Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 - 9. mars 2007 17 nøvn Realskúlin 1964 Í sambandi við eina fram­ sýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn leitar Jórunn Dáni­ als­dóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færø­ernes Mellem- og Real­ skole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navn­merktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Í dag hava vit mynd av millumskúlaflokkinum 4.b í 1964. Aftara rað f.v.: Borghild Køtlum, Arnbjørn Borgarlíð, Carl Johannes í Stórustovu, Hjalti Skaalum, Óli Reinert, Helgi Fossadal, Rólant í Skorini, Arni Rein, Páll Sumberg Olsen, Pauli Mortensen, og Eyðbjørg Joensen Miðraðið f.v.: Sólrun Mid­ jord, Elisabeth Johannesen, Jógvan við Ánna (lærari), Sanna Waagstein Johansen, og Anna Sofía Restorff Fremsta rað f.v.: Marjun C. Joensen, Ása Joensen, Gunvør av Reyni, og Annebeth Rubeksen. Hesi eru ein partur av teimum, sum vóru gingu í realskúla eftir tí gomlu real­ skúlaskipanini. Tey vóru liðug í 1965. Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í samband við myndna, er viðkomandi vælkomin at kontakta Jórunn Dánials­ dóttir. Myndaeigari: Anna Sofía Restorff Færøernes Mellem- og Realskole: Millumskúlaflokkur í 1964 Leygardagin 3. mars fylti Lars Larsen í Havn, stjóri á Flogfelag Føroya, 80 ár. Í hesum sambandi var móttøka á Hotel Vágum hendan dagin. Lars er ættaður av Tvør­oyri, men flutti sum smá­drongur til Sørvágs, tá pápin Christian Larsen gjørdist sýslu­maður í Vágum í 1934. Lars má metast sum ein pionerur innan flogferðslu í Føroyum. Tað var longu í 1961, at hann setti seg í samband við Iceland Air fyri at vita, um teir høvdu áhuga í at flúgva til Føroya. Í juni mánað í 1963 tók Lars saman við Hugo Fjørðoy í Sørvági stig til at stovna Flogfelag Føroya. Eingilskmenn bygdu undir seinna veraldarbardaga flog­vøllin í Vágum. Eftir at kríggið var endað, og eingilskmenn vóru farn­ ir av landinum, stóð flog­ vøllurin so at siga ónýtt­ur. Sjálvur hevði Lars Lar­ sen starvast saman við eingilsku hermonnunum á flogvøllinum, so hann kendi til flogvøllin. Søgan um Flogfelag Før­ oya er samstundis eisini søgan um ferðafólkaflúgving til og úr Føroyum. Tað var Flog­felag Føroya, sum tók tey fyrstu stigini til at fáa regluliga flúgving til Føroya. Mánadagin 12. mars frá kl. 16-18 verður móttøka hjá Flogfelag Føroya í Gundadali í sambandi við at felagið nú er selt øðrum eigarum. Í hesum sambandi koma vit at skriva meira um Lars Larsen og Flogfelag Føroya fyrst í komandi viku. Lars Larsen 80 ár