fríggjadagur 9. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2007
13
Eg havi í nógv ár undirmett
Fiskivinnuskúlan í Vest
manna. Játtaði tó ivingarsam
ur fyri knøppum ári síðani at
stuðla smávegis, fyribils. Og
tað havi eg ikki angra. Tí betri
skúla skal ein leita leingi eftir,
hóast hann hevur síni lýti.
At eg havi undirmett
skúlan, man neyvan gera til
ella frá. Verri er, at myndug
leikar, foreldur at ungdómi
í miðnámsskúlaaldri og tey
ungu sjálvi eisini tykjast at
undirmeta hann. Í hvussu er,
hevur næmingatilgongdin
higartil verið í minna lagi
við tað, at hann skal eitast at
tæna okkara høvuðsvinnu.
Og Løgting og skúlamynd
ugleikar hava vist ov leingi
givið skúlanum ov lítlan ans.
Og tað hava hvørki næming
ar, skúli ella samfelag uppi
borið.
Tað er hetta eg vil royna
at gera vart við, áðrenn farið
verður undir nýggjan tein, t.
e. nýtt skúlaár, nýbygging og
nýggjar útbúgvingar. Høvi
býðst umframt at heita á skúl
amyndugleikarnar at taka seg
saman viðvíkjandi onkrum
týdningarmiklum málum.
Eftir øllum at døma stavar
tað mesta av undirmetingini
frá, at skúlin liggur í Vest
manna, at hann er lítil, ov
lítlari profilering, og – ikki
minst – navninum: Fiskivinn
uskúlin.
Trý tey seinast nevndu við
urskifti kann okkurt gerast
við, og verður tað eisini gjørt,
men neyvan gerst nakað í
bræði við leguna.
At hann á sinni varð lagdur
í Vestmanna, var eftir mínum
tykki ein skeiv, lokalpolitisk
landstýrismannaavgerð. Men
vit mugu nú einaferð fyrihalda
okkum til veruleikan: Skúl
in er har, farið verður skjótt
undir nýbygging, nýmótans
gerð og víðkan, alt meðan
einki røkist fyri, at mið
námsskúlar finna saman í
deplar, t.d. í Havn, Hovi og
Kambsdali/Klaksvík, sum av
námsfrøðiligum, synergetisk
um og munaligum orsøkum
harðliga er fyri neyðini, og
sum nú er einasta argument,
sum kundi tala fyri, at Fiski
vinnuskúlin varð fluttur.
At eg ikki taki gamla arg
umentið við um, at ein Fisk
ivinnuskúli eigur at liggja
í námind av, har mest fiski
vinna er, kemst av, at talan
er í lítlan mun um beinleiðis
fiskaarbeiði, og at prógv frá
hesum skúla kvalifiserar til so
nógv annað enn størv ”bara”
í fiskivinnuni. Fiskivinna er
bara ein (høvuðs) lærugrein
av nógvum øðrum praktiskum
og teoretiskum. Men kortini
er hon sera týdningarmikil
grein, tí at – og aftur her
mugu vit fyrihalda okkum
til veruleikan – fiskivinna
er okkara høvuðsvinna, og
verður verðandi tað í langa
tíð frameftir.
Talan er heldur – og
verður tað í nógv størri
mun í framtíðini – um ein
matvøruídnaðarskúla, sum
alsamt størri og størri tørvur
verður á, so hvørt sum áhugi
og góðskukrøv til matvørur
vaksa. Og talan er um ein breitt
vinnu”málrættaðan” skúla,
sum gevur næmingunum so
mikið av vinnuførleika, at
tey flestu seinni kunnu royna
seg beinleiðis í ymiskum
funktiónum á virkjum, og
onnur sum leiðarar, t.d. sum
verkførararar ella virkiseig
arar.
Og samstundis gevur skúlin,
eins og aðrir miðnámsskúlar,
lestrarførleika, t.e. grundarlag
fyri at fara undir hægri fram
haldslestur. Eisini er hann
lærlingaskúli.
Ein niðurstøða hjá skúl
aleiðsluni av hesum er, at
skúlin eigur at fáa navna
broyting. Uppskot eru væl
komin, haldi eg meg hava
hoyrt.
Fyrsta áheitan mín til
myndugleikarnar er tí: Bindið
um heilan fingur við at fara
undir at nøkta alsamt vaksandi
førleikatørvin viðvíkjandi
matvøruframleiðslu
og
–dygd sum skjótast. Og
gagnnýtið Fiskivinnuskúlan
í stóran mun til hetta við at
vaksa um hann, men gerið tað
kortini hóvliga og við atliti at
øðrum skúlaformum. Valla er
tað nakar, sum ivast í tí sam
felagsgagnliga at gera so.
Næsta áheitan mín er: Gev
ið øllum miðnámsskúlum
møguleika at undirvísa til
og við bachelorstig. Hetta
vegna at kunna skapa
nakrar meiri heilskapaðar
útbúgvingar, sergreiningar
og at menna lærarar og
eggja teimum til. Alt gott at
siga um ráðandi hugburðin í
Mentamálaráðnum, eftir hvør
jum Fróðskaparsetrið eigur
at taka sær av øllum, sum er
hægri enn miðnám, men mark
má vera fyri hvussu leingi, ið
vit skulu bíða. Líkt er til, at
vit bíða eftir Godot!?. Danir
siga: ”Mens græsset gror, dør
horsemor”. Tað er júst hetta,
sum hendir í føroysku skúla
verðini.
Triðja áheitan mín er: Fái
nú eina samskipaða bygging
í lag úti við Marknagilsvegin
í Havn. Eisini her má mark
vera fyri, hvussu leingi
myndugleikar okkara lata
sær lynda at verða gíslar hjá
nøkrum einstaklingum, sum
eftir øllum at døma bara
hugsa um egnu vælferð. T. d.
hevur Tekniski Skúlin í Havn
bíðað eftir hóskandi umstøð
um í uml. 40 ár til stórt ógagn
fyri vinnulívið. Hetta hevur
so sanniliga eisini nakað við
Fiskivinnuskúlan í Vestmanna
at gera, tí at skúlarnir verða
”spældir út” móti hvørjum
øðrum, hvat ið forðar fyri
natúrligari kapping teirra
millum og tí fyri menning.
Fyri ikki at gerast alt ov
drúgvur, verður innihaldið
í undirvísing skúlans ikki
umrøtt. Um tað kann lesast
á heimasíðu skúlans www.
fiskvest. fo og í upplýsing
artilfari, sum m.a. fæst frá
skúlanum.
Men eg kundi hugsað
mær at givið lesaranum inn
lit í, hvussu ið eg upplivi
Fiskivinnuskúlan sum fyri
bilslærari, ið hevur nokkso
drúgvar royndir frá nógvum
skúlasløgum og nokkso
drúgvar praktiskar royndir
og royndir í leiðslu:
Fiskivinnuskúlin skilir seg
út frá øðrum skúlum við at
hava eina sera lítla fyrisiting
(skúlastjóri, praktikkleiðari
og lestrarvegleiðari), sera
ópraktiskar hølisumstøður
(hýsing í fýra húsum) og við,
at so at siga allir lærarar eru
tímalærarar, sum koma og
fara, uttan at hava natúrligan
møguleika at tosa og vera
saman.
Hetta talar fyri, at skúlin
átti at verið lítið effektivur og
óunniligur hjá næmingum og
lærarum at virka í. Men tað
er tvørturímóti. Hann virkar
væl. Eg haldi orsøkirnar vera
hesar:
Leiðslan er suveren. Stjór
in er m.a. arbeiðssamur,
gløggur, praktiskur, visioner
ur, fyrikomandi, men dugir
samstundis at vísa fastleika.
Á nógvum skúlum – og
øðrum arbeiðsplássum fyri
tað – miskilja lærarar og
starvsfólk, serliga sovorðin,
sum ongantíð hava pissa í
saltan sjógv, t.e. ikki hava
vinnulívsroyndir, teirra leik
lut, og blanda saman ráð
veitingarrætt og –skyldu
við avgerðarrætt. Og nógva
staðni hava fólk, sum fáa
litið upp í hendur at taka sær
av ávísum funtiónum, lyndi
til at suboptimera og gera
álitisstarvið til eitt slag av stati
í statinum ella smákongaríki,
sum tikið verður til, ofta við
trivnaðarforðandi og korr
umperandi avleiðingum.
Leysa tilknýtið hjá lær
arunum og lítla, men mun
adygga fyrisitingin ger, at
her fær skúlastjórin loyvi til
at vera stjóri, og tað er ikki
gingið honum til høvdið.
Hann sleppur at spæla uppá
allar leiðsluformastreingir,
sum skiftandi umstøður
krevja, og hann er – og tað
hevur ikki minst at týða
– sjónligur. Hann letur øll
– eisini næmingar – koma til
orðanna. Hann er opin fyri
øllum og fremur neyðugt (og
bara neyðugt) eftirlit, sjón
liga. Har er við øðrum orðum
ikki talan um eina leiðslu,
sum búrar seg inni í einum
teldukliva, sum fremur eftirlit
eftir ”big brother watch you”
– háttinum, og annars næstan
bara kommunikerar við av og
á at glaða, oftani við nógvum
royki men ongari grind, men
heldur líkt pávavali í Rom.
At hini bæði álitisfólkini
eru sera væl at sær komin og
avhildin, ger bara støðuna
uppaftur betri.
Ein annar fyrimunur er,
so løgið tað kann ljóða,
tímalæraraskipanin. Í prin
sippinum tarnar tað sjálv
andi samskifti, at fólk ikki
eru á staðnum og skúlin
spjaddur, men við First
Class netsamskiftisskipan
ini, við at skúlin við stuttum
millumbilum opið kunnar
um støðuna, og við at skúlin
javnan skipar fyri fundum,
skeiðum og ymsum fel
agstiltøkum, bæði fyri næm
ingum og lærarum, gongur
alt sum eftir ánni.
Lærararnir eru valdir við
hepnari hond: Mest serfrøð
ingar við drúgvum arbeiðs
royndum, sum tykjast at
hava viðføddar gávur at
undirvísa. Teir sýnast ikki
at verða fongdir við her
viligu sóttini í heilum at
importera og implementera
nýggjar og stressandi undir
vísingarhættir, sum alt ov
oftani verður gjørt fyri at
dekka yvir ómegd. Umframt
at dáma ungdómin og at
undirvísa nýta teir heldur
fakligt innlit, royndir, vitan,
síni refleksivu evnir og kar
ismatisku persónsmensku at
motivera næmingarnar við.
Og næmingarnir eru motiver
aðir – ið hvussu er ein stórur
meiriluti.
Og teir mugu arbeiða hart.
”Nihil sine labore” æt eitt
sigarslag, sum fyri nógvum
árum síðani fekst hjá Oskari
Arge, sála. Tað merkir: Einki
úrslit uttan arbeiði.
Eisini virkar tað sum um
tímalæraraskipanin forðar
fyri óhepnum, men rætti
liga vanligum menniskja
ligum yndisítrivum so sum
at øvunda, fara við slatri,
sníkja og bakbíta. Og fyri
fyribrigdum sum at tosa
niður til næmingar resp. at
nýta tey ungu sum takksom
offur fyri frelsu frá fákunnu,
synd og øðrum dárskapi. Á
Fiskivinnuskúlanum verður
eingin tvingaður, men heldur
tileggjað(ur).
Truplu hølis- og samskif
tisumstøðurnar og kostnað
arspillið, sum eisini stendst
av at skúlin noyðist at hava
somu arbeiðsamboð í øllum
fýra skúlahúsunum, amboð,
sum annars kundu verið fel
ags, talar so sanniliga eisini
fyri at nýggjur skúli verður
bygdur.
Men, sum sagt, kunnu vans
ar fylgja við, um ikki rætt
verður atborið. Men hesir
vansar mugu vigast upp ímóti
tí stóra samfelagsgagni, ein
rættiligur matvøruskúli kann
hava við sær. Hjá mær er eing
in ivi um, hvat ið rættast er
at gera her og nú, og ynski
eg skúlanum blíðan byr á
leiðini. Samstundis sendi eg
blíðar tankar til Gunvør Hoy
dal, sum stríddist so nógv
fyri at fáa Fiskivinnuskúla í
lag og fyri at gera fiskivinnu
til lærugrein á fleiri skúlum.
Og hví ikki taka við í hesa
takkarheilsan Jógvan Dur
huus, sum fekk skúlan til
Vestmanna!
Fiskivinnuskúlin – góður og gagnligur
Heðin
Samuelsen
Finnur Helmsdal, tingmaður
Jógvan við Keldu, løgtingsmað
ur fyri Fólkaflokkin í Norð
oyggjum, skrivar í bløðunum
um avgerðina at flyta Strand
ferðsluna til Suðuroyar. Hann
sigur seg hava broytt meining
ella, at hann nú hevur hugsað
seg væl um. Niðurstøða hansara
er, at einki galið er við hvørki
avgerðini ella mannagongdini,
einasti trupulleikin í málinum
er, at onkur hevur likið tíðindini.
Skal geva Jógvani rætt í
tí, at tað er ikki heppið, um
embætisfólk eru illoyal mót
vegis politikarunum m.a. við
at leka. Og hevur onkur gjørt
seg sekan í hesum, eigur tað
at fáa avleiðingar so ella so.
Men góði Jógvan, lekin er
so avgjørt ikki ein avgerandi
trupulleiki í hesum sera
óhepna máli. Trupulleikin er,
at framferðin í hesum máli
num er enn eitt skúladømi um,
hvussu lítla virðing politiska
valdið í veruleikanum hevur
fyri almennu starvsfólkunum.
Formaðurin í Starvsmannafelag
num, Gunnleivur Dalsgarð, tók
ógvuliga rívan til, tá hann lýsti
hugburð landsstýrissins mótveg
is almennum starvsfólkum, og
eg tori at siga, at Gunnleivur er
ikki langt av leið.
Framferðin í málinum um
flytingina av Strandferðsluni
átti at lopið ein hvøkk á
okkum øll, eisini Jógvan við
Keldu. Tí taka vit okkum ikki
saman og virða bæði avtalur,
mannagongdir og ikki minst
fólkini, so enda vit sum tann
afturúr siglda bananrepublikkin,
sum nógv hava frægd av at
kalla okkum. Tíðin er langt
síðan farin frá primitivum
politikarum, sum bara megna
eitt í einum framkomnum sam
felag, nevniliga at syndra og
reka fólk av garði. Sleppur
karrráði fólkflokshugburðurin
framhaldandi at dominera og
køva hinar flokkarnar, so verða
tað ikki bara tey best lærdu, sum
flýggja.
Sjálvandi skulu vit øll liva, og
sjálvsagt skulu almenn arbeiðs
pláss til Suðuroyar eisini. Men
latið okkum sleppa hasum
primitiva og barbariska framferð
arháttinum. Latið okkum vísa
bæði samfelag og fólki ta virð
ing, sum tey hava uppiborið.
Tað er væl skiljandi, at ávísir
brenna eftir at verða valdir, men
tað heimilar ikki at gera tað,
sum landsstýrismaðurin gjørdi
í Strandferðslumálinum. Høv
uðstrupulleikin var og er ikki
lekin, Jógvan. Høvuðstrupulleik
in er ein heilt annar, og tað veit
tú eisini væl.
Kreppuhjálp
Amerikumenn tosa um eitt
fyribrygdi, sum teir rópa
yvirviðgerð. Tað er heiligvágídn
aðurin, sum lokkar fólk at taka
í yvirmát av ofta óneyðugum
heiligvági, hetta fyri at vinna
sum mest av peningi. Privatu
sjúkrahúsini og læknarnir lokka
somuleiðis fólk í ofta óneyðugar
men dýrar viðgerðir. Vit kunnu
eisini siga, at Útvarpið ovur
viðgjørdi málið um Strand
ferðsluna, tá tíðindafólk fóru
at tosa um kreppuhjálp til
starvsfólkini á Strandferðsluni.
Ikki tí, starvsfólk høvdu helst
tørv á stuðli í samband við
skakandi boðini, sum kollveltu
tilveruna hjá fleiri. Men sæð í
mun til støðuna í Suðuroynni,
har fleiri hundrað fólk hava
havt ilt við at fáa mat í munnin
vegna arbeiðsloysi í langa tíð.
Har fólk í hópatali hava flýggja
undan vónloysinum. Nær hevur
Útvarpið ella nakar annar tosað
um kreppuhjálp til teirra?
Men aftur hinvegin, so rættvís
ger neyðstøða í Suðuroynni ikki,
at landsstýrismaður í atkvøðu
trega og uttan nakra ávaring ella
ætlan annars av nøkrum slagi,
bara hálar teppið undan dugna
ligum og trúgvum starvsfólkum,
sum eisini hava hús og heim at
forsvara. Den går ikke, Jógvan
við Keldu.
Tað snýr seg ikki um lekan