fríggjadagur 9. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti 11
Bygdarfelagið Báran í
Árnafirði er nú komið eitt
stig nærri ætlanini at fáa
bygdarhús.
Leygardagin 17. februar
varð spakin settur í økið,
har bygdarhúsið skal liggja.
Bygdarhús
Tað var borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn O.
Jacobsen sum setti spakan í.
Frammanundan helt Atli
S. Justinussen, formaður í
felagnum eina røðu, har hann
greiddi frá gongdini í málinum.
Atli segði soleiðis:
- Í november 1990 varð eitt
skriv, hongt upp á ein hjall
her í bygdini. Her varð boðað
til fundar uppi í skúlanum
týsdagin 4. desember 1990.
Endamálið var at fáa eitt
felag stovnað, sum kundi skipa
fyri ymiskum tiltøkum, har
bygdarfólkið kundi møtast. Tað
møttu nógv upp hetta kvøldið,
og varð hetta felag tá sett á
stovn, og fekk navnið Báran.
2000 fólk til bingo
Tey fyrstu bingo’ini, vóru
hildin her í bygdini, og skjótt
vuksu hesi bingo. Tað størsta
bingo’ið sum felagið hevur
havt, var á Kambsdali, og vóru
omanfyri 2000 fólk. Tá máttu
nógv fara avstað aftur, tí høllin
var full. Annars eru fleiri onnur
tiltøk fyriskipað gjøgnum árini.
Tann 21 nov. 1991
fekk felagið grundstykki,
uttast í bygdini, men her
var ikki møguleiki fyri
parkeringsplássum. So vit vildu
hava annað øki, har møguleiki
var at fáa parkering.
Men at fáa eitt nýtt
grundøki, hevur ikki gingið eftir
vild. Tað hava verið nógvar
forðingar á vegnum, serliga
hevur tað gingið striltið, at fáa
økisásetingarnar góðkendar
frá landsmyndugleikunum.
Fyri at ein økisáseting
kann góðkennast, soleiðis
at eitt bygdarhús kundi
byggjast her, máttu hesar
viðgerðir í nógvar nevndir hjá
landsmyndugleikunum.
Loksins, í juli í fjør, fekk
kommunan grønt ljós frá
Innlendismálaráðnum, og
kundi kommunan útskrivað
byggiloyvi.
Stuðul
Felagið hevur eisini
havt umsókn inni hjá
Mentamálaráðnum, um
stuðul, men hendan umsóknin
kundi ikki viðgerast, fyrrenn
byggiloyvi var útskrivað.
Viðmerkjast skal, at
Mentamálaráðið arbeiddi
skjótt, og fekk felagið eina
tilsøgn 21 november í fjør.
Haraftrat hevur felagið eisini
fingið játtaðan stuðul frá
kommununi í 2004. Hesin
stuðul er játtaður yvir 5
ár. So hevur felagið sjálvt
eginpening, og partur av
húsinum er fígging frá Norðoya
Sparikassa. Tá húsið er klárt at
taka í brúk, kostar tað umleið 8
mió krónur.
Sjálva byggingina fer Buison
at taka sær av, og el-arbeiðið
verður gjørt av Norð-El.
Spakin settur í
Eg skal nú enda, men eg vil
takka tykkum øllum, sum hava
tikið lógvatøk um hesa ætlan.
Tit havt ein ótrúligan týdning
fyri felagið.
Í dag 17. februar er dagurin
so upprunnin, har spakin kann
vera settur í hetta grundøkið,
sum er á matrikul nr. 88b, og er
grundøkið 3493 fermetrar .til
støddar.
Tað verður Steinbjørn
O. Jacobsen sum setur
spakan í. Aftaná eru tit øll
hjartaliga vælkomin oman
í kappróðrarneystið til
smyrjibreyð.
Nær húsið verður liðugt
er onki endaligt dato ásett
enn, men fara vit at siga frá
byggingini alla tíðina inni á
heimasíðuni www.baran.fo.
Hetta húsið skal vera til
gagn fyri øll, og eg kann
viðmerkja at fyrsta bíleggingin
til brúdleyp er longu komin.
- Tá húsið er liðugt, fer
bygdarfelagið sjálvandi at
skipa fyri einari stórari veitslu,
lovaði Atli Justinussen í røðu
síni.
Klárt at fara undir
bygdarhúsið
Eitt stórt arbeiði er gjørt, nú fyrsti spakin varð settur í fyri
nýggjum bygdarhúsi. Atli S. Justinussen heldur røðu
Mynd: Høgni Thomsen
Teir granska tekningarnar yvir
nýggja bygdarhúsið. Nú sær út til
at tað gerst veruleiki
Mynd: Høgni Thomsen
Bygdarhúsið fer at kosta einar 8 mió krónur. Enn er óvist nær
tað verður liðugt. Her grevur í øllum førum borgarstjórin í
Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen fyrsta bøkkin
Mynd: Høgni Thomsen