Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 11 tíðindi ame.fo andlitið hjá Atlantic Music Event Í gjár varð nýggja heimasíðan hjá Atlantic Music Event løgd út, á henni eru nógv spennandi tíðindi, ið hava samband við tiltøkini, ið verða í Føroyum, Íslandi, Bretlandi og Dan. Eitt nú ber til at lesa um støðuna í sangskrivarakappingini, umframt at fleiri av nøvnunum á AME-Føroyar verða kunngjørd. Síðan verður bindiliðurin millum fyriskipanarbólkin og almenningin. Hon fer alsamt at vaksa í vavi, sum tíðin frálíður. Síðan er ment í samstarvi við Stephansonshús og liggur á ame.fo. Samstundis er gjørdur ein sokallaður myspace profilur ið nevnist myspace.com/atlanticmusicevent Ampop á AME Millum bólkarnar á AME-Føroyar er íslendski elektroniski bólkurin Ampop. Bólkurin gav í november 4. fløguna “Sail to the Moon” út, ein fløga, ið av lurtarum á størstu íslendsku útvarpsstøðini Rás 2 varð vald til ársins fløgu, eins og hon er í uppskoti til fleiri heiðurslønir á íslendsku tónleikaheiðurslønunum.Næst seinasta fløgan “My Delusions” seldi til gullfløgu í Íslandi og tittullagið varð valt til ársins lag og ársins sjónbandalag á íslendsku tónleikaheiðurslønunum í fjør. Vitja Ampop á myspace: www.myspace.com/ampopband Tær tríggjar Carlsen sys­trar­nar Vanja, Lai­la og Barbara eru vorð­nar kend andlit í Miðamerikanska land­ in­um Puerto Rico. Tær skulu syngja til víg­slu­na, tá tvey av kend­as­tu fólkunum í Puerto Rico verða gift leygardagin. Fy­ri føroysku song­kvin­ nur­nar merkir hetta eitt lív við paparazzi mynd­a­mon­num og stórum fjølmiðla áhu­ ga. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tær tríggjar Carlsen sys­trar­ nar Vanja, Laila og Barbara eru hesar vikurna vorðnar kend andlit í Puerto Rico, og litaði parturin av tíð­in­da­ heim­in­um í Mið­am­er­i­kan­ ska landinum, hevur lært 2 nýg­gj orð Faroe Islands. Teirra ferð móti stjørn­un­ um byrjaði, tá vinmaður teir­ra pianisturin, tón­a­smið­ ur­in og Puerto Rico mað­ur­ in Adlan Cruz, beyð teim­ um at syngja í kirkjuni, tá hann og fotomodellin Mel­ is­sa Rivera Carreras verða gift leygardagin. Bæði Adlan og Melissa eru millum kendastu fólk í Puer­to Rico, tí er brúðleypi ein hending, ið alt landið vend­ur eyguni ímóti. - Hetta verður eitt ord­i­li­ ga stórt brúðleyp, har øll tey kendu, guvernørurin og nógv onnur vera við, so tíðindabløð og aðrir mi­ð­l­ar eru ordiliga á­hug­aði í hesum. Her eru pa­pa­­r­a­z­zi mynd­a­menn og onnur tíð­in­ da­fólk, sum vilja vi­ta alt um brúd­leyp­ið. Um­boðs­ mað­ur­in hjá Adlas hevur bið­ið okkum um upp­lýs­ing­ ar um Før­oy­ ar, og t a ð h a­ v a vit so g iv i ð h o n ­ u m , saman við linkum til onk­ rar heimasíðir, greið­ir Vanja frá. - Eingin kennur Før­oy­ar í Puerto Rico, so tí vil­ja tey gjarna vita okkurt um hetta landið, sum vit eru úr, sigur Vanja. Carlssen systrarnar virka á henda hátt sum umboð fy­ri Føroyar. Víg­s­lan verður send bein­ leið­­is á in­ter­net­in­um á heim­a­­síð­­uni, ið parið hev­ur fing­ið sær ad­lan­and­melissa.com. Vígslan verð­ur leyg­ar­dag­­in kl. 16 lo­ka­la Pu­er­to Ri­­co tíð. Hetta er 4 tímar af­tan­­fy­ ri okkara klokkutíð, so um onkur før­oy­ i n g­ u r hev­ ur hug til at fylgja við á al­net­in­um, so verður hetta kl. 12 før­oy­ska tíð. Systrarnar ferðast í løtuni kring Amerika við The Re­vi­val Ministry, í hes­um døgum eru tey í Puerto Rico. Har tær síðan týs­ kvøl­dið ha­­va sung­­­ið til møtir hjá prestinum Rodney Ho­­ward Brown. Møtini hava verið í ein­um s a l i , ið tekur um­leið 3000 fólk. Møtini ve­ra somu­leið­is send um all­an heim á kristnu sjón­varp­­s­­rás­ini CTN. -Stjórin á CTN, Bob Dean­der er ofta á møti hjá The Revival Ministry, greið­ ur Vanja frá í telefonini úr Puer­to Rico. Vanja, Laila og Barbara saman við kenda pianistinum og tónasmiðinum Adlan Cruz Við paparazzi í hølunum Leygarkvøldið og sunnukvøldið ber til at síggja ein spildurnýggja sending um Scorpions og Summar Festivalin á Rás 1 hjá Televarpinum. Tíðindaskriv Sendingin snýr seg um rockbólkin Scorpions og tær fyrireikingar, sum verða gjørdar til vitjanina hjá hjá teimum á Summar Festivalinum. Tosað verður við fyriskiparar og onnur, sjónbandaløg hjá Scorpions verða víst, og fólk kunnu eisini síggja framúrskarandi rockbólkin á palli. Seinast í sendingini kunnger Summar Festivalurin ein spennandi bólk, sum skal spæla á festivalinum í ár. Sendingin um Summar Festivalin kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum leygarkvøldið 10. mars kl. 20.00 og 22.00 og sunnukvøldið 11. mars kl. 22.00. Scorpions í Televarpinum