Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 49 - 9. mars 2007 Flytir inn á Nes Blákrossheimið í Havn verður nú Blákrossheimið á Nesi. Blaðið hjá Heima­ missisónini, Trúboðin, skrivar, at Blái Krossur hevur leingi arbeitt við at byggja eitt nýtt heim, og at avgerð nú er tikin um at byggja nýggja heimið í Neshaganum á Nesi í Eysturoy. Olga Magnussen, sum er leiðari á Blákross-heiminum í Havn, sigur við blaðið, at verandi heim er ótíðarhóskandi, og at umstøðurnar verða munandi betri í tí nýggja heiminum á Nesi. Nú niðanum Bygdarráðið í Leirvík hevur nú broytt støðu í tí nógv umrødda málinum um veg­ aføringina til og frá Norðoyatunlinum og vil nú hava vegin niðan um bygdina. Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri, sigur við Útvarpið, at tann ætlaða vegaføringin forðar fyri einari ætlan um bátahyl og aðrari menning í bygdini. Harafturat er hon ikki í samsvari við nýggju býarskipanina, og so hava fleiri ávarað ímóti at leggja ferðsluna ígjøgnum bygdina. Formula selur forrit uttan í heimi Áveg til Danmarkar á skeið í nýggjum for­ riti, gjørdust starvs­ fólkini á Statens Luftfartsvæsen greið yvir, at forritið, tey fóru til Danmarkar at verða undirvíst í, var ment í Føroyum. – Jú, føroyingar eru komnir í gongd við at selja forrit uttan­ lands, ígjøgnum miðvíst menningar­ arbeiði hjá okkum, sigur Torkil Holm Petersen, forstjóri í Formula.fo, sum hevur selt Invoice Workflow forritið, til fleiri enn 50 danskar fyritøkur og stovnar VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Fyri tíð sótu nøkur starvs­ fólk hjá Formula í flogfari­ num ávegis til Danmarkar. Í sama flogfari sótu nøkur fólk frá Statens Luft­ fartsvæsen, sum skuldu á skeið í Danmark í teirra nýggja forriti, sum kal­ laðist Invoice Workflow. Fólkini frá Formula og Statens Luftfartsvæsen koma í prát, og tey frá Statens Luftfartsvæsen vildu illa trúgva tí, tá tey hoyrdu, at Invoice Work­ flow var eitt føroyskt for­ rit, sum Formula hevur ment. – Stuttligt at síggja reak­ tiónirnar hjá starvsfólku­ num hjá Statens Luft­ fartsvæsen, tá okkara starvs­fólk greiddu teimum frá, at forritið var føroyskt, sigur forstjórin í Formula. fo, Torkil Holm Petersen, og leggur síðani smílandi aftrat, at vónandi vera flei­ ri slíkar søgur at siga frá. Selt forrit til donsku løgregluna Og okkurt er, sum bendir á, at tað helst ikki verður so leingi. Formula hevur fyri stuttum selt áður nevn­ da forrit til alla tí donsku løgregluna, og tilsamans hevur føroyska fyritøkan selt forritið til umleið hálvthundrað danskar fyritøkur og stovnar, harí­ millum løgregluna, Statens Luftfartsvæsen, Kyst­dir­ ektoratet og stovnar undir danska Fíggjar­mála­ráð­ num. – Jú, føroyingar eru komnir í gongd við at selja forrit uttanlands, ígjøgnum miðvíst menningararbeiði hjá okkum, sigur Torkil Holm Petersen. Menningarætlan frá 2001 Forstjórin greiðir frá, at tað var í 2001, at Formula.fo fór undir eina ætlan, sum skuldi fáa gongd í útflut­ ning av KT frá felagnum. Hetta stig varð mett at vera alneyðugt, um KT-vinna skuldi mennast til at verða ein vinnuligur valmøgu­ leiki hjá Formula og føroyskum vinnulívið. Á Formula løgdu tey eina nágreiniliga ætlan um, hvussu skuldi farast fram: hvørjir marknaðir skulu satsast uppá, hvat slag av forritum skulu mennast, kostnaðarmetingar og so framvegis. – Úrslitið av hesi fyri­ reiking var, at vit helst skuldi forrita forritini soleiðis, at tey kundu sam­ skifta og vera í samljóði við menningaramboð hjá ávísum størri KT veitarum á heimsmarknaðinum, for­ telur Torkil Holm Petersen og nevnir Microsoft, Siemens og eisini onkrar aðrar. Forrita ymsar profilar Síðani var farið undir at menna og víðarimenna trý nýggj forrit, sum øll høvdu hvør sín profil og appeler­ aðu til ymiskar fakbólkar. Fyrsta forritið var eitt við navninum Patsec. Hetta er ætlað einum serligum málbólki – medicotekn­ isku-deildirnar á sjúkrahú­ sum. Í dag hevur Formula. fo selt Patsec til umleið 25 prosent av danska sjúkra­ húsmarknaðinum. Næsta forritið var eitt sokallað standardforrit. Eitt forrit til samskifti, telefonskipanir og tele­ fonisamskifti yvirhøvur, og ber tað navnið Total­ View. – Hetta er ein sera fram­ komin skipan, sum hevur góðkenning frá høv­uðs­ sætinum hjá Siemens í Týskalandi, sigur Torkil Holm Petersen um forritið, ið hevur áleið eins nógvar útlendskar brúkarar sum tað eru íbúgvar í Føroyum. Triðja forritið var eitt sonevnt “add-on”-forrit (forrit knýtt at aðrari skip­ an, blðm). Eitt forrit, sum fekk navnið Inwork Voiceflow og er ein elek­ tronisk fakturaskipan bein­ leiðis knýtt at (add-on, blðm.) Microsoft pakka­ num Navision. – Invoice Workflow for­ ritið hevur góðkenning frá Microsoft, og er sum tað einasta forritið av hesum slag sertifiserað av teimum, greiðir Torkil Holm Pet­ ersen frá. Ætlanin hjá Formula við at velja og forrita trý so ymisk forrit, var, at teir soleiðis kundu leggja til merkis hvussu forritan, søla og arbeiði við útbreiðs­ luni gekk. – Av hesi eygleiðing kunnu vit læra nógv um, hvussu vit í framtíðini skulu bera okkum at í sam­ band við forritan, markn­ aðarføring og sølu av KT uttanlands, sigur Torkil Holm Petersen. Handverkið er gott Forstjórin í Formula.fo sigur, at tey í dag kunnu staðfesta, at vegurin frá at hugsa um KT-sølu til úthe­ imin, og til ein sær verulig úrslit av hesum arbeiði, er bæði langur og strangur. – Formula hevur brúkt rættuliga fitt av peningi og heilt fitt av arbeiðsorku til hesar útflutningsætlanir, men sjálvandi eigur ein ikki at undirmeta ta men­ ning og búning í stendst av slíkum ætlanum. – Vit vita, at handverk okkara er gott og vit hava staðfest, hvussu sterk forrit verða ment. Okkara trupul­ leiki er marknaðarføringin og sølan av vøruni, men nú halda vit okkum hava eina hilling av, hví okkurt gon­ gur væl og okkurt gekk minni væl í okkara royn­ dum uttanlands, sigur Torkil Holm Petersen, sum at enda sigur, at tey á fyritøkuni arbeiða við eini størri verkætlan uttan­ lands, ið vónandi kemur upp undir land í hesum ári­ num. Ein verkætlan, sum skal gera tað lættari hjá Formula at selja forrit uttan í heimi. – Jú, føroyingar eru komnir í gongd við at selja forrit uttan­lands, ígjøgnum miðvíst menningar­arbeiði hjá okkum, sigur Torkil Holm Petersen, forstjóri í Formula.fo