Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti 16 Síðani í august hevur Giuseppe Testaverde búð hjá eini AFS-familju á Selatrað. Og honum dámar væl í Føroyum - eisini tann serstaka føroyska matin. - Eg má viðganga, at ræstur fiskur luktar ikki serliga væl, men hann smakkar hinvegin sera væl!, sigur Giuseppe - vanliga nevndur Peppe - í samrøðu við Sosialin. Selatrað: Húsini standa ovarlaga í bygdini, har 17 ára gamli italiumaðurin skal búgva fram til komandi summar. Hann er komin allan vegin úr milliónabýnum Palermo á Sicilia til lítlu fjarskotnu bygdina Selatrað við eini 60 íbúgvum. Langur vegur fyri ein ungling. Men samstundis eitt ótrúligt høvi hjá einum skúlanæmingi at læra eitt nýtt land og aðra mentan at kenna. Og so at læra eitt fremmant mál aftrat. Tá skúlaárið byrjaði í august mánaði var Peppe millum næmingarnir á Kambsdali. - Tað var nokkso ringt at skilja nakað av tí føroyska málinum. Eg skilti bert einstøk orð at byrja við. - Men nú gongur nógv betri, sigur Peppe í hesi samrøðuni, sum øll er gjørd á føroyskum! Vit hittu Peppe ein týsdag fyrr í hesum mánaðinum. Ein dag har tær fýra føroysku árstíðirnar kappaðust um at vinna ræðið á Selatrað og har úti í Sundalagnum. Sjokk av Selatrað At Peppe yvirhøvur kom til eina so lítla og fjarskotna bygd sum Selatrað, var kanska meiri tilvild enn nakað annað. - Eg hevði faktiskt valt at fara til Danmarkar við AFS, men eg ynskti eisini at koma til eitt stað har ein var tætt við sjógvin - og nærhendis fiski. - Vit funnu so útav, at í hesum føri vóru Føroyar rætta staðið fyri meg. Og tað hendi, hóast eg ikki visti nakað um landið, greiðir Peppe frá. Umsóknin um at sleppa til Føroyar varð skrivað, og nú var bert eftir at vita, um tað var gjørligt at sleppa higar. Í øðrum lagi var neyðugt at finna eina føroyska familju til hansara. Hetta eydnaðist tíbetur, og tá hann fekk hesi boðini, var tað fyrsta hann gjørdi at fara inn á eina italska heimasíðu at finna upplýsingar um Føroyar og Selatrað. Og tá fekk hann veruliga eitt sjokk: - Tær tóktust vera sera langt burturi, og eisini øgiliga lítlar. Eg bleiv næstan sjokkeraður, tá eg sá at tað bert búðu 58 fólk í bygdini, har eg skuldi verða. - Í dag vil eg siga, at hetta er ein sera vøkur bygd við kirkju, bátahyli og øðrum. Ja, eg eri sera glaður um at vera komin júst higar, sigur Peppe. Tað sigur hann, hóast vinir og frítíðartilboð eru á Strondum. Sonurin fer frá mær Hósdagin 3. august í fjør var dagurin komin tá Peppe skuldi úr Palermo og út á eina ferð til eitt ókent stað í Norðurhøvum. Hetta var ein rørandi løta fyri hann og familjuna. Mammuni hevði nevniliga ikki dámað so væl, at hann fór við AFS í eitt annað land. - Tá eg segði henni, at vildi sleppa við AFS, tá græt mamma. Vit hava nevniliga sera sterk familjubond hjá okkum. - Jú, tú, mamma græt veruliga. Hon bleiv við at siga, at “Nú fer sonur mín frá mær!”, greiðir Peppe frá við einum brosi. Hann eigur sjálvur eina eldri systir og ein yngri beiggja, men tað var líkasum ikki so Langur vegur úr Sicilia til Selatrað Næmingur • Snorri Brend • snorri@sosialurin.fo Føroyar tóktust vera sera langt burturi, og eisini øgiliga lítlar. Eg bleiv næstan sjokkeraður, tá eg sá at tað bert búðu 58 fólk í bygdini, har eg skuldi verða. - Mær dámar væl í Føroyum, og maturin smakkar eisini væl, sigur Peppe Mynd: Jens Kr. Vang