Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 49 - 9. mars 2007 Skaðiliga árinið av útláti fra ídnaðarlondunum er vorðið alt meira eygsýnligt. Um allan heimin kenna fólk nú sviðan av, at ídnaður og bilar hava latið ómetaligar mongdir av CO2 gassum út í luftina. Úrslitið er, sum øllum kunnugt, at veðurlagið broyt­ist. Tað verður sum heild heitari og úrslitið verður, at sera ógvusligar broytingar henda við veðrinum. Hetta merkist longu víða hvar, har ódnir, gloppraregn og vatnflóð, skógareldar og skriðulop koma fyri á ein heilt nýggjan og ógvusligari hátt enn mannaættin áður hevur sæð. Kyoto sáttmálin áleggur øllum londum, sum taka und­ir við hesum sáttmála at minka um út­lát­ið av skaðiligum gassum. Men nógv bendir á, at hetta er ikki nóg munagott. Her skal annað og meira til. Málið er vorið sera aktuelt í Europa og ser­stakliga í Norðurlondum. Í løtuni er ES topp­ fund­ur um hetta álvarsama evni.Danmark og onnur ES lond skjóta nú upp, at í 2020 skal øll orkunýtsla í ES-londunum stava frá varandi ork­ u­keldum. Í dag skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum taka støðu til, hvussu stóran dent ES skal leggja á at brúka varandi orkukeldur. Týskland, Danmark og onnur lond skjóta upp, at í 2020 skulu 20 prosent av orkuni koma frá var­ andi orkukeldum, og at hendan ásetingin skal vera bindandi. Men fleiri lond, teirra millum tey eyst­ ur­evropeisku, eru ímóti uppskotinum. Týski kansl­ arin, Angela Merkel, segði í gjárkvøldið, at hon fer at gera sítt ítarsta fyri at fáa uppskotið um tey 20 pros­entini samtykt. Tað er altumráðandi, at ES, sum á mongum økjum er slóðbrótari innan grønan búskap, grøna orku og umhvørvi, kann finna semju um munadygg til­tøk. Her er brúk fyri eini langtrøkkandi strat­egi, sum veruliga kann tryggja, at skaðiliga út­látið minkar. Hendir hetta ikki her og nú, so fara okkara eftirkomarar at liva í einum heimi, sum verður eyðkendur av náttúruvanlukkum og ó­met­ aliga truplum búskapaligum viðurkskiftum. Vit eiga eisini at gera okkara. Herfyri var stórfingin ráðstevna á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn, har eis­ini føroyingar tóku lut. Her gekk sjón fyri søgn, at nakað munagott eigur at verða gjørt her í Norð­ ur­at­lantshavi til tess at tryggja umhvørvi og verja okk­um móti ógvusligum veðurlagsbroytingum. Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt. Sosialurin Vaksandi tilvit um skaðilig útlát Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Aftursvar til Høgna Mikkelsen Í lesarabrævi fyri viku síðani sókn­ast býráðslimurin Høgni Mikk­elsen eftir broyttu regl­u­gerðini fyri út­­lut­an av randarhúsum og í­búð-um. Í tráan síni eftir at fortelja Føroya fólki, hvussu harmur hann er um, at Tórshavnar kommuna ikki vísir borgarunum nóg stóra virðing, leggur Høgni Mikkelsen heldur harð­liga og ósakliga eftir borg­ar­ stjór­a­num og partvíst eisini um­sitingini hjá Tórshavnar kommunu. Í hesum føri er orsøk til at leggja nakrar ítøkiligar upp­lýsingar aftrat tí, hann før­ir fram, so borgarar í Tórs­havnar kommunu eisini fáa neyðugu kunningina um rætta samanhangin í mál­ i­num, umframt um aðrar part­ar av veruleikanum, sum Høgni Mikkelsen eftir øllum at døma letur verða við at nevna í lesarabrævinum. Vanligt er, at Tórshavnar kommuna tryggjar sær, at borg­arar á bíðilistanum hjá kommununi fáa rætt at keypa, tá almenn ella komm­ unal jørð verður seld pri­vat­ um at byggja á. So varð eisini gjørt í sambandi við íbúðarbyggingina á Hamr­ i­num á Argjum, og hesum visti byggifyritøkan av, áðr­ enn farið varð í gongd. Tí má staðfestast, at er bygg­i­fyritøkan komin í fíggj­ar­liga trongstøðu av hesi bygging, sum skjøtil varð settur á fyri bert einum mán­aði síðani, má okkurt vera galið við øðrum grund­ leggjandi viðurskiftum hjá fyritøkuni. Um so er, er hetta kanska eitt kærkomið høvi at gera reglugerðina hjá kommununi fyri útlutan av randarhúsum og íbúðum til syndabukk. Her er vert at leggja aftrat, at tá Pf. Høgni Mikkelsen fyri fáum árum síðani bygdi íbúðir oman fyri Berj­ a­brekku, var tað eftir júst somu treytum, sum nú verður bygt á Hamrinum á Argjum. Í tí sambandi kundi Høgni Mikkelsen hóskandi fortalt borgarunum í kommununi, hvussu nógvar av hesum í­búð­ um hann seldi umvegis bíði­ listan hjá kommununi. Satt at siga, er ringt at fáa eyga á, at Pf. Høgni Mikkelsen sýndi stórvegis virðing fyri teimum borgarum, ið tá stóðu á kommunala bíðilistanum. Viðvíkjandi í­búð­ar­bygg­ ing­ini kann verða upplýst, at borgarstjórin og umsitingin hjá kommuni saman við tveim­­­um dugnaligum utt­ an­hýsis løgfrøðingum hava arbeitt við at betrað regl­u­gerð­ina fyri bíðilistar og útlutan. Eingin ivi man vera um, at tey mongu, ið upplivdu trupulleikar av gomlu reglugerðini, kunnu fegn­ast um at fáa eina broytta og betraða reglugerð. Tað er í størstan mun fyri at sýna borgarunum virðing, at reglugerðin verður broytt. Uppskotið til reglugerð varð tann 23. februar 2007 sent øllum býráðslimum, her­ undir eisini Høgna Mikk­el­ sen, so teir kundu koma við sínum viðmerkingum, men enn hevur Høgni Mikkelsen eftir hesi mannagongd ikki gjørt eina einastu viðmerking til uppskotið. Tí er eisini ilt at skilja, hvør ætlan hansara er við nevnda lesarabrævi, tí tað stendur beinleiðis í and­ søgn til ta sannroynd, at hann sum býráðslimur yvirhøvur ikki hevur roynt at gjørt sína ávirkan galdandi í sambandi við nevndu reglugerð. Íbúðarbyggingin á Hamrinum á Argjum borgarstjóri í Tórs­ havnar kommunu Heðin mortensen viðmerkingar SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Kambsdalur: Mán­a­kvøld­ ið, 12. mars verður al­menn kvøldseta í Stu­dent­a­skúl­a­ høll­ini á Kambsdali. Vanliga eru tvær kvøldsetur hvørt skúla­­ár – ein um heystið og ein um várið. Hendan græk­ ar­is­messukvøldseta, sum er tann seinna í ár, byrjar kl. 19.30 Á skránni er felagssangur, næm­ing­aframløga, klumm­ an hjá Meinhardi Jensen, nógv­ur og góður tónleikur frá næmingum, umframt at Hanna Vang, almennur á­kæri, hugleiðir um førning og førleika úr Stud­ent­a­skúl­ a­num. Kvøldsetan er ein góður møg­u­leiki at fáa eitt áhug­a­ vert og hugnaligt kvøld, bæði fyri tónleikaáhugað, fyrr­ver­andi næmingar, for­ eld­ur og onnur avvarðandi hjá næmingum og annars øll, sum hava hug at vitja skúl­an og fáa meiri at vita. Høvi verður at keypa sær ein kaffimunn og okkurt aft­ ur­við frá næmingum, sum savna pening til námsferð, sam­stundis sum til ber at síggja skúlan og fáa eitt prát við næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar. Tiltakið er alment og ó­keyp­is. Kvøldseta á Studentaskúlanum á Kambsdali