fríggjadagur 9. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 49 - 9. mars 2007
nøvn
Fyri 50 árun síðan gingu
hesir tólv næmingarnir á
Føroya Handilsskúla í Havn
og tóku tey “handelsmed
hjælpereksamen” á vári í
1957. Myndin er tikin á
Hotel Føroyum í sambandi
við próvtøkuna.
Fyri 50 árum síðan:
Handilsskúlaprógv í 1957
Aftara rað: Heðin Nielsen, Eiði, Óla Jákup Olsen, Hósvík,
Elisabeth Sundstein (Jóanesarson), Tórshavn, Poul Jacobsen,
Tvøroyri, Gunnbjørg Jacobsen (Rubeksen), Skála, Kjeld
Thomsen, Tórshavn, og Eli Frederiksen, Miðvágur.
Fremra rað, f.v.: Elin Olsen (Brimnes), Hósvík, Laura Thomsen
(Joensen), Vestmanna, Bibi Sigmundsdóttir, Tórshavn, Helena
Olsen (Hansen), Toftir, og Ninna Poulsen, Strendur
Myndaeigari: Bibi Sigmundsdóttir
Sunnudagin 11. mars fyllir Kathrina
Clementsen, vanliga nevnd Trina, 85 ár.
Hon er fødd og uppvaksin í Elduvík og
hevur búleikast har meginpartin av lívi
sínum. Hon er ættað úr Pálsstovu, sum er
eitt av teimum 4 kongsfestunum, sum liggur
til markatalsbygdina har norðuri. Og elst
er hon av 4 systkjum, hjá teimum báðum
Andreasi og Lenu í Pálsstovu, og er hon
einsamøll eftir á lívi av systkjunum.
Kathrina er uppvaksin í eini ein tíð, sum er
ógvuliga fjart frá tí samfelagi, sum vit kenna
í dag. Bygdin livdi so at siga sítt egna lív,
sum hon hevði gjørt í øldir, órørd av nýggju
tíðini, sum smátt um smátt hevði gjørt um
seg á nýggju vinnuplássunum kring landið,
og fiskivinnusamfelagið líkasum trokaði
gamla lívsháttin burtur – men gamla
bóndasamfelagið livdi við sítt fríska lív í
hesi bygd, enn sum áður, eisini tá Trina vaks
upp í 1920-unum, har tað sum jørðin gav
var tað berandi og var grundarlagið fyri lívi
og trivnaði í bygdini, sum lá so avbyrgd og
so langt av alfaraleið, og har útróðurin bert
kundi røkjast, tá veðurlíkindini vóru so fræg,
at til bar at flota bát, tí Elduvík er av ringastu
brimplássum. Vinnuliga menningin annnars
í Føroyum gekk fram við risafetum – men í
Elduvík var alt annarleiðis – har stóð tíðin
mest sum í stað og livað varð, sum fedrarnir
altíð høvdu livað.
Trina minnist enn hesa verð, uttan
elektrisitet ella veg og so mangt annað, sum
vit halda er ein sjálvfylgja í dag, sum eina
góða verð, sum hon vaks upp í, tá børnini
har vóru nógv í tali, og lív og gaman var
um geilar og tún, hóast alt knossið og
strevið. Og tankarnir leita í takksemi
aftur til barndómsheim hennara, nú hon
býr á Sambýlinum á Skála og hevur tíð at
lata tankarnar reika.
Trina fór longu sum 6 ára gomul at ganga
til neyta saman við mammuni, og hevði
stokkarnar við. Sjálvandi fór hon í skúla 7
ára gomul, men tað var bert gingið í skúla
niðri á Bakka aðruhvørja viku, so arbeiðið
var dastið av tí, sum bleiv fingist við hjá ein
smágentu, har 2 brøður og 2 systrar vuksu
upp á garðinum, sum taldi smáar 4 merkur
og har orðið frítíð mestsum var púrasta ókent
fyribrigdi.
Tá hon var konfirmerað og skúlin var
liðugur, so fór hon nakað seinri, sum so
mangar aðrar gentur um hetta mundið, út
at tæna á stórplássinum, og har um leiðir
var tað tað sama sum Klaksvíkin, sum
var høvuðssambandið við umheimin við
Britons Pride, sum sigldi eina ferð um
vikuna norður í Eysturoynna. Trina tænti
hjá Olafi á Stongunum, og tey, sum
minnast Klaksvíkina um hetta mundið, vita,
at tað var eitt sermerkt hús í allar mátar, har
var bíðað eftir postbátinum, har var bakarí
o.s.fr. Og ikki at gloyma, kríggið var byrjað
og bretskir soldatar at síggja allastaðni, eisin
hjá Olafi. Ein nýgg verð opnaðist fyri Trinu
– hon sum bert kendi til kvøðing og dans
undir roykstovubitunum í Elduvík, tók við
opnum ørmum av tjansinum at royna enska
dansin, saman við ensku sjamørunum, sum
vóru í hesum flottu uniformunum! Og seinri
fór hon at tæna í Fuglafirði hjá Haraldsen, og
har var ikki minni lív í, plagdi hon at fortelja
við droymandi og glógvandi eygum...
Eingilskmenn ella ei. 17. dec. 1945
giftust tey bæði Clement (Kalli) Clementsen
ættaður úr Anfinnstovu í Elduvík og
Trina. Kirkjan hjá elduvíksingum tá, var
Oyndarfjarðar kirkja, tí Elduvíkarkirkja
bleiv ikki bygd fyrrenn 1951 – og hóast
farast skuldi um Elduvíkslíð, sum er
brattlendi, og heim til Oyndarfjarðar, til
allar kirkjuligar handlingar, so var trúgvin
klettaføst – børnini vóru borin um Líðina
til doypifuntin, eisini á vetrardegi! Og
kærleikan til kirkjuna, og hin Altvaldandi,
hevur altíð ligið Trinu frammaliga í huga,
hon var í mong ár limur í Meinigheitsráðnum
og eisini forkvinna har, m.a. í 1978 tá Margr
etha drotning og Heindrikur prinsur, vitjaðu
Elduvík á fyrsta sinni, tá tók Trina ímóti
hennara hátign og førdi hana inn í kirkjuna
til hátíðargudstænastu. Trina hevur altíð havt
eina góða sangrødd, og tí hevur hon eisini
sungið fyri í kirkjuni, um ikki hevur borið
til at fingið onkran at spælt á urguna.
Eisini hevur hon brúkt sítt góða mál og
sterku rødd, tá farið varð upp á gólv. Hon
hevur altíð havt sera stóran tokka til tann
føroyska dansin, heilt frá ungum árum av,
og seinru árini, tá dansurin bleiv troddur í
dansifeløgunum, var Trina sjálvsagt at finna
har. Hesin lívshátturin, sálmasangurin og
kvøðingin, vóru í Trinu´sa verð als ikki
mótsetningar, men heldur eitt framhald av
aldargamlari føroyskari eindarmentan, sum
var henni púrasta sjálvsøgd.
Trina og Kalli fingu 6 børn, eina gentu og
5 dreingir. Jóhanna, Kjartan og Leivur búgva
í Havn, Eivind í Hósvík, Kári á Toftum
og Anfinn, sum bleiv verandi í Elduvík
hjá jørðini. Ommubørnini eru 13 í tali og
langommubørnini 7.
Trina hevur altíð verið sera barngóð, og
tað hava vit í Torfinsgøtu í Havn mangan
sannað. Hóast umstøðurnar ikki altíð vóru tær
bestu – m.a. vóru 3 av dreingjunum á Skála
skipasmiðju í senn, og tað kravdi nógv av
mammuni, tá ketildraktirnar o.a. skuldu vera
vaskaðar, áðrenn vikuskiftið var av – men
ongantíð bar hon seg undan, í hvussu víkti
og vendi, tá talan varð um børnini. Nógv
var at takast við á einum 6 marka garði, men
hon fekk tíð til alt, bæði úti og inni, hús,
børn, vask, kríatúr, mjólking, hoygging
o.s.fr. Og at fara norður til ommu at ferðast,
var altíð frammaliga í huganum á okkara
børnum - og eisini hjá okkum vaksnu,
tá rætt skal vera sagt frá – skúlaferiurnar
vóru ikki meiri enn byrjaðar, so avstað til
hesa vøkru bygd við teimum ótømandi
møguleikunum hjá børnunum. Og hon hevur
við sínum lívshátti, og stuttliga máta at vera
uppá, megnað at givið okkara børnum ein
andaligan førning við á lívsleiðini - tað veri
seg, meðan hon sat við stokkunum og kvøddi
eina vísuna fyri og aðra eftir, ella tey lýddu
á kvæðabondini saman við ommuni, ella tá
farið varð fram í kirkjuna sunnudag eftir
sunnudag við ommu, har hon sang fyri,
við sín vælljóðandi og klingandi rødd – tað
hevur sett síni spor, og tað, umframt alt hitt
hvønndagsliga í spæli og arbeiði, sum tú
fekst tíð til saman við ommubørnunum, tað
siga vit – bæði stór og smá - tær stóra takk
fyri.
Tað kundi verið so mangt at lagt
afturat um Trinu, nú hon fylir 85 ár tann
11. mars, men lat okkum enda her, og ynskja
tær ein góðan dag norðuri í Elduvík, saman
við tínum kæru, og hjartaliga tillukku við
85 ára føðingardegnum. Og hóast sólin
stendur í vestri, so ynskja vit tær mong góð
ár, nú tú ert komin út á Skála, og trívist væl á
sambýlinum har. Takk fyri alt, góða mamma,
vermóðir, omma og langomma.
Jóhanna og Johan
Kathrina Clementsen 85 ár