fríggjadagur 9. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 49 - 9. mars 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Eitt klams við portrinum, nøkur
blíð orð til Bob, og so opnaði hon
úthurðina. Sum vársólin, ið kastar
sínar heitu geislar inn í hvønn krók,
fylti hon rúmini har hon kom. Hon var
upptikin av at taka til sín og gleðast
yvir alt sum var rundanum hana. Og
fyri Guds smáu skapningum, tey
ómælandu dýrini, hevði hon størstu
virðing og kærleika til. Undrandi
standa vit eftir og mugu staðfesta
at tann himmalin, sum hon ikki
skilti rættiliga, tá omman andaðist
fyri góðum ári síðani, nú er vorðin
bústaður hennara.
Góðu Teitur, Eileen og Fróði, tit
hava mist tað dýrasta ein kann missa.
Frá einari løtu til aðra standa bert
tómir lutir eftir og boða frá tí sum er
hent. Okkara vón er at góðu minnini
um hana vera við til at varðveita Báru
í tykkara hjørtum, og at tey kasta sínar
heitu geislingar yvir framtíð tykkara,
eins og sólin sum troðkaði seg inn
ígjøgnum smáu rútarnir í Tvøroyrar
kirkju tað løtuna ið Bára varð borin út
til sítt hvildarstað. Hóast árini vóru
fá, so eydnaðist tað henni at seta síni
spor sum vit ongantíð gloyma.
Gleðist, undrast hvørja ferð
Barnalyndið lætt og frítt
Varnast ikki vandan her
Runt um teg er alt so nýtt
Áin sum so blítt kann teska
Skiftir henda dagin ham
Eingin miskunn kann teg leska
Eingin hond tá við teg nam
Har sum hondum vantar megi
Jesus sjálvur tekur við
Leiðir teg á sínum vegi
Heim til Guðs við sína lið
Hvíl í friði vinur mín,
Vard frá øllum vanda
Flutt er burtur sálin tín
Heilt til himnasandin
Hvíl í friði góða Bára og takk fyri
løturnar saman
Noomi, Pavla og Chris Jan
Minningarorð
Bára Jespersen Olsen
Fødd 8. desembur 1999 • deyð 13.februar 2007
Fríggjadagin 9. mars
kl. 16 letur ein lista
framsýning hjá Jón
Magnusi Joensen upp
í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin er opin
til og við týsdagin 13.
mars
Framsýning
Á framsýningini eru 28
akrylmálningar og 11 akryl-
og oljukritstekningar. Stílurin
er meira expressionistiskur.
Jón Magnus Joensen er 43
ára gamal og býr á Argjum
og hevur gingið á listaskúla í
Holbæk. Hetta er fjórðu ferð,
hann sýnir fram í Smiðjuni.
Framsýningin er opin:
Fríggjadag frá kl. 16-19,
leygardag frá kl. 10-19,
sunnudag frá kl. 14-19, og
mánadag og týsdag frá kl.
16-19.
mg
Jón Magnus Joensen:
Listaframsýning í Smiðjuni
Frá 9. til 13. mars hevur
Jón Magnus Joensen
listaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
22. februar fingu Karin Wolles-Wardum og Fríði Hansen,
Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
3900 gr.
24. februar fingu Gerda Joensen, Klaksvík og Sunnvard
Andreasen, Mikladali, ein son. Hann var 52 cm. langur
og vigaði 4150 gr.
27. februar fingu Elin Poulsen og Ragnar Mouritsen,
Frederiksberg, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
4020 gr.
28. februar fingu Linda Eliassen og Jann Eldevig, Leirvík,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3525 gr.
1. mars fingu Annika Hanusson og Petur Meinhard Jacob
sen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði
2900 gr.
2. mars fingu Marjun Guttesen, Tórshavn og Gulli
Johansen, Klaksvík ein son. Hann var 57 cm. langur og
vigaði 3900 gr.
2. mars fingu Miriam og Oddfinn Hansen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3775 gr.
2. mars fingu Tóra Hentze og Hallur Jensen, Sandur, ein
son. Hann var 53 cm. loangur og vigaði 4100 gr.
5. mars fingu Annebeth og Arni Abrahamsen, Skipanes,
eina dóttur ið eitur Tordis. Hon var 52 cm. long og vigaði
3150 gr.
5. mars fingu Eyðritt Dalsgaard og Sámal Clementsen,
Húsavík. eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði
4000 gr.
6. mars fingu Ingun og Robert Langgaard, Runavík, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr.
6. mars fingu Hildegunn Mortensen og Magni Hansen,
Klaksvík, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði
1900 gr.
6. mars fingu Birna Dahl Jacobsen og Ferouz Torki,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 52 cm. langur og
3750 gr og var 52 cm langur.
Føðingar
1. mars gjørdist David
Tørnroos stóribeiggi. Tá
fingu Inna og Kristian
Tørnroos ein son. Hann
viga›i 3970 g og var 51
cm langur. Tey eru búsett
í Stockholm, men Inna er
ætta› úr Sørvági
Tann 7. mars
fekk Niels Áki
ein lítlabeiggja
sum var 50
cm. langur og
vigaði 3350 gr.
Foreldrini hjá
teimum báðum
eru Ragnhild
Guðjónsson og
Jákup Mørk í
Havn
nøvn