Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 7 tíðindi Í gjár kunngjørdi Lisbeth L. Petersen, at hon gevst í politikki. Avgerðin varð longu tikin aftan á seinasta løgtingsval fyri góðum trimum árum síðani, tá hon legði frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum POLITIKKUR Kári Mikkelsen Á sjálvum kvinnudegnum í gjár boðaði ein av teimum trimum kvinnunum í Løgtinginum, sum hevur longstu royndirnar í politikki, frá, at hon ikki stillar uppaftur til komandi løgtingsval. Talan er um fyrrver­andi for­mannin í Sam­bands­ flokkinum, fyrrverandi borg­arstjórani í Havn og núverandi løgtingslimin, Lisbeth L. Petersen, ið hevur sitið á tingi í skjótt 17 ár. Hesum boðaði hon valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, Føroya Væl, frá hósdagin. Lisbeth L. Petersen varð fyrstu ferð vald á ting í 1990 og hevur verið aftur­ vald á hvørjum løgtingsvali síðani. Sambands­kvinn­an hevur eisini drúgvar royndir inn­an kommunalpolitikk. Frá 1984 til 2000 var hon limur av býráðnum í Havn, har hon eisini var býráðs­ formaður frá 1992 til 1996 undir stóru samfelags­ kreppuni. Í 2001 var Lisbeth L. Peter­­sen, sum fyrsta før­ oyska kvinna, vald í Fólka­ tingið, men stillaði ikki uppaftur við fólkatingsval­ ið í 2005. Innan Sambandsflokkin hev­ur Lisbeth L. Petersen verið starvsnevndarlimur, floks­skrivari og nevndar­ limur og formaður í veljara­ felagnum í Suðurstreymoy. Frá 2001 til 2004 var hon formaður floksins. Eisini innan kvinnu­ rørsluna hevur Lisbeth L. Petersen gjørt vart við seg. Hon var næstformaður í Kvinnu­felagssamskipan Føroya frá 1982 til 1986. Nógvur ófríður Spurd um, hví hon gevst í politikki, sigur roynda sam­ bandskvinnan, at hesa av­gerðina tók hon longu eftir seinasta val, tá nógvur ófriður var í Sam­bands­ flokk­inum. Hetta endaði við, at hon legði frá sær sjálvt valkvøldið. Tá úrslit­ ið lá greitt, var tað ikki nær til so gott, sum velj­ara­ kanningarnar vístu, og sum flokkurin hevði roknað við og tók tí fylgjurnar sum for­ maður. – Ein onnur orsøk er, at eg við mínum 68 árum ikki eri ung longur, sjálvt um eg altíð havi verið ímóti, at dóps­váttanin skal gera av, nær ein tekur seg aftur ella ikki, sigur Lisbeth L. Peter­ sen. Hon vísir á, at tað var ein sera strævin og tung tíð, tá hon tók avgerðina um at leggja frá sær sum formður. Umframt ófriðin í flokk­ inum var heimafronturin merkt­ur av sjúku, sum end­ aði við, at hon misti mannin í góðum árum. – Tað var ógvuliga hart at gerast einkja, og aftan á dugi eg síggja, at eg gav mær alt ov lítla tíð at koma fyri meg aftur og koma yvir tað, sigur Lisbeth L. Peter­ sen og vísir á, at tað polit­ iska lívið er náðileyst. – Sjálvt um tú ert væl við fólk, so finnast ikki vinir í politikki. Politiska lívið er merkt av maktkampum so at siga alla tíðina. Lyfti frá politikarum eru sjáldan nakað sum helst verd, tí fáa teir lovað nakað betri, so leypa teir frá lyftinum Lisbeth L. Petersen sigur, at truplasta tíðin hjá henni sum politikari var tey fýra árini sum borgarstjóri í Havn í ringastu kreppu, og formannstíðin í Sam­bands­ flokkinum, tá hon legði frá sær í úrtíð. – Sum borgarstjóri haldi eg, at eg kann siga, at vit fingu rætta skútuna væl uppaftur, tá hugsað verður um, hvussu stórari kreppu, vit vóru í. Og undir míni for­mannstíð var Sam­bands­ flokkurin stórsti flokkur á tingi, so samanum­tikið haldi eg, at tað hevur gingið væl, sigur Lisbeth L. Peter­ sen. Arbeiðir fyri kvinnu­ ligum avloysara Hvørji hava verið hjarta­ málini hjá tær í politikki? – Tað hevur heilt klárt verið sosialmál, heilsumál og javnstøða, sum eg havi lagt stórsta dentin á. Innan tey bæði fyrst økini, haldi eg, tað hevur eydnast væl, men við javnstøðuni stendur tíverri ikki serliga væl til enn. Fer ein kvinna at avloysa teg sum eitt av høvuðs­val­ evnunum í Suðurstreymoy? – Tað vóni eg, sjálvt um eg eisini kann fáa eyga á talentir millum mann­fólk­ ini. Hevur tú heitt á nakra kvinnu um at stilla upp? – Ja, eg havi tosað við onkrar, sum fyrr hava borið seg undan, men eg vóni, at onkur teirra broytir mein­ ing, so tað eydnast at fáa eitt gott kvinnuligt valevni, ið kann avloysa meg. Hvønn er talan um? – Nei, tað havi eg lovað ikki at almannakunngera. Hvat fert tú at takast við, nú politikkur ikki longur verður ein partur av tínum lívi? – Eg havi áhuga fyri nógvum. Sjálvt um eg ikki enn kann avdúka, hvat tað er, so havi eg fingið tilboð um okkurt spennandi projekt. Mær dámar eisini væl at ferðast, eg lesi nógv, og so havi eg eina góða familju at ganga uppí við bæði børnum og ommu­ børnum, sigur Lisbeth L. Petersen, ið nú hevur minni enn eitt ár eftir í politikki. 21. januar næsta ár eru fýra ár liðin síðani seinasta løgtingsval, og løgmaður hevur longu boðað frá, at valið verður hildið í sein­ asta lagi 20. januar. ­­– Ongir vinir í politikki Verður sæð burtur frá landsstýrinum, so hevur sambandskvinnan Lisbeth L. Petersen roynt stórtsæð alt í bæði kommunal- og landspolitikki. Hon hevur sitið í býráðnum í Havn, verið borgarstjóri, løgtingslimur, fólkatingslimur, floksformaður, floksskrivari, starvsnevndarlimur í Sambandsflokkinum og nevndarlimur í valfelag floksins í Suðurstreymoy Savnsmynd Ein ES-frágreiðing sigur, at danskir fiskimenn fiska meira tosk, enn teir hava loyvi at fiska. Frágreiðingin sigur nevniliga, at meirveiðan hjá dønum er upp í heili 13%. Men formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Flemming Kristensen, er ikki samdur við ES-frágreiðingini um, at fiskimenn einsamallir eiga at ábyrgdast fyri hetta. – Tað er fiskiveiðieftirlitið, sum hevur skyldina í hesum, tí tað er ikki altíð so lætt hjá fiskimonnum neyvt at staðfesta, hvussu nógvan fisk teir hava inni, sigur Flemming Kristensen. (-vilmund) Í Føroyum hevur afturvendandi kjak verið um, hvør eigur – ella skal eiga - rættin yvir fiskiríkidøminum í havinum. Flestu munnu hella tann vegin, at fiskurin í havinum er »ogn Føroya fólks« og soleiðis onkusvegna eigur at koma okkum øllum til góðar. Svenski ES-parlamentarikarin, Christoffer Fjellner, heldur hinvegin, at kvotur til allar fiskimenn er einasta gongda leiðin, um vit skulu varðveita fiskastovnarnar í hampiligum standi. – Eiga fiskimenn fiskin sjálvir, hevði áhugin hjá teimum at varðveita fiskastovnarnar eisini verið størri, heldur Christoffer Fjellner. (-vilmund) Fiskiveiðieftirlitið svíkur Ymiskar meiningar um »fólksins ogn«