrjað.
hvønn annan fyri uttan
Gert og Arnbjørn um hvønn
annan
- Gert hevur altíð verið har fyri meg. Vit hava altíð brúkt tíð
saman. Hann klárar seg fínt í verjuni hjá EB-Streymi, sigur
Arnbjørn.
- Arnbjørn er kanska tann besti fótbóltsleikarin í sínum aldri.
Hann er skjótur og góður við høvdinum. Hann skal nokk gerast
fastur maður á landsliðnum. Tað er ikki so galið at hava ein
beiggja, sum eg altíð kann práta við.
Arnbjørn um
føroyskan mat
Mær dámar okkurt, og okkurt
dámar ikki. Ræst kjøt dámar ikki.
Ræstur fiskur er tað frægasta, eg
fái av tí føroyska.
Føddur 25.07.1984
Forlovaður
Arbeiðir í goymsluni hjá
Poul Hansen heilsølu
Byrjaði at spæla fótbólt
sum 7 ára gamal
Spældi fyrsta dyst í bestu
deildini sum 18 ára gamal
Fakta
Gert Hansen
Føddur 27.02.1986
Stakur
Arbeiðir í goymsluni hjá
Poul Hansen heilsølu
Byrjaði at spæla sum 7 ára
gamal
Spældi fyrsta dyst í bestu
deildini sum 18 ára gamal
Fakta
Arnbjørn
Hansen
her sæst saman við beiggjanum Arnbjørn Hansen
Mynd: Jens Kr. Vang