Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 49 - 9. mars 2007 tíðindi Á býráðsfundi týskvøldið samtykti Klaksvíkar býráð at byggjast kann á Gerðabøi. Men hetta eru øll ikki eins fegin um. - Eitt slíkt øki átti heldur at verðið friðað, sigur býráðslimurin, Rani Nolsøe. Býarmenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gerðabøur: Eftir ein drúg­ va viðgerð av málinum um bý­ar­æt­lan­in, samtykti bý­ráð­ið at geva loyvi til at ein handil kann byggjast á øk­i­num. Samstundis við hetta loy­ vi, verða nú eisini skaptar for­trey­tir fyri einum loyvi at byggja ein høgan bygning á sama øki. Við hesum stigi hevur kom­mu­nan tikið eitt stig fram á leiðini at menna bý­in – og tað enntá á einum øki, sum liggur nærhendis po­r­t­rin­um hjá norðoyingum til umheimin. Økið verður mett væl­eg­ nað til ein slíkan han­dils­ bygn­ing, tí øll tey sum koy­ ra gjøgnum Norðoyatunnilin fa­ra henda vegin. Nógv vilja neyvan steðga men­n­ing­ini í Klaksvík, men harm­ast hinvegin um at neyð­ugt var at grabba ein heil­an bø upp. Ein teirra er Rani Nolsøe, sum atkvøddi ímóti hesi æt­lan­ini. - Eg haldi, at tað er bæði synd og skomm at henda um­hvørv­is­per­lan verður løgd í oyði, sigur Rani við So­si­al­in. Rekrativt gagn Mál­ið um byggingina á Gerða­bøi er eitt gamal mál – og eitt eymt mál fyri nógv­ ar klaksvíkingar. Summi hava viljað havt het­ta náttúruvakra økið frið­ að. Tey siga sum so, at ein eig­ur at varðveita tey vøkru grø­nu økini: Eru tey fyrst far­in undir asfalt, vendist ik­ki aftur. Millum hesi økini telist Gerða­bøur, sum í øldir hev­ ur ligið sum eitt uppdyrkað teiga­lendi her úti við Borð­ oyar­vík. Økið hevur verið til stórt rek­re­ativt gagn og hevur ver­ið til mikið friðskjól hjá mong­um klaksvíkingum. Rani heldur, at málið varð óráðiliga skundað í­gjøg­num býráðið. Spurn­ ing­ur­in er um hetta stóra mál­ið fekk ta viðgerðina, sum tað átti. Men seinasta orðið er ik­ki sagt í hesum máli: Í fyrs­ta lagi skal býarætlanin ligg­ja frammi til við­merk­ ing­ar í eina tíð aftrat, og í øð­rum lagi skal býráðið sam­tykk­ja hetta uppskotið eina ferð enn. Splitta bøin Í heyst varð hildin stórur borg­ara­fund­ur í Klaksvík, har greitt varð frá, hvussu æt­lan­in er at menna býin í fram­tíð­ini. Eitt mál, sum varð umrøtt í hesum sambandi var júst Gerða­bøu­rin. Her skiltist heilt greitt, at fólk ikki vóru ser­li­ga fegin um at missa hen­da grøna blettin mitt í býn­ um. Málið um ætlaðu bygg­ ing­ina lá helst fólki í huga, og tí var heitt á myn­dug­leik­ ar­nar um at friða hetta økið. Nú staðfestir Rani bert, at meirilutin í býráðnum gekk ímóti hesum ynskinum um friðingina. - Haraftrat ger ein tað up­pá tann mest óhepna mát­ an, nevniliga við at splitta bøin í tveir partar. - Tað er ikki minni hug­ stoytt, tá ein veit, at tað fin­ nast mong onnur øki í býn­ um, har ein slíkur hand­ils­ bygn­ing­ur kundi ligið, stað­ fest­ir Rani. Síggja reytt Kring landið finnast mong vøk­ur øki, ið verða nógv nýtt – m.a. Gøtusandur, Leyn­a­sand­ur, Sandágerði og sandurin á Sandi. Í Klaks­vík hava tey eisini slíkt øki. Fólk í Klaksvík hava ver­ ið sera fegin um alt tað sum er gjørt fyri at fríðka um øk­ið úti í Grøv. Fyri tey er eing­in ivi um, at hetta økið og Gerðabøur hoyra sam­ an. Líkt er nú til, at annar part­ur­in í hesum økinum verð­ur tikin frá klak­s­vík­ing­ um. Tað heldur Rani vera stórt spell, tí sum hann sig­ ur: - Tað undrar meg at vit ikki hava eitt størri tjóð­ skap­ar­ligt fokus. Her áttu til dømis Yvir­ frið­ing­ar­nevnd­in og aðrar nevn­dir at kunna skipa ávís øk­ir kring landið sum nát­tú­ r­­u­per­lur, soleiðis at tær kun­ du verða varðveittar. Sambært Rana er støðan hon, at nógv av hesum vøk­ ru og grønu økjunum eru off­ur fyri tilvildarligari við­ gerð í eini kommunu. - Tað er helst so sum ein klaks­vík­ingur í Havn segði tað so rámandi um Tórs­ havn­ar kommunu: “Teir sígg­ja reytt, tá teir síggja grønt!”. - Eg vóni ikki, at tað er hen­da gongdin sum vit nú eru byrjað uppá her norðuri, sig­ur Rani. Ein perla fer undir grabban - Gerðabøur er ein náttúruperla. Hann átti at verðið varðveittur og ikki nýttur til ein handilsdepil, sigur býráðslimurin Rani Nolsøe Mynd: Høgni Thomsen Tað er helst so sum ein klaksvíkingur í Havn segði tað so rámandi um Tórshavnar kommunu: “Teir síggja reytt, tá teir síggja grønt!”. Eg vóni ikki, at tað er henda gongdin, sum vit nú eru byrjað uppá her norðuri ”