fríggjadagur 9. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti
Tú sært við tað sama, at
talan er um eini serstøk
hús. Alt er snøgt og væl
hildið uttanum, og tú
fært eina fatan av, at
húsini eru væl bygd og í
góðum standi
Húsini eru í trimum hæddum
– í alt 198 fermetrar. Harafturat
er úthús á um 12 fermetrar.
Húsini eru bygd í 1989, men
eru dagførd so við og við, so
tey sýnast sum eini nýggj hús.
Lat okkum fara ein túr runt í
húsinum.
Tá ið tú kemur til húsini,
kanst tú seta bilin inn í snøgga
og nýbygda bilskúrin, og
síðani eru tríggjar inngongdir
at velja í. Tú kanst fara inn
í eitt sera snøgt úthús, eitt
rættiligt mannfólkarúm, har
tú kanst hava amboð/ítriv og
hagreiða fisk og annað. Fert tú
longur, kanst tú fara inn í eina
gongd, ið førir inn í eitt stórt
og snøgt bryggers og víðari
inn í køkin ella út í ein fjálgan
og innilokaðan garð/terassu á
sólsíðuni við flísum, runnum
og hugnaljósum. Eru nakrar
sólstrálur, kanst tú fara beint
út og sita í læ, sóla tær, ella
njóta ein munn og ein bita. Har
er eisini ein lítil og vælnýtiligur
hjallur.
Fert tú inn hinvegin, kemur
tú inn í ein dur / gongd við
garderobu og gestawc. Fert
tú longur inn kemur tú inn í
eitt sera snøgt og hugnaligt
alrúm. Har er køkur til aðra
síðuna, borðstova til hina
síðuna, stova til triðju síðuna
og hugna-/sjónvarpsstova
til fjórðu síðuna. Frá niðastu
hædd fert tú upp trappurnar
til miðhæddina. Har kemur tú
upp til eitt stórt rúm, ið kann
vera bæði alrúm / arbeiðsrúm
og hugnastova. Bert hugflogið
setur markið. Haðani kanst tú
fara inn í eitt sera snøgt og
nýliga gjørt baðirúm. Eisini er
hjúnarrúm og eitt stórt kamar,
ið upprunaliga hevur verið tvey
kømur. Tvær hurðar eru, so tað
kann væl býtast upp aftur, um
tú ynskir tað. Síðan kanst tú
fara longur upp trappurnar til
ovastu hædd. Har er ein lítil
gongd og eitt stórt kamar.
Tú sært skjótt, at talan er um
eini dygdarhús. Tilfar og hand
verk er av tí besta, og hartil eru
húsini hugnalig og sjarmerandi.
Sjónvarps- og teledósir eru í
øllum rúmum. Tú kennir teg
væl alt í einum, tú kemur inn.
Fert tú fram í vindeyga, hevur
tú frálíkt útsýni út í vøkru
náttúruna, tí útsýnið er frálíkt,
og uppiá sært tú oman yvir
Ternurygg og út á fjørð við
Nólsoynni í baksýnini. Tú ert so
nær náttúruni, at tú fært eina
kenslu av at vera úti á bygd.
Húsini eru væl egnað til allar
aldrar – bæði til ung og eitt
sindur eldri. Pláss er fyri børn
um í ymiskum aldrum, og pláss
er fyri, at tey vaksnu arbeið
heima. Húsini eru sera livilig og
innbjóðandi, og einki er at ivast
í, at her kanst tú trívast. Stór
vindeygu eru ímóti ljósinum, og
alt er ljóst og “lekkurt” og lætt
at innrætta.
Meira fæst at vita frá frynt
ligu og fyrikomandi starvsfólku
num í Inni á tel. 354200.
Væl umtókt randarhús í
náttúruvøkrum umhvørvi