fríggjadagur 9. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007
Vikuskifti 15
ysi
málar so fjáltrandi neyvt og við
so mongum og glitrandi litum,
at tað beinleiðis er strævið at
hyggja at. Detaljurnar eru so
nógvar, at tær leypa saman í
eyganum, sum at byrja við sær
myndirnar sum einslittar flatar.
Tá farið verður nærri, opinberar
myndevnið seg í øllum sínum
vulgera neyvleika sum eitt
fýrverk av litum og skapum og
fert tú heilt tætt at myndunum,
fert tú helst at hugsa um hvussu
nógva tíð tað hevur tikið at
mála verkið. Hetta, at áskoðarin
gerst varur við tíðaraspektið er
sera umráðandi fyri málaran, ið
heldur vil kallast konsept- enn
blómumálari
Moderna málarí
At samtíðarmálaríið er væl
inni í hitanum fyri tíðina sæst
á hvussu væl umboðað hetta
listaslag er í løtuni í gallaríum,
í framsýningum í listasøvnum,
í listabókaútgávum og hvussu
væl tað verður móttikið millum
listaáhugað. Tað er serliga tað
figurativa málaríið, sum hevur
havt góðan byr í seinastuni
og hetta hevur fingið onkran
at finnast at hesum ráki, ið
verður skýrt konservativt og
vinnufikserað. Tað er óivað rætt,
at framgongdin hjá tí nýggjara
figurativa málarínum er knýtt
at hákonjunkturi, vaksandi
frívirði og keypiorku, eins og
tað møguliga hevur okkurt við
fólksliga gleði yvir at duga at
skyna á myndevni at gera. Men
hetta vil sjálvandi ikki siga tað
sama sum, at figurativu verkini
eru vánalig. Tvørturímóti eru
mong av listafólkunum sera
gávurík, væl útbúgvin og væl
fyri uppá allar mátar, eins og
teirra verk eru merkt av einum
serligum ikonografiskum
frískleika og frælsi í tilgongdini
til málaríið, eisini t.d. í mun
til hvaðani íblásturin kemur.
Teknirøðir, telduspøl, broderí
og gentubløð er javnsett meira
klassiskum tilsipingum eins og
vit síggja dømi um í hugtakandi
verkinum hjá Magnus Wallin,
“Anatomic flop”, ið lýsir
menniskjans hjálparloysi í mun
til tær treytir, hon er undirløgd.
Verkið er ein teldugjørdur filmur,
ið lýsir nakrar skapningar,
ið eru staddar sum livandi
keylur á einari bowling- ella
rennibreyt, sum teir royna at
stríða seg fram eftir. Hóast
myndamálið er telduslætt
og moderna, eru spennandi
listasøguligar tilsipingar bæði
til griska fornøld, eins og stóri
denturin, ið verður lagdur á
sentralperspektivið fær ein at
hugsa um renesansuna.
Málaríið sum høvi
Innan nýggja figurativa málaríið
eru nógvar av myndunum eins
og tær hjá Katrine Ærtebjerg
at síggja til hugnaligar og
elskuligar. Tá tú so hyggur nærri
at teimum, gerast tær meira
álvarsamar og ofta eitt sindur
óhugnaligar. Sjónarhornið er
sjálvsævisøguligt við støði í
dreymum og dagligum hend
ingum, ið verða lýstar við ein
faldum myndamáli og bjørtum
litum í eini samansettari
fantasy-verð. Ævintýrdámur er
eisini yvir myndunum hjá Lise
Blomberg Andersen, ið málar
smáar broderílíkar málningar
við smáum blómum og fuglum
við menniskjaandliti. Gráligu
litirnir lita huglagið syrgið
og kalt. Sjálvt um andlitini
smíla, eru skapningarnir í
hesum myndaheimi avbyrgdir
uttan veruligt samband við
hvønn annan. Sjónarhornið í
myndunum hjá vinnaranum
Karin Mamma Andersson er
meira realistiskt. Í vinnara
myndini “Vi arbetar alltid så
nära varandra utan att veta
om det” tykist sjónarhornið
beinleiðis sosialrealistiskt við
ynski ella áheitan um størri
felagssskap millum okkum
menniskju. Tað, at tann mál
andi listamaðurin er longur
frammi í myndaforgrundini enn
listakvinnan, gevur ábending um
nakað politiskt ella feministiskt
í myndunum. Men tá tú stendur
framman fyri hesum myndunum,
er tað meira tað formliga
málandi árinið, sum hugtekur.
Kanska er hetta meira l´art
pour l´art ella málarí sum høvið
fyri at sleppa at mála eins og
vit kenna tað í myndunum hjá
gamla barokkmeistaranum
Velazquez. Hesin hevði eisini á
sama hátt sum Karin Mamma
Andersson serligan tokka til
myndir í myndini, sum økja
um fjølbroytni bæði tá tað
kemur til intellektuella og
málandi góðsku. Hesar myndir
eru ikki kollveltandi, men góð
dømi um hvussu markleyst
dygdarmálaríið er. Føroysk
listafólk hava, sum áður nevnt,
ikki luttikið í Carnegie Art
Award høpi higartil, men eru við
í tilnevningini til næsta ár.