Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 49 • 9. - 22. februar 2007 Vikuskifti 17 lætt hjá mammuni at sleppa tí mittasta barninum. - Men eg hevði avgjørt tað, og tí fór eg avstað! - Fært tú pasta? Tað kostar ikki heilt einki at fara við AFS. Peppe var kortini heppin: Hann vann nevniliga pening í eini kapping, sum ein fyritøka í heimbýi hansara skipaði fyri. Soleiðis vóru tær fíggjarligu forðingarnar beindar burtur fyri at sleppa allan vegin úr Sicilia til Selatrað. Sambandið við familjuna fær hann dagliga umvegis MSN- skipanina. Og tað er ikki sørt, at mamman framvegis hugsar um sonin sum er so langt burturi úr heimlandinum: - Hon spyr meg altíð, hvat eg havi etið. Og so plagar hon at leggja aftrat: - Góði, fært tú nakað pasta har?! Kalt “Gløgt er gestsins eyga” verður tikið til av røttum. Og tá Peppe kom til Føroyar, fyri meiri enn hálvum ári síðani, legði hann eisini merki til ymiskt, sum hann ikki var vanur við. Úr flogfarinum hevði hann vónað at sæð okkurt av oyggjunum úr luftini, men har vóru bara skýggj og aftur skýggj at síggja. Og áðrenn hann reiðiliga visti av tí, hevði flogfarið sett seg í Vágum. - Tá eg so kom út úr flogfarinum legði eg beinanvegin merki til, hvussu kalt tað var her. Jú, tað var munur á. Pápin í húsinum var til skips, henda dagin hann kom til Føroyar, men hini í familjuni vóru í Vágum og tóku ímóti honum. Slitin orðabók Peppe dugdi enskt og tað gjørdu fleiri av familjuni á Selatrað eisini - tó ikki mamman. Samanspælið hevur tó gingið væl - hann hevur tosað enskt við tey og hevur so líðandi lært seg meiri og meiri føroyskt. - Vit gjørdu av, at frá nýggjárinum skuldu vit bara tosa føroyskt í húsinum. Hetta var eitt sindur hart fyri meg, men tað gongur betur og betur, sigur ungi AFS’arin. Hann hevur tosað við nógv við 12 ára gamla “beiggja” sín á Selatrað, og hann hevur gingið í kvøldskúla á Strondum at læta seg føroyskt. Her hevur Peppe og hinir fimm útlendsku næmingarnir lært um málið, mentanina og hvussu teir vanligu lutirnir eita í einum heimi, t.d. í køkinum, stovunum og úti. - Nei, eg haldi ikki at tað er so øgiliga ringt at læra føroyskt. Men tað krevur sítt. Til hjálp í mállæruni hevur hann ognað sær eina føroysk- italska orðabók, sum hevur verið honum til stóra hjálp. Onkutíð, tá einki hevur verið at gjørt, hevur hann lisið í henni fyri at læra seg enn fleiri føroysk orð. - Tú sært, hvussu nógv eg havi brúkt hana. Perman er langt síðani slitin av, sigur hann við einum brosi. Er nakað sum Italia er vorðið kent fyri, so man tað vera pizza. Hvussu skipaðu tey seg við matgerðini? Er pizza á borðinum fleiri ferðir um vikuna? - Tú, altso. Skalt tú tosa um eina ordiliga pizza, so mást tú altso fara til Italia. Har fært tú Pizza við stórum P!, sigur Peppe við einum brosi. Í heiminum á Selatrað hevur húsmóðirin verið ófør at borðreiða við nógvum ymiskum føroyskum rættum - eisini við pizza. Sjálvur sigur Peppe seg ikki vera kræsin, tá talan er um mat - eisini tann útlendska. - Mær dámar allan føroyskan mat. Hann smakkar væl, hóast hann er øðrvísi enn tann har heimi á Sicilia! Pizza við stórum P At Peppe yvirhøvur kom so langt sum til Selatrað, kann hann takka eini lýsing í bløðunum fyri. Í bløðunum sá føroyska mamma hansara, Tórhild Djurhuus eina lýsing, har søkt varð eftir føroyskum familjum sum kundu hava ein útlendskan AFS’ara búgvandi í eitt ár. Sama lýsingin hevði staðið í bløðunum fyri tveimum árum síðani, og tá søktu tey eisini. Tá fingu tey ongan, men í august mánaði í fjør fingu tey at vita at italski drongurin Giuseppe Testaverde skuldi búgva hjá teimum. Tey kendu ikki nógv til AFS frammanundan, men í dag kann Tórhild bara staðfesta, at tað hevur verið sera stuttligt at havt ein AFS’ara í húsinum. - Peppe, hann er nemmur at hava við at gera. Hann bleiv sum eitt húsfólk beinanvegin, greiðir Tórhild frá. Tá ein býr so fjarskotið sum á Selatrað, má ein taka við og innstilla seg uppá, at neyðugt er at koyra nógv til Strendur og aðrastaðni. Peppe hevur nevniliga spælt hondbólt við STÍF á Strondum. Sum italienari er hann helst meiri áhugaður fótbólti, men hann kom kortini so við og við eftir hondbóltsspælinum, og spældi sín fyrsta dyst móti VÍF í Vestmanna. Annars gongur hann í skúla á Kambsdali. Hann fer úr Selatrað kl. 7:15 á morgni og er aftur kl. 16:30. Frítíðina brúkar hann til hondbólt, kvøldskúla, men er annars nógv í bygdarhúsinum á Strondum og til dans í Fuglafirði og í Runavík. - Peppe er sum eitt húsfólk Skalt tú tosa um eina ordiliga pizza, so mást tú altso fara til Italia. Har fært tú Pizza við stórum P! Munur er á Selatrað og Palermo. Gott er at hava ein góðan vin, tá ein so er langt burtur heimanífrá Mynd: Jens Kr. Vang - Peppe hann er nemmur at hava við at gera, sigur “mamma” hansara, Tórhild Djurhuus Mynd: Jens Kr. Vang