Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti 14 Herfyri var ein av teimum heilt frægu felagsframsýningunum við nútíðarlist at síggja í Den Frie í Keypmannahavn. Og fyri listaáhugað, sum ikki náddu at síggja hesa framsýning “Carnegie Art Award 2006”, ið hevur verið at sæð í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Frak­landi, Onglandi og nú í Dan­mark (men ikki í Føroyum), er tað møguliga ein uggi, at fyri­reikingar longu eru farnar í gongd til ta næstu “Carnegie Art Award 2008”. Higartil hev­ur einki føroyskt umboð verið við á virðingarmiklu fram­­sýningini, tó so, at fleiri av teimum framsýnandi lista­fólkunum hava luttikið á føroyskum listaframsýningum í sein­astuni, eitt nú Katrine Ærte­bjerg, sum m.a. var við á tí stóru framsýningini, sum Graf­iski Verkstaður Føroya hevði í Lista­ høllini í desember. Úr føroyskum sjónarhorni Tey luttakandi listafólkini í Carnegie Art Award fram­ sýningini eru øll norðurlendsk og tí liggur tankin um møgu­leik­an fyri føroyska luttøku nær, hóast støðið tykist nak­að væl hægri enn vit eru von við á føroyskum felags­framsýningum. Í veruleikanum er føroysk luttøka á eini slíkari framsýning ikki óhugsandi, tí vit eiga einstøk listafólk, hvørs verk ikki standa aftan fyri tey hjá Carnegie Art Award framsýnarunum. Høvuðs­ munurin millum norðurlendsku úrvalslistaframsýningina og eina føroyska felags­fram­sýn­ ing liggur í sjálvum úrvalinum, sum í Carnegie Art Award høpi er strangt og hegnisligt framt, men sum heima - smáum samfeløgum líkt - tykist merkt av persónligum fyrilitum, av ósemjuræðslu ella kanska einum slagi av (misskiltum) fittleika. Úrvalið til Carnegie Art Award verður framt í fleiri umførum. Fyrst verða til­nevnarar úr norðurlondum bidnir um at tilnevna 5 tey bestu norðurlendsku lista­fólkini. Hesi fáa høvið at sýna verk síni fyri eini úrvalsnevnd, sum m.a. fevnir um Lars Nittve og Poul Erik Tøjner, fyrrverandi og núverandi leiðara í Louisiana. Carnegie Hall??? Carnegie Art Award klingar tignarliga og gevur kanska hugasamband við Carnegie Hall, men hevur tó einki við víðagitnu konserthøllina at gera. Carnegie er heitið á svenska bankanum, sum í 1998 stovnaði Carnegie Art Award við endamálinum at stuðla norðurlendskari list við serligum denti á nútíðar málningalist. Stóru listaheiðurslønirnar eru tríggj­ar í tali (1.heiðursløn telur 1 millión svenskar krónur, meðan 2. og 3. eru uppá ávikavíst 600.000 og 400.000 SEK), umframt eitt stuðulsgjald áljóðandi 100.000 SEK, ið verður latið ungum evnaríkum listafólki, sum hesa ferð æt Sirous Namazi úr Svøríki. Umframt tær stóru heiðurslønirnar fevnir Carnegie Art Award eisini um eina ferðaframsýning, eins og fyrilestrar verða hildnir og ymist tilfar kemur út um listafólkini. Tað var svenska Karin Mamma Andersson, sum fekk fyrstu heiðurslønina í fjør, meðan íslendingurin Eggert Pétursson, hvørs myndir, vit herfyri høvdu høvið at uppliva í Føroyum, fekk aðru heiðursløn. Petra Lindholm úr Finnlandi fekk triðju heiðursløn. Málarí Tað sigst vera franski málarin Paul Delaroche, sum á fyrsta sinni deyðadømdi málninga­ list­ina, tá hann í 1838 sá tað fyrsta Daguerrotypiið og síðan eru deyðadómarnir javnan sagdir yvir málaríið. Føroysk myndlist hevur ikki havt stórvegis høvuðbrýggj av hesum deyðadómum, tí hon so at siga er ov ung til at vita seg vera í vanda. Føroyska listin er við øðrum orðum ov illa grundað listaumhvørvi, lista­kjaki, listaskúlum og lista­útbúgving viðvíkjandi til yvir­høvur at fyrihalda seg reflektivt til seg sjálva. Hetta er ein trupulleiki, sum ein og hvør, ið roynir at málbera seg á føroyskum um myndlist, eigur at kenna til og sum byrjar við málinum sjálvum. Mál­arí er eitt nýtiligt, stutt og gott orð, tí tað bæði fevnir um ein lut, ið kann hangast á veggin, samstundis sum tað lýsir ein aktivitet og eitt hugtak. Úr hesum sama orði kemur lýsingarorðið, sum á donskum nevnist “maler­ isk” og sum fevnir yvir ein ávís­an málaríkendan dám í mynd­um, ið er merktur av form­ligum opinleika og hvørs skap eru eyðmarkað av lit­fjølbroytni heldur enn av linjum. Á føroyskum eitur tað “málandi” og neyðugt er at koma inn á hugtakið fyri at kunna greiða frá hvussu breitt hugtakið “málarí” verður fatað í Carnegie Art Award høpi. Tí framsýningin hýsir bæði films- og øðrum installatiónum, teldugrafikki og øðrum grafikki fyri ikki at tosa um eina merkiliga verkætlan við ljóðveksli, har sinus-ljóðbylgjur verða lýstar upp á loftið, sum dómsnevndin altso hevur mett at vera so mikið málandi, at tað hoyrir við í eini málaríframsýning. Málarídefinitiónin ER rætti­liga opin og trevsut, men undir­ haldsvirðið hæðkar, tá mørk verða sprongd fyri hvat er hvat í listini, tá málað verður við ljósi, ljóði, tómum løriftum, orðum og øllum møguligum øðrum enn hevdbundnu olju- og akrylmálingini á lørift. Eggert Pétursson Meir enn við ljósi, málar Petra Lindholm við myrkri í video­ lagnum “Until”, hvørs døkka huglag og seigligu endurtøkur minna ikki sørt um videolagið, sum Chris Cunningham á sinni gjørdi til Portishead og sum var at síggja í MTV. Myndamálið hjá Lindholm er málandi, vakurt, men kanska eitt sindur keðiligt saman við vakra tónleikinum, sum hon sjálv hevur gjørt og sum hon sjálv framførir á ljóðsporinum. Hin prísvinnarin, íslendski Eggert Pétursson er helst eitt gott dømi um, at tað í listini man loysa seg at halda fast í sínum egna persónliga úttrykki uttan at skeita ov nógv eftir hvat er upp á móta og hvat hini gera. Vit sóu hansara merkiligu blómumálningar í Føroya Banka herfyri á framsýningini, sum var úrslit av, at Lands­banki Íslands og Føroya Banki høvdu býtt um listaverk í sam­bandi við, at báðir bankarnir fylltu runt. Eggert Pétursson hevur í nógv ár havt eittans mynd­evni og tað er íslendskar plantur, sum hann Málandi markloy Ummæli Kinna Poulsen