fríggjadagur 9. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
Lagt til rættis:Eyðun Klakstein
Í stuttum
Fólk í Sydney fingu forkunn
uga vitjan nú um dagarnar.
Eingin annar er Mr. Bean
leitaði sær ein túr á kendu
Bondi Beach. Har gekk
skemtiligi bretin og mól eina
løtu, meðan myndamenn og
onnur kundu taka myndir
av honum. Sjónleikarin
Rowan Atkinson, sum spælir
Mr. Bean, var í Australia í
sambandi við, at seinasti
filmurin hjá honum, Mr.
Bean’s Holiday, verður
frumsýndur í Australia tann
19. mars.
Nordisk Film hevur sett heili
220 videotól upp í sínum
kykmyndahøllum. Hesi tól
skulu hava eftirlit við teimum
mongu gestunum, sum hvørja
viku hyggja eftir filmi í einum
av biohøllunum hjá Nordisk
Film í Danmark.
Sambært menningarleiðar
anum hjá Nordisk Film, Stig
Jørgensen, verða tólini sett
upp, so at fólk kenna tað trygt
at fara í biograf.
- Fyri okkum merkir video
eftirlit tryggleiki. Vit royna at
forða fyri, at nakar ger seg inn
á okkara gestir, sigur hann við
Ritzau.
Videotólini verða ikki sett
upp í í sjálvum salinum, har
filmirnir verða sýndir, men alla
aðrastaðni í biohøllunum.
Bretsku bólkurin The Police,
sum fyri 20 árum og meira
taldist millum mætastu
poppbólkar í Europa fer nú
at spæla aftur á konsertum.
Høvuðsmaðurin í bólkinum,
Sting, er framvegis á odda fyri
The Police, sum í síni tíð hevði
stór hitt við sangum sum Every
Breath You Take, Message In
A Bottle og Roxanne.
The Police fer eisini at spæla
í norðurlondum, og konsertin í
Danmark verður hildin í Århus
tann 1. september. Roknað
verður við sera stórum áhuga
fyri konsertunum hjá The
Police í Europa.
Amerikanski filmsídnaðurin
hevur ongantíð áður vunnið so
nógvar pengar, sum hann ger
nú, og útlit eru fyri, at tað skal
ganga enn betri næstu árini.
Blaðið Daily Variety skrivar,
at í 2006 komu 25,8 milliardir
dollarar í kassan hjá stóru
filmsframleiðarunum í Holly
wood, og tað var 11 prosent
meira enn árið fyri.
Støra økingin í inntøkunum
kemur serliga frá øktum sýn
ingum av Hollywood-filmum
uttanfyri USA.
Stjórin fyri felagið hjá films
framleiðarum
roknar við, at 2007 verður eitt
enn betri ár, enn 2006 var.
Geglini í danska høvuðs
staðnum eru á tremur á fólki,
og nú mugu myndugleikarnir
skjótt seta fólk á bíðilista fyri
at sleppa í fongsul at sita
revsing av sær.
Tað er ófriðurin í Keyp
mannahavn seinastu
dagarnar, sum nú hevur
við sær, at fongslini eru
við at fyllast av fólki, sum
eru varðhaldsfongsla. Um
løgreglan næstu dagarnar
fer at handtaka nógv fólk
afturat, sum skulu inn at
sita í styttri tíð, verður tað
ein trupulleiki fyri fongsuls
myndugleikarnar.
Ritzau skrivar, at tað er
pláss fyri 100 fólkum afturat
í Keypmannahavn.
Biohøllir fáa eftirlitstól
Mr. Bean í Australia
Fólk á Bondi
Beach fingu gott
undirhald, tá ið
Mr. Bean legði
leiðina fram við
mikudagin
(Mynd: Scanpix)
Donsk fongsul á
tremur við fólki
The Police aftur á pallin
The Police kann nú aftur
upplivast á palli kring Europa
Hollywood vassar í pengum
Tað gongur
strúkandi hjá
amerikanska
filmsídnað
inum, sum
nærum vassar
í pengum