fríggjadagur 9. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 9. mars 2007
15
Nakrir tankar og minnir, nú svágur og
bróður okkara so bráðliga varð tykin
frá okkum.
Mær fyrikemur lívið sum ein urta
garð, har vit øll eru partur av, og har
vit sum einstaklingar og familiur
vaksa upp. Sjálvur vaks eg upp í ein
um lítlum garði í lívd av tveimum væl
rótfestum trøðum, har vóru sera góð
gróðrarlíkindi.
Men sum tíðin leið, byrjaði eg at
hyggja meg um í tí stóra urtagarðinum,
og har fekk eg eyga á eina vakra rósu,
og tá ið eg so fór at ganga inn í urta
garðin, har sum rósan vaks, sá eg, at
har vóru fleiri runnar og trøð, enn í
tí garðinum har eg var vaksin upp,
og tað eina lítla træið skaraði framúr
í vakstrareginleikum, og sum árini eru
farin, hava vit hvør í sínum lagi gjørt
okkum okkara egna lítla urtagarð.
Men tað vísti seg skjótt, at tað lítla
træið sum skaraði framúr, tað bleiv
til eina eik, sum vaks sera væl og
skapti góð gróðrarlíkindi rundan um
seg, og tá ið okkurt hvast æli kom, so
leitaðu vit onnur okkum eisini lívd av
eikitrænum,.
Men ein vakran summardag í árinum
sum fór, fingu vit bráðliga boð um at
bløðini fullu av tí sterka eikitrænum,
og vit hugsaðu, at eikitræið var so
sterkt, at tað fór skjótt at blóma aftur,
men sum summarið leið, og heysti
kom, vísti tað seg at eikin misti enn
fleiri bløð, og ein kaldan dag stutt fyri
jól, meðan vit onnur stákaust uppá tað
mesta við at hugna um, og gera klárt
til tað stóru hátíðina, komu boðini.
Tann sterka eikin var følnað.
Og nú standa vit spyrjandi, tað er
vorðið eitt stórt opið pláss í miðjuni,
og tey trøini sum vuksu tættast við
eikina, har hanga greinanar so tungar
at tær eru við at brotna, og vit onnur
spyrja? Hvørjum skulu vit nú standa
í lívd av, tað følist sum at vindurin er
so tráður, tann sterka eikin sum vit
leitaðu okkum lívd av er burtur.
Men tað gongur aftur ímóti vári,
og um vit standa saman og skapa lívd
fyri hvørjum øðrum, so kanska fer at
grønka einaferð aftur. Men plássið í
miðuni verður verandi tómt.
Helgi
Minningarorð um
Jóhannes Eli Iversen
f. 02.01-1948 d. 22.12-2006
Nú ið bróður mín, Jóhannes Eli so
brádliga varð tykin frá okkum, hava
tankarnir mangan leitað til árðini, sum
farin eru. Vit fimm syskini vuksu upp
í Kvívík, har heimið við mammu og
pápa var miðpunktið í tilverðuni. Og
at vit sum børn spældu á helluni og
niðri í fjøruni. Og hvussu tað longu
tá kom til sjóndar, at Johs. Eli hevði
evnir til at leiða og skapa. Eg hugsi
um bilar og bátar, sum blivu evnað
til í kjallaranum, bert við teimum fáu
amboðum í tá vóru við hondina, og at
tað altíð var Jóhs. Eli, sum var tann,
íð tók sær av at smíða, sjálvt um hann
var tann í vær ringast fyri, við einari
brekaðari vinstru hond, og eg minnist
manga troygguna, sum var skorin á
hol á bringuni, tí hann ikki fekk hildið
við vinstru hond. Og so árini í Havn,
har vit húsaðust saman, og longu tá
læt hann sær bát byggja. Eg minnist,
hvussu stolt vit øll vóru av Jóhs. Eli, tá
ið báturin var flotaður. Og so tá ið vit
sjálvi høvdu fingið tak yvir høvdið, at
Jóhs. Eli smíðaði sær sjálvum kamar
uppi á loftinum, sjált um eingin
trappa var uppá loft tað fyrstu tíðina,
og tá ið læraraúbúgvingin var frá
hondini og hann hevði fingið starv í
Komunuskúlanum, syrgdi fyri at fáa
grundstykki til vega, og fór í gongd
við at byggja síni egnu hús. Og tá
ið Asta og Jóhs. Eli giftust, kundu
halda brúðleyp í teirra egna heimi. Og
nú tey seinastu árini keypti sær sera
snøggan hálvlidnan glastrevjabát, og
so sjálvur gjørdi lidnan, og eydnaðist
tað sera væl. „Antares“ er prógv um
ein sera snøggan handverkara, sjálvt
um Jóhs. Eli bert hevði lítið meir enn
eina hond.
At lívið var so stokkut, høvdu vit
ikki hugsað, Jóhs Eli, og vit onnur
væntaðu at nú komu nøkur ár, har vit
kundu njóta tilveruna, góðveðursdagar
framm við landi. Men tað vildi hann í
øllum valdar ikki.
Eg hugsi um, hvussu væl í alt
var fyrireikað og lagt til rættist alt
lívið. Og ikki minni nú teir seinastu
dagarnar hann var okkara millum,
hvussu grundiga hann fyrireikaði sína
egnu fráferð.
Bøn okkara er, at Harrin má vera
hjá tykkum, ið eftir sita, og geva
tykkum styrki til at bera sorgina.
Tá ið tey, vit elska her,
Harrin heim til hvíldar ber,
Tómligt kennist uttan tey,
gleðin mangan tikist deyð;
bert ein lítil stund tað er –
-Jesus kemur aftur her.
Friður veri við minninum um sváð og
bróður okkara
Ívun
Leygardagin 10. mars fyllir
Erling Bech í Havn 60 ár.
Erling er ættaður úr Vági.
Sum 16 ára gamal flutti
hann til Havnar at læra til
møbilsnikkara hjá Verlandi
Johansen.
Foreldrini hjá Erlingi
vóru Maria og Poul Bech
í Vági. Erling giftist við
Ásu, f. Hansen, úr Havn.
Tey eiga eiga fimm børn:
Poul, Maria, Irena, Høgni
og Helgi. Barnabørnini eru
8 í tali.
Síðan 1967 hevur familjan
búð á Ternuryggi. Saman
við familjuni hevur Erling
síðan 1983 rikið handilin
Ternubúðin.
Handilin
byrjaði í einum horni av
kjallaranum, men í dag
telist Ternubúðin millum teir
størru handlarnar í býnum,
og sonurin Høgni er leiðari
á handlinum.
Erling
er
ein
sera
kreativur persónur. Hann er
hjálpsamur og arbeiðssamur
og hevur altíð góð hugskot.
Hann er eisini ein dugnaligur
handverkari og dámar væl
at fáa avbjóðingar. Hon
um verður ynskt hjarta
liga tillukku við føðingar
degnum.
Vinir
Erling Bech 60 ár
Åge Udbø úr Havn andaðist á Hjørring Sjúkrahúsi
7. mars, 73 ára gamal. Jarðarferðin verður úr
Havnar kirkju týsdagin 13. mars kl. 13. Sungið
verður úr Sálmabókini.
Dagmar Skarðhamar, fødd Hansen, ættað úr
Sandavági, andaðist í Keypmannahavn týsdagin 6.
mars 97 ára gomul. Jarðarferðin verður frá Husum
Vold kirke, leygardagin 10. mars klokkan 9.30.
Kistan við Lisu Nattestad fer úr Landssjúkra
húskapellinum leygardagin kl. 16. Jarðarferðin
verður sunnudagin kl. 14 úr Miðvágs kirkju. Tey,
ið vilja minnast Lisu, kunnu lata Miðvágs kirkju
eina peningagávu, konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni,
men sipað verður kanska til enska abbadissu Sanktu
Etelredu, sum doyði 10. mars í 626. Helst týska navnið
Adelheid, hin ediliga.
11. mars. Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í
fornkirkjuni varð tikin av døgum fyri trúgv sína.
12. mars. Grækarismessa. Til minnis um tann tiktikna
pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann
doyði 12. marts ár 604. Grækarismessa er ein av teim
um døgunum, sum boða várið. Um hetta mundið kem
ur flytifuglurin tjaldrið aftur, og av mongum verður
grækarismessa eisini rópt tjaldursdagurin. Grækaris
messuhald at fagna tjaldrinum er íkomið í nýggjari tíð.
Tøkk
Øllum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu,
tá ið kæri maður mín, góði pápi, beiggi, versonur,
verfaðir og svágur okkara
Jóhannes Eli Iversen
var tikin frá okkum, takka vit hjartaliga.
Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu hann
undir sjúkraleguni bæði niðri og heima.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu okkum við jarðarferðini,
og somuleiðis tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum
og í kirkjuni.
Eisini takka vit tónleikarum og sangarum,
ið gjørdu løtuna í kirkjuni serstaka.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Hoyvíkar kirkju.
Øllum tykkum, ið fylgdu Jóhannes Eli til hansara
síðsta hvíldarstað, takka vit hjartaliga
Asta, Bent Levi og Elsebeth
60 ár
Rasmus Skorheim bleiv 60 ár 5. mars. Dagurin verður
hildin hjá dóttrini á Eiði, »Úti á bø 86«, leygardagin 10.
mars kl. 19.00.
nøvn