fríggjadagur 9. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 49 - 9. mars 2007
Leygardagin í farnu
viku varð avdúkað,
hvør hevði fingið
størsta hemaran í
kappingini Shark
Atlantic 2007.
Veiða
Snorri Brend
Myndir: Magni Blástein
Tað var havnarmaðurin
Jóannes Gaard sum í vetur
hevði fangað størsta hem
aran.
Ein dagin, hann var til
fiskiskap eydnaðist honum
at hála ein 177 kilo stóran
hemara innanborða. Hett a
var samstundis størsti hem
arin í kappingini.
Fyri hett a fekk hann í fyrstu
syftu høvuðsvinningin, ið
var ein kekkur uppá 25.000
kr. frá Trygd.
Ikki nokk við tað, tí
Jóannes fekk eisini trið
størsta hemarin í vetur. Hes
in vá 95 kilo.
Næststørsta hemaran fekk
Heini Weihe. Hesin vá bert
sjey kilo minni enn tann
størsti, nevniliga 170 kilo.
Íalt lutt óku 30 mans í
kappingini. Sjálvur heldur
fyriskiparin, Magni Blástein
at talið kundi verið munandi
hægri.
- Kappingin hevur hinvegin
fingið góða umrøðu í ár. Tí
vænti eg at tað verða minst
50 mans við í kappingini
komandi vetur, sigur hann.
Gamlar skúlabøkur
Tá Løgtingið í gjár viðgjørdi eitt uppskot frá
Tjóðveldisflokkinum um at játt a meiri pengar til frálærutilfar
til skúlarnar, kom fram, at sambært Skúlabókagrunninum
er tørvur á nýggjum frálærutilfari á at kalla øllum økjum
í fólka- og miðnámsskúlanum. Hett a hildu fleiri tingmenn
vera ov vánaligt, og teir mæltu til at taka munagóð stig sum
skjótast. Undir orðaskiftinum bleiv nevnt, at í føroyskum
verða 30 ára gamlar bøkur brúktar.
Ungdómskvøld
Týskvøldið 13. mars skipar Klaksvíkar bókasavn fyri einum
ungdómskvøldi, har ungfólk fara ar framføra drama, og
ungir guitarleikarar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla fara at
framføra tónleik. Harafturat fer 18 ára gamla Sigga Maria
Hjalmarsdótt ir Højgaard at lesa úr sínum yrkingasavni
„Orð hava tagnarskyldu“, sum kom út í síðsta mánað.
Ungdómskvøldið á Klaksvíkar bókasavni er fyri ung úr 7.
flokki og eldri og byrjar klokkan 19.30.
Jóannes fekk størsta hemaran
Kappingin er lokin og kappingin er avgjørd. Høgrumegin: Magni Blástein, fyriskipari, Jóanes Gaard ið vann 1.
og 3. vinningin uppá ávikavist 25.000 og 5.000 kr, Ali Celebi frá Trygd og Heini Weihe sum fekk 2. plássið, ið gav
honum ein kekk uppá 10.000 kr.
Teir hugna sær
við einum góðum
práti um veður og
hemarar
Teir tosa saman og
evnið hesaferð er
nýggja spælið
Jóannes Gaard við teimum mongum
vinningunum, m.a. einum spæli frá
Bátatænastuni